Grein úr Sosialinum 19. august í 2021:
– Tá tað nærkaðist ólavsøku, plagdu allar blómurnar í urtagarðinum at vera avblómaðar, tí eg nýtti blómur, sum mær dámdi, og tær blómaðu allar samstundis og følnaðu samstundis. Men við tíðini havi eg lært meg at hava litir í urtagarðinum frá apríl til november mánað, greiðir Sólrun Michelsen í Havn frá.
– Vit fluttu inn her í Gundadali í 1969, og tá vórðu øll 18 grundstykkini í gerð. Hetta var tá langt uttan fyri lóg og rætt, men eg eri av Argjum, so eg var von við at ganga uttanífrá til Havnar. Men í dag er hetta mitt í býnum, og her er gott at búgva og øgiliga veðurgott. Her veksur væl, og um vit ikki klippa trøini, so gerast tey øgiliga stór, sigur Sólrun.
Hon heldur, at áhugin fyri urtagarðsarbeiði ofta er íborin, tí tað nýtist ikki at stava frá umhvørvinum. Tó hevði pápi Sólrun ein lítlan urtagarð uttanfyri hjá teimum á Argjum. Honum dámdi væl at ganga uttanfyri og putlast – men áhugi hennara fyri urtagarði var ikki vaktur, fyrr enn hon fekk sín egna urtagarð í Gundadali.
Hon heldur, at børnum dámar ikki so væl at fjálga um urtagarðar, og minnist aftur á, tá hon plagdi at vísa børnunum spírandi blómurnar, men tað hevði ikki teirra stóra áhuga.
##med2##
– Í dag hava øll trý børnini vakrar urtagarðar, so kanska eg havi ávirkað tey, sigur hon smílandi.
Áhugin fyri grønum vøkstri er komin so líðandi, og royndirnar hava lært Sólrun, hvat hóskar best til hennara urtagarð. Sólrun greiðir frá, at tey vóru noydd at grava meturdjúpar veitir í niðara parti av stykkinum fyri at drena lendið, tí væta seyraði oman.
Síðani fóru tey at planta framvið við húsinum og laðaðu onkran garðin, og nøkur ár seinni kom so garður kring húsið.
– Eitt tað fyrsta eg plantaði vóru rósur, og so við og við gjørdist eg bitin av at seta blómur niður. Eg havi ikki lisið bøkur um urtagarðar, tí tær snúgva seg ofta um donsk viðurskifti. Men mær dámar væl at hyggja eftir bretskum sjónvarpssendingum um urtagarðar, sum vísir, hvussu urtagarðurin verður gjørdur klárur til summarið. Her veksur alt upp á ein heilt annan máta, tí vit hava eitt annað veðurlag. Eg havi fingið ymisk stuttlig hugskot frá Facebook bólkinum ”Urtagarðsáhugaði”, eitt nú at fáa avleggarar frá rósum at vaksa, greiður Sólrun frá.
##med3##
– Mær dámar væl at royna ymiskt, og eg fái illa gingið framvið øllum tí nýggja, sum er til sølu, sjálvt um eg ikki havi pláss í urtagarðinum. Eg havi skipað urtagarðin soleiðis, at eg havi føst støð til staudir, sum eru prýðisplantur við blómum, sum veksa aftur ár um ár. Og tá staudurnar gerast ov stórar, tá deili eg tær og geri tær minni. Tað geri eg á næstan hvørjum ári.
– Eg havi innrættað urtagarðin soleiðis, at eg veit hvar alt er, og á teimum beru blettunum eru leykir, páskaliljur og tulipanir, og tá tað er avblómað, taki eg tað burtur, tí tær eru ikki penar árið eftir. Har seti eg summarplantur. Um heystið seti eg nýggjar tulipanleykir niður.
Sólrun hevur eisini pláss í urtagarðinum fyri pottum, sum hon skiftir út, alt eftir, hvat blómar.
##med4##
Av plantum í havanum nevnir hon eitt nú gular krokus, perluhyasintur, blátt scilla, lupinur, gývil, morgunfrúur, rhododendron, bóndarósu, gladiolus, rabarbur og blákollur.
Fyri 10 árum síðani fekk Sólrun eitt vakstrarhús, og tað gevur henni møguleikan at leingja summarið við einum tveimum mánaðum.
