borgarstjórastarv er fýra ár í senn, og nú hevði eg sitið tvær setur sum borgarstjóri. Tá tú ert farin at halda, at tú eigur kommununa, er tíðin komin til at gevast. Tað sigur Sonni á Horni, sum hevur [...] borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu hevur áður arbeitt við tunnilsbyggingum, men tá hevur talan verið um vatnveitingartunlar í samband við verkætlanir hjá SEV í Eysturoy. - Mær dámar væl at koyra, og mær [...] væl smiðjuarbeiði. So, hetta, eg nú geri, eg nakað, eg stórtrívist við, sigur Sonni á Horni. Spurdur, um hann møguliga fer at bjóða seg fram aftur eina aðru ferð sum borgarstjóraevni í Fuglafjarðar kommunu
føroyingum, og teir súkkla ella koyra dagliga tvørtur um brúnna á veg til skúla ella arbeiðis. Ein av kendastu útisetasangunum hjá føroyingum snýr seg um súrligar nætur í Keypmannhavn. »Og Langabrúgv leingist [...] fyri at leita eftir føroyingum. Tað verður sagt um hann, at hann er stórur og prúður. Hann hevur stórt skegg, og tí átti tað borið til at funnið hann, um hann er í nánd. Men tað er hann ikki. Kioskin í [...] Keypmannahavn: Tað er bítandi kalt í danska høvuðsstaðnum hendan leygardagin í februar. Vindur strýkur um gøturnar, og kavaveður hóttir frammi í tíðini. Fólk eru ballað inn tjúkkar jakkar, húgvur og handskar
skipið bjóðaði ferðafólkunum henda fyrsta túrin suður um fjørð. Nú fer at nærkast heimbýnum Trvøroyri. Og nú er eisini stundin komin til at meta um henda fyrsta túrin yvirhøvur hjá nýggja Smyrli ella rættari: [...] Smyril: - Hetta er eitt dreymaskip. Nú kunnu vit lætt og gott ferðast um Suðuroyarfjørð til Havnar. Inni í eini av mongum salongum situr ein ung kvinna, Petra og tosar við tvær aðrar kvinnur á sama aldri [...] havnaferð 34 ára gamla Petra Muller arbeiðir dagliga sum læknaskrivari á Tvøroyri. Í morgun er hon farin fyrsta túr við gamla Smyrli til Havnar, saman við teimum 12 næmingunum í 2. flokki við Trongisvágs
fullkomin kaotisk støða hjá kommununum. Hetta snýr seg slett ikki um vilja, hetta snýr seg slett ikki um virðir, hetta snýr seg einfalt um at taka fíggjarlig atlit hjá kommununum. Annika Olsen vísir eisini [...] samráðingar. Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru í løtuni í stríð við Føroya Pedagogfelag, um nýggjan sáttmála, og Annika Olsen metir, at teir báðir sáttmálarnir, ið Fíggjarmálaráðið longu hevur [...] støði fyri hvat lønarkarmurin skal vera á arbeiðsmarknaðinum. - Vit muga vita hvar man leggur støðið. Um tíggju prosent skal vera galdandi fyri tey 26 fakfeløgini, ið eru eftir, so kemur tað at kosta kommununum
fyri at fáa ró á samgonguna, og hann hevur ikki eina greiða meining um, um uppsøgn var rætta avgerðin. - Mann hevur ivaleyst tosað saman, um hvussu mann fær kókið av grýtuni fyri at fáa ró yvir samgonguna [...] Samferðslumálaráðið, at Ewald Kjølbro er farin frá sum stjóri á Landsverki orsakað av byggimálinum Glasir. Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, er skeptiskur um uppsøgnina av nú fyrrverandi stjóranum [...] sum vórðu brúktar ólógliga í Glasir byggigøluni. - Tá Landsstýriskvinnan sigur, at hon ikki visti um pengarnar, so trúgvi eg uppá tað. Eg dugi ikki at síggja, hvar Rigmor Dam hevur feilað. Men mann kann
m, fegnast um, at feløgini, sum fingu játtað royndarkvotu til ítøkiligt skipakeyp, longu eru komin í gongd. - Tað er stuttligt at síggja, at skipini longu eru komin til landið og eru farin til fiskiskap [...] leið í ár og næsta ár, nú rímiliga nógv er at fiska av uppsjóvarfiski. - Tað hevði verið fantastiskt, um nýggju feløgini fingu stabilitet í raksturin beinanvegin, nú sildafiskiskapurin hevur tikið seg upp
skerdan arbeiðsførleika. Hann vísir til frásagnir um tvørandi forstáilsi fyri hesum fólkum, sum hava verið bornar fram í fjølmiðlunum. - Vit øtast um óneyðugu og harðrendu framferðina, legði hann aftrat [...] Arbeiðsmarknaður - Tað er gleðiligt, at tit eru farin undir at gera tann “rúmliga arbeiðsmarknaðin – enn rúmligari”. Soleiðis tók Dánjal Vang, býráðslimur til á tíðindafundi á Kambsdali, nú Alv hevur keypt
havt stóran týdning fyri Brand sum fótbóltsleikara, men hann er samstundis tilvitaður um, at tey úrslitini eru farin afturum og at aðrir dystir nú bíða honum og liðunum, hann spælir fyri. - Eg havi longu [...] í seinastuni og ymiskir snávingarsteinar hava eisini verið í samband við skaðan í knænum, so sjálvt um eg nú eri hundrað prosent og tendraður sum ongantíð fyrr, so veit eg væl, at eg skal prógva mítt virði [...] galdandi millum teir bestu. Hann vaks upp í B71 og vísti seg evnaríkan longu frá byrjan. Væl varð nørt um talentið, og sum 15 ára gamal flutti Brandur til Keypmannahavnar, har ein sáttmáli við stórfelagið
sum ikki vóru farin við bara til hetta. Seinnapartin henda dagin, tá Norröna kom aftur á Havnina, sótu hjúnini Frígerð og Elias Egholm úr Havn og prátaðu saman um túrin. Tey vóru samd um, at hetta hevði [...] eg haldi, at teimum hevur dámað væl, sigur Livar. Enn er avgerð ikki tikin, um tey fara við aftur næsta ár, væl at merkja um ein slíkur túrur verður gjørdur aftur. - Eg rokni næstan við, at vit fara avstað [...] sindur av teimum við at verið meiri høflig, sigur Elias. Alt gott Hjúnini Egholm vóru fyrst og fremst farin á túrin fyri at slappa av. - Nei, vit hava sjálvi ikki handlað so nógv, siga tey. Saman við familjuni
til starvsfólkini á ALS. Tað var frá stjóranum, sum í brævi greiddi teimum frá, at hann hevði biðið um at verða loystur úr starvinum á ALS. - Tað var ikki mín ætlan at gevast í stjórastarvinum, men órímiligu [...] sita hendur í favn. Sjúrður Hordal er útbúgvin innan búskap og grannskoðan. Hvørt tað er skrivingin um arbeiðsviðurskiftini á ALS, sum er orsøkin til at stjórin nú fer frá, vil hann ikki siga. Starvsfó [...] er, at tað í fjør vóru 27 fólk á stovninum, og at nú eru bert 20 starvs-fólk eftir. Tey, sum eru farin úr starvi, dylja ikki, at viðurskiftini hjá teimum gjørdust so ótolandi,a t tey ikki høvdu annan møguleika