spillivatns- og ferskvatnsskipan eins og nýggjastu navigatiónstól økja livitíðina hjá »Gorch Fock« við 25 árum. Skipið er umbygt eftir strangastu trygdarkrøvum og fekk fyri fyrstu ferð eitt Germanischer [...] høgtmettir gestur ú røllum heiminum. Seinna hálvárið 2002 fer »Gorch Fock« til Portugal og Spania eins og til norðurafrikansku strondina. Í sponsku havnini, Almeria, koma týski forsetin, Johannes Rau og [...] fara í land. Týski sendiharrin vil nýta høvi at hitta umboð fyri Føroya Landsstýri og umsitingina, eins og vinnulív, kirkjuna, mentan og skúla. Meðan skipið var til eftirlit 2000/2001 varð tann higartil
Eg kann hugsa mær, at ein bygdarmynd hvarv av Tvøroyri, tá Heri flutti til Havnar at taka við stavninum sum landsapotekari. Sum óiva longu er gjørt lesaranum greitt, so er Heri ein sera fjølbroyttur og [...] honum. Einaferð var Heri farin ein túr í dyrehaven norðanvert í Keypmannahavn saman við øðrum lesandi á farmeceut-háskúlanum. Sum tey ganga gjøgnum dyrehaven, koma tey fram á ein vongbrotnan spurv, ið lá við [...] verið so hættislig, sum tað tóktist (hetta er samstundis eisini ein talandi mynd av hvussu týdningarmikið tað er við samskifti, og hvussu ein støða kann verða misskilt, um ikki tosað verður um støðuna). Orðini
millum tey, enn tað var undan vikuskiftinum. Tá høvdu bæði liðini seytjan stig, men NSÍ hevði spælt ein dyst meiri enn HB. Nú hava bæði liðini seytjan stig, og tey hava bæði spælt átta dystir. Púra óvæntað [...] Gundadali, enn tey eru aðra staðni, kemur tað sjálvandi væl við hjá teimum, at teir eiga so at siga ein eyka heimadyst ímóti B36. Men eftir summarsteðgin skal HB til Klaksvíkar, Gøtu, Runavíkar og í síðsta [...] NSÍ ? uttan at spæla ? bæði styrkti um sína støðu í avgjørdu oddakappingini, og at teir løgdu meiri sjógv millum seg og ? burtursæð frá B68 ? feløgini, sum so fegin vilja vera við í stríðnum um gullmerkini
eisini umborð á norsk frystiskip, sum liggja har uppi. Tað er ein treyt fyri kvotunum hjá nótabátunum, sum eru heimahoyrandi í Danmark, at ein partur av veiðini verður landaður til matna. Í Føroyum hevur [...] við blaðið um leyst og fast. Jón flutti til Danmarkar í kreppuárunum og hevur búð niðri síðan. Men eins og allir hinir av manningini, noyddist Jón at hjálpa til at fáa stóru lodnunótina umborð. Vit avtalaðu [...] Mariu Polaris. Ruth er gamli Havlot, og Gulak keypti skipið í 1990. - Áðrenn skipið fór til fiskiskap, fekk Ruth nýggja brúgv og nýggja hekku í Noregi, sigur Asbjørn. 11 mans eru við Ruth, allir eru føroyingar
skurðguðamynd av Øregaard og sveipa hana uppá eitt bróst í skúlanum. Í apríl mánaða 98 hendi tó ein broyting. Tá kom ein plastmynd, av formanni javnaðarfloksins, at standa inni á Skipaneskrossinum. Demoniseraður [...] Ismurnar fingu ongantíð fótin fyri seg í Eysturoynni. Tesurnar, um orsøkina, kunna vera fleiri. Ein er, at flestu húski áttu hús, trøð, kúgv, neyst og bát. Hendan sjálvstøðan hevði tað við sær, at teir [...] føroyskum fiskimonnum, í døpru fimti-árunum. Persónsdyrkan er eisini ókend í oynni. Hóast hann var ein politiskur gigantur, eftir føroyskum mátistokki, so fara gøtumenn neyvan nakrantíð at umhugsa tankan
