Um 10 tíðina í gjáramorgunin var eitt ferðsluóhapp við Sjógv í Kollafirði. Ein ferðafólkabussur við ferðafólki úr tí stóra ferðamannaskipinum A´Rosa Blu og ein lítil lastbilur hjá Kaj Andreasen rendu saman.
Á middagsleiti í gjár visti politistøðin í Havn ikki nógv at siga. 35 fólk vóru við bussinum, og níggju av teimum gramdu seg um pínu. Tey vórðu tó ikki koyrd á skaðastovuna, men umborð á ferðamannaskipið, sum hevur egna skaðastovu og lækna.
Maðurin, sum koyrdi lastbilin, ið hevði ein kompressara viðfestan aftanfyri, fekk størri skaða. Men hann hevði fult vit tá hann varð koyrdur á skaðastovuna.
Bæði akførini verða koyrd á bileftirlitið til kanningar. Meira verður at lesa um ferðsluóhappið í blaðnum í morgin