Ismurnar fingu ongantíð fótin fyri seg í Eysturoynni. Tesurnar, um orsøkina, kunna vera fleiri. Ein er, at flestu húski áttu hús, trøð, kúgv, neyst og bát. Hendan sjálvstøðan hevði tað við sær, at teir ikki vóru so lættir at syfta av fremmandum tonkum. Kapitalistarnir bóru seg kanska ikki so býttliga at, sum aðrastaðir, livdu sum fólk flest, og framherjarnir í arbeiðararørsluni hava seigliga og djarvt stjórnað sínum feløgum til limanna besta. Tá ið tað kravdist, lupu teir heldur ikki av, eitt nú tá ið Erlendur Patursson stríddist fyri rættindunum hjá føroyskum fiskimonnum, í døpru fimti-árunum.
Persónsdyrkan er eisini ókend í oynni. Hóast hann var ein politiskur gigantur, eftir føroyskum mátistokki, so fara gøtumenn neyvan nakrantíð at umhugsa tankan, at telgja eina skurðguðamynd av Øregaard og sveipa hana uppá eitt bróst í skúlanum. Í apríl mánaða 98 hendi tó ein broyting. Tá kom ein plastmynd, av formanni javnaðarfloksins, at standa inni á Skipaneskrossinum. Demoniseraður. Einar fýra til fimm manshæddir. Hvíttklæddur. Ermarnar rullaðar upp á vinstra armi. Slips. Og obligatoriska pípan stútaði sjálvandi fram úr myndini. Modellið var danskt. Stoypt av donskum spinndoktarum til ein esbjergensara, ið hevði ræði á Danmørkini, Føroyum og eftir øllum at døma eisini Føroya Javnaðarflokki.
Royndin miseyðnaðist. Jarðbundnu eysturoyingarnir skiltu í hvussu er ikki eitt kvekk av hesum. Kendu valla mannin. Hann var heldur ikki uppstillaður í oynni. Okkurt bendir á, at danskir spinndoktarar hava verið framvið aftur hesaferð, men tekin eru um, at teir finna ikki á beint. Finna ikki innar í solar plexus á føroysku fólkasálini, so nú vóru góð ráð dýr, - tá ið hetta nú ikki kundi fyriskipast innanvert rimarnar á ríkisfelagsskapinum. Tað sum danir og føroyingar ikki megnaðu er nú lati einum sosialdemokrati úr svítjóð at fara í takholt við.
Um teir skilja føroysku fólkasálina betri enn aðrir er ilt at meta um. Hava verið lítið um okkara vegir. Ein var tó, ið kallaðist Rundwall. Búði í Villumsgøtu í Havn. Hann var kavari. Fekst við havnabygging, og tað varð hildið, at hann hevði eina rímiliga góða tendring. Tá ið hann kavaði herumleiðir, hevði hann ein kendan heiðamann sum hjálpara. Hesin skuldi ansa luftkompressaranum og røkja neyðuga tvívegis-telefonsambandið, av bolverki á botn. Einu ferðina var hjálparin komin sær í tos við onkran bygdamann á havnalagnum, og varnaðist ikki beinanvegin, at tað kimaði á máltráðnum. Tað gekk ein góð løta. So tók hann rørið av, og spurdi tey legendarisku orðini: "Hvønn tosi eg við?" Rundwall, ið var hin einasti sum kundi svara, og sum var um at kvalast av iltmanguli, setti føtur í spenni, og kom við sjógv á baki úr sjóvarmálanum. Krøkti í oljudansin hjá hjálparmanninum og hirdi hann út av bryggjumúlanum. Kort prosess. Hann skilti eftir øllum at døma ikki hendan serføroyska fasongin: Tað sum ikki hendir ídag, tað fáa vit bara á skaftið ímorgin, - ístaðin.
