- Hetta er gleðiligt

- Tað hevði verið fantastiskt, um nýggju feløgini fingu stabilitet í raksturin beinanvegin, nú sildafiskiskapurin hevur tikið seg upp, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fegnast um, at feløgini, sum fingu játtað royndarkvotu til ítøkiligt skipakeyp, longu eru komin í gongd.

 

- Tað er stuttligt at síggja, at skipini longu eru komin til landið og eru farin til fiskiskap. Hetta eru feløg, sum hava gjørt stórar íløgur. Tí er tað eisini gleðiligt, at sildafiskiskapurin hevur tikið seg upp, og at skipini hava fingið fyrstu lastirnar. 

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at kvotugrundarlagið hjá feløgunum helst verður á góðari leið í ár og næsta ár, nú rímiliga nógv er at fiska av uppsjóvarfiski.

 

- Tað hevði verið fantastiskt, um nýggju feløgini fingu stabilitet í raksturin beinanvegin, nú sildafiskiskapurin hevur tikið seg upp.

 

Eingin veit, hvat ítøkiliga kvotugrundarlagið verður í framtíðini, tí eisini støddin á hesum kvotunum, sum Ango og Gráisteinur hava fingið tillutaðar, er treytað av, hvussu stórar føroysku uppsjóvarkvoturnar verða í komandi tíð.

 

- Men, vit vóna, at føroyski kvotuparturin á ávikavist svartkjafti, makreli og sild verður so frægur tey næstu árini, at øllum uppsjóvarflotanum verður lív lagað - eisini teimum nýggju aktørunum, sum nú eru komnir í gongd, sigur Jacob Vestergaard.