Heðin Mortensen: Landsstýrið nýtti revolvarametodur

Varaborarstjórin í Havn, Heðin Mortensen vísir á, at tað er beinleiðis skeivt sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í kommunumálum førir fram, at íløguloftið ella samlaða játtanin fyri íløgum hjá kommununum er ein avtala millum kommunurnar og landsstýrið.

? Tá man hevur ein revolvara í pannuni fyri at góðtaka kravboð frá landsstýrinum, so er tað ikki nøkur avtala í mínum hugaheimi. Kommunurna fingu at vita frá landsstýrinum, at íløguætlanin fyri 2002 varð ikki meira enn 160 milliónir krónur. Vit fingu eisini at vita, at um kommunurnar ikki tóku av hesum 160 milliónunum, so fór landsstýrið at leggja eitt uppskot fyri løgtingið, har tað varð samtykt, at soleiðis fór íløguloftið at vera, sigur Heðin Mortensen, varaborgarstjóri í Havn.
- Høgni Hoydal kann kalla hetta hvat hann vil, men fyri okkum er hetta eitt diktat, eini kravboð frá landsstýrinum. Høgni førir eisini fram, at tað ber til at býta í millum kommunur sum ikki nýta sína kvotu og aðrar sum hava størri tørv. Men hetta ber slett ikki til í veruleikanum, tí slíkar flytingar kunnu bara gerast innan ávís øki í landinum. Um ein kommuna í Streymoynni, ella í Hesti, Koltri og Nólsoy ikki nýta sín part av íløgukvotuni, so kann Havnin fáa tað sum loypir av, og hetta forslær einki, sigur Heðin Mortensen.

-Høgni kann vera so diplomatiskur sum hann vil og siga at vit hava misskilt, men í veruleikanum er hetta revolvarametodir, sum landsstýrið hevur nýtt í samband við íløguloftið hjá kommununum. Vit hava góðtikið íløguloftið við revorlaranum fyri pannuni, tí vit høvdu ongan annan møguleika og so kann Høgni Hoydal tosa um eina avtalu sum hann vera vil, sigur Heðin Mortensen.

Landsstýrið áleggur
Heðin Mortensen vísir á, at landsstýrið áleggur kommununum alt størri skyldur, og tí má samband vera millum skyldur og íløgur.
-Vit hava fingið álagt gjøgnum lóg at byggja skúlar, vit hava fingið ábyrgdina fyri barnaansingini og eldraøkið, sum verður tað næsta. Her er slett ikki samanhang í. Høgni Hoydal sigur, at vit kunnu prioriterað ørvísi, eitt nú kunnu vit minka um havnaíløgurnar. Hetta hendir samstundis sum vit fáa álagt frá landsins myndugleikum at útbyggja havnina, tí tvey nýggj stór ferðamannaskip, Norrøna og Smiril eru í gerð. Og politiskt er tað eisini avgjørt at hesi skip skulu sigla út frá Havnini. Fyri okkum merkir hetta, at vit skulu brúka eini 35 milliónir fyri at dýpa havnina fyri at hesi skip kunnu leggja at. Vit hava ikki fingið lovað eitt klovið oyra í endurgjaldi frá landsins myndugleikum til hesa eykaíløgu. sigur Heðin Mortensen, varaborgmeistari.

-Tá barnaansingin varð løgd á kommunurnar fekk Tórshavnar Kommuna eina rokning frá landsstýrinum upp á 13 milliónir krónur, tí ein útjavning skuldi fara fram. Eg haldi slett ikki, at landsstýrið hevur uppført seg serliga væl móti Havnini, sigur Heðin Mortensen.

Størri tørv
-Um Havnar kommuna hevði havt aðrar møgulleikar at hækka íløguloftið, so høvdu vit havt gjørt tað, landsstýrið var hvørki til at høgga ella stinga í. Vit fingu 68 milliónir av íløgukarminum, og av tí at vit gjørdu avtalur við aðrar kommunur kring okkum kom hetta tað upp á 74 milliónir, og hetta er nóg for lítið, sigur hann.
Hvussu stórur er íløgutørvurin hjá Tórshavnar Kommunu?

-Skuldi vit loyst barnaansingartrupulleikan, so kundu vit nýtt 80 milliónir krónur. Vit hava eisini tann trupulleika, at vit í dag mugu gera íløgur í eldraøkið, ein uppgáva sum landsins myndugleikar hava forsømt kring alt landið. Kommunurnar royna í dag at loysa eldraøkið fyri skomm skyld, men hví ger landið einki við tað, her er talan um eitt landsmál. Vit hava brúkt eini 20-25 milliónir bara til eldraøkið í Havnini. Vit kundu havt brúkt hesar pengar til onnur øki, eitt nú barnaansingina og sagt við landsstýrið, at hetta økið eiga til. Tó, fyri skomm skyld, hava vit valt at gjørt hesar íløgur, sigur Heðin Mortensen, varaborgmeistari.

Ongin sjálvkritikkur
Heðin Mortensen undrast stórliga á, at grundgevingin fyri at kommurnar ikki mugu brúka meira enn 160 milliónir krónur e,r at vit ikki aftur mugu invisterað okkum út á sjógv.

-Hetta hongur ikki saman. Tí hví skulu kommunurnar hava eitt íløguloft, tá landsstýrið sjálvt onki íløguloft hevur? Landsstýrið byggir tunnlar, vegir, ferjur, flogvallir og eg veit ikki hvat. Hjá landsins myndugleikum er onki mark. Tað undrar meg, at skilt verður so nógv í millum tveir myndugleikar. Eg haldi, at Tórshavnar Kommuna hevur dugað væl at húsast og henni nýtist ikki nakra administratión frá landsins hægstu myndugleikum fyri sínum íløgum, sigur hann.

Men er tað ikki rætt, at skuldin hjá kommununum var vorðin ein veldugur kleppur um beinini í nítiárunum og at fleiri kommunur høvdu ikki sýnt ábyrgd viðvíkjandi íløgum í áttatiárunum?

-Jú tað er rætt, men hetta kann ikki sigast um Tórshavnar Kommunu, Vit skylda ikki eingang eina álíkning, so hjá okkum stendur væl til, sigur Heðin Mortensen.

-Og hvar hevur so landseftirlitið verið, tá kommunur kring landið nærum eru farnar á húsagang. Mær vitandi skulu allar kommunum lata fíggjarætlan og rokniskap til Kommunala Eftirlitið á hvørjum árið, so her er nakað sum hevur haltað hjá landsins myndugleikum, sigur Heðin Mortensen.