Tann reini hurlivasi

Hurlivasi eyðkennir umsiringarligu og politisku stýringina í hesum døgum.

 

- Gamla Ternan er ikki meiri enn farin at sigla um Vestmannasund, so skal hon takast úr aftur siglingini. Suðuroyingar fingu onga ávirkan á, hvussu farleiðin til Suðuroyar skuldi skipast, hóast landsstýrismaðurin í samferðslumálum lovaði hetta í vár.

- Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum hevur sett alt ov lág tøl á fíggjarlógaruppskotið, og formaðurin í Fólkaflokkinum kemur við ábendingum um, at misálit eigur at verða reist á landsstýriskvinnuna.


- Partafelagið Vágatunnil kann bjóða verkætlanina út hvønn dag tað skal vera, men formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevur higartil sagt korta nei til avgerðina hjá Vinnumálastýrinum at halda Landsverkfrøðingin uttan fyri hesa stóru verkætlan.


Hesi dømini vísa okkum, at tað gongur ikki serliga væl at stjórna hesum pinkulandið, hvørki politiskt ella umsitingarliga.


Orsøkirnar eru helst fleiri. Eitt er, at umsitingin hevur ikki rættiliga funnið stevnið eftir bygnaðarbroytingarnar. Eitt annað er, at kemiin millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin er ikki tann besta. Ein triða orsøk kann vera, at samskiparin, sjálvur løgmaður, tekur ikki um endan beinanvegin, tá trupulleikar, ivamál ella bara sakleys mál taka seg upp. Og ein fjórða orsøk er kanska, at teir fólkavaldu hugsa bara um hetta eina valskeiði, og ikki nøkur ár fram í tíðina.


Taka vit siglingina, so hevur tað eyðkent Vinnumálastýrið, at tað rennur seg út í alt fleiri trupulleikar. Ikki minst út í opið stríð við Tjóðveldisflokkin, tá tað snýr seg um Vágatunnilin og suðuroyarsiglingina.


Manningin úti í Nesinum átti at havt gjørt sær greitt frammanundan, at Vágafólk - og sambandið úteftir - fóru ikki at góðtaka, at bara eitt skip skuldi røkja siglingina um Vestmannasund. Og neyðarrópini frá Marius & Co hava longu fingið Vinnumálastýrið at hálsa um. Ternan skal aftur sigla millum Vestmanna og Oyragjógv, samstundis sum nýtt skip - kanska ein tvíkilja - skal sigla ferðafólkini millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin. Eitt luksusproblem, vil onkur kanska skýra hetta tiltak. Ikki dømi um ein langtíðarpolitikk, men panikk-politikk.


Eftir at verkætlanin um nýtt suðuroyarskip varð løgd úr hondum, fingu suðuroyingar høvi at viðgera hesa ætlan, sum teir hava kolldømt. Ikki tíðarhóskandi, og nøgtar ikki tørvin. Hví tók Vinnumálastýrið ikki suðuroyingar við, tá jarnið varð smíðað, og sum landsstýrismaðurin lovaði.


Hesi skapa trupulleikar og økja ikki virðingina fyri politiska og umsitingarliga myndugleikanum, men tey eru bara ?peanuts? aftur ímóti stórmálinum fyri framman - fullveldisætlanini. Tá samgongan ikki klárar at loysa smámálini í sátt og semju, hvussu skal samgongan so fáa eina breiða semju um framtíð Føroya? Í løtuni skapar samgongan hvørki virðing fyri sær ella undirtøku fyri sjálvsstýrisstembanini.