Ruth til Grønlands á lodnuveiði

11 føroyingar sigla við Ruth, sum er gamli Havlot. Gulak Madsen eigur skipið, sum er heimahoyrandi í Hirtshals.

Fiskivinna

Nótabáturin, Ruth, sum føroyingurin, Gulak Madsen í Hirtshals eigur, hevur verið
í Føroyum nakrar dagar. Hósdagin vóru teir á Fuglafirði eftir lodnunótini, nú
teir skulu til Grønlands, og tá nýtti Sosialurin høvi at hyggja fram við.
Ætlanin var ikki at steðga leingi í Fuglafirði, áðrenn kósin varð sett
vestureftir.
Í stívliga hálvan annan mánaða hevur Ruth roynt eftir norðhavssild í altjóða
sjógvi uppi við Svalbard og Jan Mayen. Teir hava landað sildina í Noregi og
eisini umborð á norsk frystiskip, sum liggja har uppi.
Tað er ein treyt fyri kvotunum hjá nótabátunum, sum eru heimahoyrandi í
Danmark, at ein partur av veiðini verður landaður til matna.
Í Føroyum hevur Ruth lagt sildanótina upp, og nú teir vóru á Fuglafirði, vóru
teir eftir lodnunótini.


11 mans við Ruth

Á kokkakamarinum umborð á hittu vit kokkin, Jón Nystrøm, sum seinastu árini
hevur búð í Danmark og hevur siglt við Ruth í nøkur ár. Hann var blíður og
fryntligur og vildi fegin tosa við blaðið um leyst og fast. Jón flutti til
Danmarkar í kreppuárunum og hevur búð niðri síðan.
Men eins og allir hinir av manningini, noyddist Jón at hjálpa til at fáa stóru
lodnunótina umborð. Vit avtalaðu at ringja til hansara, tá ið høvi beyðst. Nær
eitt slíkt høvi verður, er ilt at siga, nú leiðin ber til Grønlands. Væntandi
verður Ruth í Grønlandi til ólavsøku, men tað veldst um fiskiskap og kvotu.
Á brúnni hittu vit skiparan og beiggja eigaran, Asbjørn Madsen, sum báðir eru
synir Arngrím Madsen, sála, í Kvívík.
Hann sigur, at Ruth, sum bróðurin nú eigur einsamallur, er triðja skipið, sum
teir hava havt við at gera. Frammanundan vóru teir parteigarar í Lenu Polaris og
seinni eisini Mariu Polaris.
Ruth er gamli Havlot, og Gulak keypti skipið í 1990.
- Áðrenn skipið fór til fiskiskap, fekk Ruth nýggja brúgv og nýggja hekku í
Noregi, sigur Asbjørn.
11 mans eru við Ruth, allir eru føroyingar, men onkur býr í Danmark.


Stýrdir av kvotum

Skiparin letur hampiliga væl at gongdini, men sigur, at teir eru nógv stýrdir av
kvotum.
- Vit fiska sild, makrel og lodnu.
Hann sigur, at nú teir fara í grønlendskan sjógv at royna, verður lodnan helst
løgd upp á Bolungavik í Íslandi, sum liggur í útnyrðingarpartinum av Íslandi og
er stytsta farleið úr Grønlandi.
- Vit plaga at verða heima aftur á ólavsøku, men okkurt árið hevur verið
roynt út í august mánaða. Royndin er nógv har yviri hesa tíðina, og tá ið líður
út á summarið, plaga skipini at missa lodnuna burtur. Úr Danmark fara bæði
nótaskip og trolarar til Grønlands at royna eftir lodnu, sigur Asbjørn Madsen.
Tá ið Ruth kemur aftur úr Grønlandi, fer skipið á makrelveiði.