8. UMFAR SAMANUM
Landskappingin er meiri spennandi eftir áttanda umfarið, enn hon hevur verið higartil í ár. HB og NSÍ skulu ólavsøkudag spæla steypafinalu. Hesi bæði liðini eru eisini oddalið í landskappingini. Men nú er tættari millum tey, enn tað var undan vikuskiftinum. Tá høvdu bæði liðini seytjan stig, men NSÍ hevði spælt ein dyst meiri enn HB. Nú hava bæði liðini seytjan stig, og tey hava bæði spælt átta dystir. Púra óvæntað megnaði HB ikki at fáa stig við til hús, tá teir leygdarkvøldið vóru á Eiði, har heimaliðið vann 2?1.
At oddaliðið kiksar á Mølini minnir um kappingarárið í fjør. GÍ hevði vunnið allar dystirnar, tá teir í ellinda umfarinum, sum var tað fyrsta eftir summarsteðgin, vóru á Eiði. GÍ var stórfavorittur, men úrslitið varð 1?1. Eftir meiri enn hálvkiksarin royndist tað illa hjá GÍ, sum í seinastu sjey umførunum tapti tvær ferðir og spældi tvær ferðir javnleik. Og so vann B36 FM heitið.
Spurningurin er so, hvussu gongdin hjá HB fer at verða, eftir at teir hava tapt fyri fyrstu ferð. Undan summarsteðginum eiga teir tveir dystir í Gundadali. Úrslitini siga, at HB trívst væl betri á heimavølli, enn teir trívast á útivølli. Higartil hava teir spælt fýra ferðir uttanfyri Havnina, og teir hava bara vunnið á Skála. Á Toftum og í Vági fingu teir javnleik við til hús, og nú leygardagin taptu teir fyri fyrstu ferð í ár ? á Mølini á Eiði.
Tá HB avrikini eftir øllum at døma eru so nógv øðrvísi í Gundadali, enn tey eru aðra staðni, kemur tað sjálvandi væl við hjá teimum, at teir eiga so at siga ein eyka heimadyst ímóti B36. Men eftir summarsteðgin skal HB til Klaksvíkar, Gøtu, Runavíkar og í síðsta umfarinum suður á Sevmýri.
Fingu uttan at spæla
Samskiftið gongur skjótt nú á døgum. B68 liðið hevði ikki meiri enn lagt rygg til stórtap suðuri í Sveis, tá teir høvdu fingið boðini um, at HB hevði tapt. Harvið styrkti B68 ? uttan at spæla ? sammett við oddaliðið higartil sína støðu á triðja plássinum. Og so verður tað uppaftur meiri spennandi, tá toftamenn um tvær vikur og í síðsta umfarinum undan summarsteðginum skulu spæla ímóti HB í Gundadali.
NSÍ hevði eisini frí í vikuskiftinum, og teir kundu fegnast um, at úrslitini lagaðu seg rættuliga til teirra fyrimun. HB tapið hevur við sær, at tað er púra javnt millum HB og NSÍ. Og B36 tapið í Gundadali og KÍ javnleikurin á heimavølli hava við sær, at NSÍ ? uttan at spæla ? bæði styrkti um sína støðu í avgjørdu oddakappingini, og at teir løgdu meiri sjógv millum seg og ? burtursæð frá B68 ? feløgini, sum so fegin vilja vera við í stríðnum um gullmerkini.
Uppsangur hjálpti
B36 kundi havt lagt seg bara eitt stig aftanfyri tey bæði oddaliðini. Men tað gongur einki serligt í Gundadali hjá meistaraliðnum. Tapið ímóti GÍ var tað triðja á heimavølli í ár. Umframt ímóti GÍ hevur B36 tapt í Gundadali ímóti báðum oddaliðunum ? HB og NSÍ. Sunnudagin skal B36 spæla jóansøkudyst í Vági. Har plagar tað at vera torført hjá teimum flestu, men B36 hevur illa ráð at missa stig.