fimm sigrarnir á steevnuni vóru. Tað var hann, sjálvt um Sílið ikki fekk besta startin. Fípan Fagra megnaði beinanvegin at trýsta seg ein lítlan skut framum allar hinar trettan bátarnar. Blikur fylgdi væl [...] havnarbáturin seg framum Fípuna og Blik, sum síðani kappaðust um næstfremsta plássið. Sílið legði meiri sjógv millum seg og hinar, og á síðsu metrunum var tað sera sannførandi hjá Sílinum. Hjá Bliki gekk tað [...] Sílið annan sunnudag í heimasjógvi fer at megna at seta trumf á framúr góða kappingarárið, ella um ein av hinum bátunum fer at megna at spæla meistarunum eitt puss. Hóast munurin frá teimum fremstu og aftur
var tað onkur sum fekk tað frálíka góða hugskot at savna allar klassafelagarnar aftur í Vági. ? Fyrstu ferð, vit hittust, var í Vági á jólum í 1986, sigur Sven Olsen, sum hevur verið ein av teimum, sum hevur [...] hvørjum ørðum farvæl. Tey hava annars ikki gloymt hvønn annan, hóast tað nú er runnið nógv vatn á sjógv síðani tey hittust fyrstuferð. Og nú tey hittust aftur á jóansøku í Vági var tað fjórðu ferð, at tey [...] døgunum undan jóansøku komu tey til Vágs so við og við, og fyrstu ferð, tey øll hittust, var beint ein seinnapart nakrar dagar fyri stevnuna í gamla skúla á Oyrunum, har tey eisini gingu, tá ið tey vóru
tíðina í gjáramorgunin var eitt ferðsluóhapp við Sjógv í Kollafirði. Ein ferðafólkabussur við ferðafólki úr tí stóra ferðamannaskipinum A´Rosa Blu og ein lítil lastbilur hjá Kaj Andreasen rendu saman. Á [...] ð, sum hevur egna skaðastovu og lækna. Maðurin, sum koyrdi lastbilin, ið hevði ein kompressara viðfestan aftanfyri, fekk størri skaða. Men hann hevði fult vit tá hann varð koyrdur á skaðastovuna. Bæði
Kommunutíðindi Sumba: Teir arbeiða framvegis við bakkaverjuni í Sumba, eins og nú eisini er farið undir at umvæla lendingina á Polinum. Í Lopra, sum eisini hoyrir til Sumbiar Kommunu, er væl av fiskaarbeiði [...] sum farið er av brimi, siga teir. Orðini hjá kenda sumbinginum, Poul F. Joensen, renna til hugs, tá ein sær, hvussu tey her suðuri alla tíðan royna at verja seg móti tí briminum, sum berjir bygdina her fjart [...] bakkanum seinasta vetur, metir Jacob Vestergaard. ?Ikki var tað veri enn so kortini, enn at onkur fekk eitt sindur burtúr, flennir hann. Tí grunnbrotini tóku bæði brosmu og tosk við sær, so summi fingu
varaborgmeistari. -Tá barnaansingin varð løgd á kommunurnar fekk Tórshavnar Kommuna eina rokning frá landsstýrinum upp á 13 milliónir krónur, tí ein útjavning skuldi fara fram. Eg haldi slett ikki, at landsstýrið [...] ? Tá man hevur ein revolvara í pannuni fyri at góðtaka kravboð frá landsstýrinum, so er tað ikki nøkur avtala í mínum hugaheimi. Kommunurna fingu at vita frá landsstýrinum, at íløguætlanin fyri 2002 varð [...] slett ikki til í veruleikanum, tí slíkar flytingar kunnu bara gerast innan ávís øki í landinum. Um ein kommuna í Streymoynni, ella í Hesti, Koltri og Nólsoy ikki nýta sín part av íløgukvotuni, so kann Havnin