Afturhvarv
? Hesuferð var kanska tíðin komin at siga hvørjum øðrum farvæl.
Sven Olsen, vágbingur í Keypmannahavn, heldur, at tað er ivingarsamt, um hann fær høvi at síggja sínar gomlu klassafelagar aftur.
? Nú eru vit blivin so gomul, at tað verður neyvan, at vit fara at savnast aftur, so hesuferð vóru tað summi, sum bóðu hvørjum ørðum farvæl.
Tey hava annars ikki gloymt hvønn annan, hóast tað nú er runnið nógv vatn á sjógv síðani tey hittust fyrstuferð.
Og nú tey hittust aftur á jóansøku í Vági var tað fjórðu ferð, at tey hittast, teir gomlu klassafelagarnir, sum fóru í fyrsta klassa í Vági í 1943 og 1944.
Og tá var barnatalið í Vági øðrvísi enn tað er í dag, tí tilsamans vóru tey yvir 90 børn, sum byrjaðu í fyrsta klassa í Vági hesi bæði árini.
Afturat teimum komu so børnini úr Porkeri, Hovi, Lopra og Sumba eisini at ganga í skúla í Vági í ledri klassum, umframt at onkur einstakur kom úr Hvalba.
Eftir loknan skúla fóru tey, sum vera man, í hvør sítt herðashorn, har leiðin nú einaferð førdi tey og har, tey settust niður.
Nógv teirra búleikast eyðvitað enn í Vági og aðrastaðni í Føroyum, men tey eru eisini nógv, sum hava funnið sær eydnuna uttanlands, bæði í Danmark, Noregi, Íslandi, USA og aðrastaðni við.
Nøkur ár ímillum
Men fyri nøkrum árum var tað onkur sum fekk tað frálíka góða hugskot at savna allar klassafelagarnar aftur í Vági.
? Fyrstu ferð, vit hittust, var í Vági á jólum í 1986, sigur Sven Olsen, sum hevur verið ein av teimum, sum hevur tikið stig til at tey skuldu savnast aftur.
Hann sigur, at tá gjørdu tey av, at tað hetta skuldi ikki vera seinastu ferð, at tey hittust og síðani hava tey sett hvørjum øðrum stevnu tvær ferðir afturat, báðar ferðirnar á jóansøku, fyrru ferð var í 1996 og aðruferð var í 2000.
? Tá ið vit hittust seinast, var tað onkur sum helt, at tað kundi ikki ganga fýra ár, til vit hittust aftur, tí so var onki eftir av okkum, Tí avráddu vit at hittast aftur longu nú, á jóansøku 2002.
Hann sigur, at tey hava verið um 50 fólk, og gott tað, hvørja ferð, tey hava hitst, so ikki kann sigast annað, enn at undirtøkan hevur verið sera góð.
Hann væntaði líka góða undirtøku hesuferð, men noyðist at ásanna, at hesuferð verða tey ikki so mong, tí nú eru tey bara gott 30 -og tað bara styrkir varuhgan av, at hetta kanska verður seinastu ferð.
Nógv á skránni
Í døgunum undan jóansøku komu tey til Vágs so við og við, og fyrstu ferð, tey øll hittust, var beint ein seinnapart nakrar dagar fyri stevnuna í gamla skúla á Oyrunum, har tey eisini gingu, tá ið tey vóru børn.
Av teimum 90, sum byrjaðu í hesum báðum klassunum, eru 13 farin undir grønu torvu, og hendan dagin vóru tey eisini í kirkjugarðinum og løgdu blomstur á leiðini at siga teimum farvæl.
Tá ið tey hava hitst, hevur gudstænasta í Vágs Kirkju verið fastur táttur á skránni og tað varð tað eisini hesuferð.
Á gudstænastuni var tað Uni Næs sum prædikaði. Deknur varð pápi hansara, Johannes Andrias Næs, sum hevur verið degnur á hvørjari gudstænastu í Vági, tá ið hesir gomlu klassafelagarnir hava hitst og sum eisini var lærari hjá teimum, ta tíð tað var.
Ein annar av lærarunum, tey høvdu tá, er eftir á lívi, tað er Olaf Krossteig, sum nú býr í Havn.
Á Gudstænastuni gekk eisini talvan til frama fyri kirkjuna.
Eitt kvøldið høvdu tey eisini stóra veitslu í Stóra Pakkhúsi.
Sven Olsen sigur, at veitslan var, sum hon plagara t vera, tá ið tey hittast: Drúgv og avbera góð. Tey møttu tíðliga á kvøldi og nógv hildu á til morgunin eftir, og veitslulagið er hareftir.
Tann eina dagin vitjaðu tey eisini tey gomlu á Eldrasambýlinum í Vági.
Á gudstænastuni báðu tær seinastu ferðirnar, tey hava hitst, hevur talvan gingið til frama fyri Eldrasambýlið í Vági.
Sven Olsen sigur, at tey hava brúkt peningin at fríðka um húsið við tveimum málningum og umframt at vitja tey eldru, fáa tey so nú eisini høvi at síggja hesar báðar málningarnar, sum Torkil Strøm hevur málað av nattúruni rundanum Vágsfjørð.
Og seinasta felags punktið á skránni var ein útferð til Fámjins, har tey hugdu seg um. Tey høvdu eisini lænt bygdarhúsiðVesturhøll, har borðreitt varð við turrum tvøsti, turrum fiski, spiki, skerpikjøti, kókaðum eplum og pannukakum.
Eftir tað fóru tey at halda jóansøku í hvør sínum lagi, soleiðis sum hvør heldur vera best.
Av tí allarbesta
Tá ið fólk ikki hava hitst í so nógv ár, kann tað viðhvørt tykjast at vera strævið at fáa prátið at ganga, sama hvussu góð vinfólk tey vóru í barnaskúlanum.
Men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki hjá teimum, sigur Sven Olsen. Hann sigur, at prátið gongur lívligt frá fyrstu løtu og eyðvitað er nógv at minnast aftur á.
Sven Olsen sigur, at hendan klassastevnan var minst líka góð og væleydnað sum tær undanfarnu hava verið, tí alt gekk av tí allarbesta.
Men tað er farið at tynnst í hópinum og hann veit ikki, um tey fara at hittast aftur.
? Vit eru nú komin langt upp í sekstiárini og eru av álvara komin upp í ?umvælingaraldurin?, so tað verður tyngri og tyngri at ferðast langa leið.
?Men, hvør veit, leggur hann afturat, kanska tað stingst uppá okkum at seta hvørjum øðrum stevnu, so at vit aftur hittast um tvey ár, livst so spyrst. Tað er kanska ongin grund til at geva skarvin yvir beinanvegin, sigur hann ????