Umframt B36 kendi KÍ ikki sína vitjunartíð. Við seinastu umførunum í huga kann ikki annað sigast, enn at málleysi javnleikurin ímóti VB var vónbrot hjá heimaliðnum. KÍ hevði vunnið tríggjar ferðir upp í slag, og VB hevði ikki vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Klaksvíkingar vilja fegnir vera við, har tað gongur fyri seg. Um teir skulu megna tað, so ber ikki til at missa ov nógv á heimavølli. Higartil í ár hevur KÍ í fýra heimadystum mist trý stig ímóti B36 og tvey ímóti VB. Tað er ov mikið.
Stigatapið ímóti VB hevur við sær, at tað er trýst á KÍ, tá teir komandi sunnudag fara til Runavíkar. Um NSÍ megnar at fáa fult, so er fjarstøðan hjá KÍ til toppin sjey stig. Annars hevur kappingarárið hjá KÍ higartil verið sera átókt tí í fjør. Tá taptu teir á heimavølli í tveimum teimum fyrstu umførunum. So vunnu teir tríggjar ferðir upp í slag, áðrenn EB/Streymur á norðoyarstevnu punkteraði kappingarárið hjá KÍ. Eftir trilvandi byrjan í ár, tóktist KÍ hava fingið tak á stigaheystinum, men nú meiri enn hálv kiksaðu teir.
Við avrikinum ella heldur manglandi avrikinum hjá GÍ ímóti KÍ næstsíðsta sunnudag í huga mundu tey vera fá, sum høvdu roknað við, at GÍ skuldi fáa fult í Gundadali. Men tað gjørdu teir, og tað var stórur munur á hugburði og vilja frá sunnudegnum frammanundan. Mikukvøldið var fundur í Gøtu, har luftin varð reinsað, og um útluftingin fer at síggjast aftur í meiri enn hesum eina dystinum, so verður GÍ við í telvingini um fremstu plássini.
Skála framvegis ongan sigur
Við sigrinum á HB tók EB/Streymur seg frá hinum botnliðunum. At vinna 2?1 á HB var meiri enn stórt plástur á opna sárið, sum EB/Streymur hevði, tá teir næstsíðsta sunnudag fóru úr Gundadali við 7?2 tapi fyri B36 í viðførinum. Einki er at ivast í, at onnur lið enn HB fara at verða snýtt ímóti EB/Streymi, sum í løtuni tykist hava góðar møguleikar at varðveita plássið í bestu deildini.
VB javnleikurin í Klaksvík lyfti FM vinnararnar í 2000 eitt sindur frá botninum. Eftir turbolentu síðstu vikuna, tá jugoslaviski venjarin fekk durafjórðingin, hevði tað sera stóran týdning hjá vágbingum ikki at tapa stórt, og tað sást á spælarunum, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, at javnleikurin hevði uppaftur meiri at siga enn eina stigið, sum teir fingu burturúr hesa ferð.
Tá TB og Skála fóru á vøllin á Sevmýri, vistu tey, at fjarstøðan upp til áttanda plássið fór at verða økt ? í hvussu so er hjá øðrum liðnum. Javnleikurin ber við sær, at áttanda plássið fór tvey stig burtur bæði hjá TB og Skála, sum framvegis eigur fyrsta sigurin á. Um hann verður vunnin undan summarsteðginum valdast úrslitini í teimum báðum heimadystunum. Annað mikukvøld skal B68 spæla á Skála, og annan sunnudag fær Skála vitjan av KÍ.
Upphitingin til botnstríðið var merkisverd. TB royndi so leingi, sum tað bar til, at halda loyniligt, at Óli Johannesen skuldi spæla við teimum, og skálamenn stríddust í sínum lagi at fáa teir tríggjar úr Rumenia at hjálpa sær. Stóru trupulleikarnar høvdu teir loyst, men teir á Skála høvdu sambært FSF ikki lisið síðu 94 í kappingarskipanini nóg væl, og fótfeilirnir kostaðu trífalda styrkin. Um tað eisini kostaði sigurin á Tvøroyri og harvið kanska plássið í bestu deildini ber ikki til at siga.









