Fíggjarmálaráðið má gera klárt hvat lønarkarmurin skal vera fyri sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað metir Annika Olsen, nevndarforkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, ið heldur at óskil valdar á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú fleiri fakfeløg bíða at sleppa til samráðingar.
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru í løtuni í stríð við Føroya Pedagogfelag, um nýggjan sáttmála, og Annika Olsen metir, at teir báðir sáttmálarnir, ið Fíggjarmálaráðið longu hevur gjørt á almenna arbeiðsmarknaðinum, grugga samráðingarnar.
- Tað er Fíggjarmálaráðið sum má melda greitt út hvar linjan skal liggja, tí tað er óskil á arbeiðsmarknaðinum í løtuni. Tveir sáttmálar eru gjørdir. Ein við Starvsmannafelagið, ið er fimm prosent yvir tvey ár, meðan ein er gjørdur við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið er tíggju prosent yvir tvey ár, sigur Annika Olsen, ið eftirlýsir, at Fíggjarmálaráðið leggur eitt greitt støði fyri hvat lønarkarmurin skal vera á arbeiðsmarknaðinum.
- Vit muga vita hvar man leggur støðið. Um tíggju prosent skal vera galdandi fyri tey 26 fakfeløgini, ið eru eftir, so kemur tað at kosta kommununum dýrt. Samlaði lønarkarmurin hjá kommununum er umleið ein milliard krónur. Tíggju prosent av einari milliard eru 100 milliónir krónur. Hvussu skulu kommunurnar fíggja 100 milliónir krónur, tá fíggjarætlanirnar eru gjørdar? Hetta er ein fullkomin kaotisk støða hjá kommununum. Hetta snýr seg slett ikki um vilja, hetta snýr seg slett ikki um virðir, hetta snýr seg einfalt um at taka fíggjarlig atlit hjá kommununum.
Annika Olsen vísir eisini á, at kommunurnar ikki hava sama møguleika sum landið at regulera inntøkurnar, og tí kann tað fáa stórar avleiðingar fyri kommunurnar, um allir bólkar skulu fáa somu lønarhækkan sum sjúkrarøktarfrøðingarnir.
- Óansæð hvat vit ynskja, so er tað Fíggjarmálaráðið, ið góðkennir sáttmálarnar hjá kommununum. Vit kunna ikki fara út og gera tað, ið vit hava hug til. Vit liva undir einum øðrvísi veruleika enn landið ger. Vit hava ein møguleika at skrúva upp á inntøkurnar, og tað er skatturin. Hann kunna vit ikki broyta eftir 1. desember, so tann møguleikin er farin, sigur Annika Olsen, og leggur afturat.
- Hetta er fullkomið kaos. Hetta er ein óheppin støða, og eg harmist, at tað er endað í einum verkbanni, at børn ikki sleppa á dagstovn og at pedagogar ikki sleppa til arbeiðis. Her má handlast ótrúliga skjótt, men tað krevur, at Fíggjarmálaráðið kemur við einari útmelding um hvar vit liggja.