Bart av brimi fjart í villum Atlantshavi

Í Sumba royna tey enn sum fyrr at verja seg móti briminum, sum ár undan ári hevur tikið alt meira burtur av fjøruni. Nýggi verjugarðurin tykist tó at halda. Og nú verður eisini umvælingararbeiði gjørt á Pollinum. Eisini er í umbúna at byggja skúlan í Sumba munandi út

Kommunutíðindi

Sumba:

Teir arbeiða framvegis við bakkaverjuni í Sumba, eins og nú eisini er farið undir at umvæla lendingina á Polinum. Í Lopra, sum eisini hoyrir til Sumbiar Kommunu, er væl av fiskaarbeiði, sigur borgarstjórin.
Í góðveðrinum hendan dagin vóru menn í ferð við at stoypa dekk við lendingina úti á Pollinum í Sumba. Teir umvælka slíkt, sum farið er av brimi, siga teir.
Orðini hjá kenda sumbinginum, Poul F. Joensen, renna til hugs, tá ein sær, hvussu tey her suðuri alla tíðan royna at verja seg móti tí briminum, sum berjir bygdina her fjart í villum Atlantshavi. Metur eftir metur hevur tað máað burtur av bakkanum. Og her úti á Pollinum sleingir tað grótið heim við bakkanum, upp um garðin, og sorar so fyri sær, tá tað kemur niður aftur á plattin heimanfyri. Úrslitið er, at bátavognarnir, sumbingar nýta, tá teir skulu á flot, fáa ikki koyrt eftir óslætta dekkinum.

Bakkaverjan fyrst
Høvuðsarbeiðið hjá Sumbiar Kommunu er bakkaverjan greiðir Jacob Vestergaard, borgarstjóri frá.
Hann sigur, at seinasti vetur var hampiligur at koma ígjøgnum, men kortini hendi tað seg, at brimið kom niðan undir húsini.
Malargrót lá og rakst upi í bygdini at kalla, tá várið kom, og neyðugt var at rudda burtur við maskinum. Eini tveir metrar ella so mundu fara av bakkanum seinasta vetur, metir Jacob Vestergaard.
?Ikki var tað veri enn so kortini, enn at onkur fekk eitt sindur burtúr, flennir hann. Tí grunnbrotini tóku bæði brosmu og tosk við sær, so summi fingu rættiligt kók burtur úr briminum.
Sumbiar Kommuna hevur sett pengar av til bakkaverjuna í fleiri umførum. Málið verður ikki loyst á landsplani, so kommunan noyðist at bera allan kostnaðin. Í ár verður umleið ein hálv millión brúkt til bakkaverjuna.
?Tað kostar pengar at gera hetta, sigur borgarstjórin. Men tað er neyðugt, og tað hevur víst seg higartil, at tað, sum gjørt er, hjálpir.
Ymiskt er, hvussu undir lendið er, men vanliga hevur borið til at stoypt niður á hellu. Tá komið verður longri út, enn teir eru í dag, er møl fyri, og so kann verða eitt sindur ivasamt við undirlendinum. Men onkur loysn man fara at finnast har eisini, heldur borgarstjórin.

Pollurin
Lendingin í Sumba er úti á Pollinum, og har standa eisini bátarnir í neysti nakað niðan frá sjálvari lendingini, sum vitiligt er á brimplássi.
Í dag verða teir ikki drignir á lunni, sum fyrr, uttan koydir á vogni, sum einir tveir mans klára einsamallir.
Men tað krevur ordiligt undirlag at koyra á, tí vognarnir ganga á hørðum nylonhjólum, sum ikki hava dekk við luft í. Tá er rættiliga skjótt, at teir standa fastir, um eier koma í eina rivu ella eitt hol.
Og júst platturin, teir koyra eftir, hevur verið illa farin av brimi, so neyðugt hevur verið at umvælt hetta eisini, sigur borgarstjórin.
Tað er ikki tann stóri útróðurin úr Sumba. Men onkur flotar tó regluliga Serliga um summarið.
Men nú havhestatíðin fer at koma, vænta teir nógvan aktivitet í Pollinum, sum vanligt hevur verið. Og so er gott, at umstøðurnar hjá bátunum eru í lagi.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri sigur, at tá liðið er nakað út í august, kann altíð henda seg, at brim kemur, og tá er neyðugt at vera liðugur við tað, sum gerast skal av slíkum arbeiði í fjøruni.
Hetta arbeiðið, sum gjørt verður á Polinum, fer væntandi at kosta einar 100.000,- krónur, sigur borgrstjórin.
Hann sigur, at av øðrum stórarbeiðum hjá Sumbiar Kommunu, er tað skúlaútbyggingin, sum fyrst liggur fyri.
Enn er tað arbeiðið ikki komið longri enn á skriviborðið, men verður tó væntandi boðið út nakað skjótt.

Turrur trupulleiki
Fýra bygdir Sumbiar Kommuna. Bygdirnar Akrar og Lopra hoyra eisini við til kommununa. Umframt er so Víkarbyrgi.
Í Lopra er væl av fiskaarbeiði á virkinum í Ónavík, greiðir Jacob Vestergaard frá. Har munnu arbeiða eini 20-30 fólk. Talan er um vanligt flakavirki, sigur hann.
Men í Lopra hava tey ein løgnan trupulleika at dragast við. Tað er eitt við tíðini útvatnað mál, talan er um. Málið um vatnið úr Sumbiartunlinum.
Á fiskavirkinum í Lopra gramdu tey seg um, at tey manglaðu vatn, tá nógv arbeiði var. Tað gjørdi kommunan so nakað við og legði teimum eina nýggja vatnleiðing, greiðir borgarstjórin frá. Hetta kom væl við.
Men beinanveg, íbundið varð, var telefonstormur á kommunuskrivstovuni, tí vanligu húsarhaldini í Lopra klagaðu um turk. Virkið fór nú við øllum vatninum.
Hóast roynt verður at spara, og samlað verður upp aftur í brunninum um náttina, kemur fyri, tá nógv arbeiði er, og arbeit verður seint á kvøldi, at fólk í Lopra ikki fáa vatn úr krananum. Og tað ber so ikki til, heldur borgarstjórin.
Hann heldur tað vera burturvið, at fólk í Lopra skulu mangla eitt so grundleggjandi og lívsneyðugt ting sum vatn, samstundis tum túsundvís av litrum av fínasta og reinasta vatni av verðini renna millum húsini í bygdini og beint út á sjógv.
Jacob Vestergaard sigur, at Sumbiar Kommuna hevur biðið um at sleppa at brúka burtur av vatninum úr Sumbiartunlinum, men hevur fingið noktandi svar frá Vinnumálaráðnum.
Grundgevingin haðani hevur verið, at tað skal latast onkrum til gagnnýtslu.
Men hvat ið kann vera størri gagnnýtsla enn at lata vanligu húsarhaldunum i bygdini reint vatn, dugir borgarstjórin illa at ímynda sær.