Tá ið Jógvan Sundstein royndi at stýra danska heimastýrinum í norðurhøvum, valdi danski uttanríkisráðharrin, Uffe Elleman-Jensen, at halda norðurlendskan uttanríkis-ráðharrafund í Føroyum. Hetta gekst í stóran mun eftir ætlan. Tó hómaðist ein disharmoniiur, tá ið Jógvan spurdi um ikki føroyingar eisini kundu luttaka á hesum felags norðurlanda fundi. Uffa dámdi ikki spurningin og svaraði beisktliga: Nei. Svenski uttanríkisráðharrin Steen Anderson, ið mundi skilja lítið av hesum danska malsjónskni, segði tá tey kendu orðini: "Tá er ikki nógv at gera. So mega tit bara bíða haðartil tit eru fræls tjóð við teimum rættindum ið hartil hoyra." Øðin spann í danir, og tað hoyrdist, at maðurin fekk álvarsliga, diplomatiska reprimandu fyri sítt sjálv-sagda munnlætni.
Í einu røðu, sum varð hildin tá ið sosialdemokratiski flokkurin í Skåne hevði seksti ára føðingardag, endurgav Olof Palme kenda pólendingin, heimsspekingin Leszek Kolakowski fyri at hava sagt: "Vinstrivongurin skilir utopia út, - á sama hátt sum brisið - ella búkspýttkertilin - skilur út insulin." Og Palme spyr sjálvur: "Skal hetta veruliga skiljast soleiðis, at politiski vinstrivongurin er lagnudømdur til politiskt fantastarí, dreymaslátur tilevnaði við skrivaraborðini ella til flýggjanina inn í eina óveruliga framtíð?" "Nei, soleiðis var hetta sjálvandi ikki hugsað. Hevur vinstrivongurin eingi utopia, tá fær hann ikki verið til. Honum tørvar áhaldandi at seta sær mál, sum her og nú, í løtuni, eru órøkkandi, men sum geva dagsins broytingum eina meining."
Eitt politiskt og hugsjónarligt stórmenni var Palme. Ov djarvur fyri onkran. Tí slapp hann ikki at liva. Kendastu orð hansara er helst hesi: "Politikkur - tað er at vilja nakað. Sosialdemokratiskur politikkur, tað er at vilja broytingina, tí broytingin kann hava við sær batar, kann geva hugflogi og virkisorku føði, og kann hartil lynna undir dreymar og visiónir. Men sjálvandi má viljin hava eina kós og broytingin eitt mál. Sosialistarnir eru nóg hugstórir til at vilja nakað, tí hugsjónin er drívmegi viljans, og vit er nóg djarvir at fara undir broytingar, tá ið broytingarnar kunna gera utopia til veruleika."
"The sweedish link" hjá Føroya Javnaðarflokki ber brá av frustratión og ræðslu. Kanska eisini ómegd. Undarligt at føroyskir javnaðarmenn ikki eru teir bestu til at rannsaka seg sjálvar, og haðani at leggja eina leið sum ber á mál. Kanska er danska sambandið framvegis ov máttmikið. Tungt er sleppa teimum, ið stóðu við vøgguna. Hugsjónarloysi hevur tað við sær, at tú rekst sum tongul í brimi, stýrdur av skiftandi rákum. Kanska hevði skaldi meiri rætt enn gott er tá ið hann segði, at móðurlandið hjá føroyskum javnaðarmonnum altíð er har sum pengarnir hjá hinum eru.
Stórsti trupulleikin er sjálvandi tjóðskaparspurningurin. Vit sóu tað nú aftur undir samgongusamráðingunum. Álíkt nevaleiki ímóti skuggum. Tað einu løtuni fyri øllum. Í aðru syftu imóti øllum. Alt eftir hvør hvalur kom upp at blása og nær. Síðani lotaði ikki úr hanakjafti. Tað einasta fjøldin veit er, at bíða verður eftir einum ókendum spinndoktara úr svítjóð fyri at fáa flokkin í spónalagið aftur. Og er hann hugsjónarliga í ætt við Palme og Anderson, tá ger hann kanska skarvslopið, ið fær flokkin inn í týðningarmikla stríðið fyri skipanina av føroyska nationalstatinum. Ermarnar rullaðar niður aftur og ketilsdraktin smoygd um herðarnar. Tá man fara at grógva um gangandi fót hjá politiska frælsinum í Føroyum.
Alt kann nú henda. Spenningurin økist. Um hann roytir teir út av bolverkinum, og tað fer at svíða sum svøllur ella hesin ókendi sviin fær alt aftur á rættkjøl, ja tað spyrst sum livst, sum Virgállur við Liða, so filosofiskt, plagar at taka til.