– Vakstrarhúsið er eitt maskinverkstað, her er órudd og mold og bløð á gólvinum. Bara sólin sendir nakrar geislar, so er tað heitt í vakstrarhúsinum, sjálvt um tað er kavi uttanfyri. Her veksur tað, sum ikki veksur úti, tað eru eitt nú rósur, og so peikar Sólrun á eina rósu, sum hevur ein serligan týdning fyri hana, tí hon stavar frá barndómsheiminum á Argjum. Hana tók hon við sær, áðrenn húsini vóru seld, gav henni nýggja mold og tøð, og árið eftir vóru fleiri rósur á henni.
– Tá eg síggi hana, so er tað sum at síggja mammu smílast, sigur hon brosandi.
##med5##
Vakstrarhúsið stendur uppi á bilhúsinum, og Sólrun sigur, at hetta er tað besta, sum hon nakrantíð hevur fingið, tí tað hevur givið henni so nógva gleði.
– Eg brúki nógva tíð í havanum, og eftir at eg eri pensjónerað, er urtagarðsarbeiðið vorðið næstan eitt hálvdagsstarv.
– Eg verði ofta spurd, um tað ikki er eitt øgiligt stríð at røkja urtagarðin. Men fyri meg er tað ein sonn fragd. Hetta er tað, sum eg tími ordiliga væl og so leingi, sum eg orki, er hetta sálarbót, tí tá eg arbeiði í urtagarðinum, eru eingir tankar í høvdinum.
Sjálvt um Sólrun hevur nógvar royndir við gróðuri, so kann tað undra hana, at okkurt sum veksur væl aðrastaðni, ikki veksur so væl í Gundadali, og at okkurt annað, sum veksur væl í Gundadali, ikki veksur so væl aðrastaðni. Hon heldur, at umframt veðrið kann tað vera súrleikin í jørðini.
Sólrun sigur, at vit mugu hava gras í urtagarðinum, tí tað grøna lýsir aftur ímóti hinum litunum – serliga um kvøldið.
##med6##
Sólrun heldur, at árið í ár hevur verið eitt undarligt ár, tí alt varð avsviðið tíðliga, og hon helt, at nú fór einki at koma fyri seg. Tað er vorðið kaldari um várið og heitari seinni á árinum, og hon heldur, at summarið kemur aftan á ólavsøku, nú tað hevur verið næstan 15 hitastig hvønn dag.
Hon vísir eisini á, at vit hava fingið sniglar og flogkykt, sum vit ikki hava kent í Føroyum áður, eitt nú vespur og humlubi, sum er góð fyri vøksturin, tí hon fær fræini at búnast. Hetta sóu vit ikki fyrr, men tað er gott fyri planturnar, at tær fræa seg sjálvar, sigur Sólrun Michelsen at enda.
##med7##
-------
Sólrun Michelsen kenna vit best sum rithøvund. Hon hevur skrivað fleiri barnabøkur, yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hon skrivar millum annað um gerandisdagin hjá børnum, samspæl millum vaksin og børn, kærleika, búning, aldurdómur og lívsvirði.
Hon hevur eisini yrkt vælkenda barnasangin, sum øll børn og flestu vaksin við kenna við vælljómandi lagnum hjá Paula Hansen, »Kennir tú blómurnar sum vaksa her í Føroyum«:
Kennir tú blómurnar
Tekstur úr Barnasangbók Føroya:
:/: Kennir tú blómurnar,
sum vaksa her í Føroyum? :/:
Sólju og summardá,
blákollu og baldursbrá,
díkimuru, danadá
og vøkru akkuleyu.
:/: Kennir tú grøsini,
sum vaksa her í Føroyum? :/:
Fjørugras og fransagras,
húsagras og hjartagras,
mánagras og mannagras
og mong, mong onnur fleiri.
:/: Kennir tú berini,
sum vaksa her í Føroyum? :/:
Bláber og krákuber,
brobber og rossaber,
einiber og dunnuber,
og summi kanst tú eta.
:/: Mangt ljóðar undarligt,
sum veksur her í Føroyum. :/:
Rossatunga, mýggjagras,
hostajavni, nalvagras,
apublóma, loppugras,
ja, nógv er í at velja.
Orð: Sólrun Michelsen
Lag: Pauli Hansen
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##