- Hetta er fyri at taka trýstið av Rigmor

Fyrrverandi løgmaður vil ikki krossfesta nakran, men heldur, at uppsøgnin av Ewaldi Kjølbro kom fyri at taka kókið av grýtuni

Á middegi í dag boðaði Samferðslumálaráðið, at Ewald Kjølbro er farin frá sum stjóri á Landsverki orsakað av byggimálinum Glasir. 

 

Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, er skeptiskur um uppsøgnina av nú fyrrverandi stjóranum í Landsverki.

 

Eg eri samdur í, at mann eigur at hyggja eftir, hvør hevur endaligu ovastu ábyrgdina av byggigøluni. Men at fara inn í kontórini eftir fólki, haldi eg, er eitt sindur undarligt. Tað er væl saktans bara ein, sum hevur høvuðsábyrgdina av einari játtan, og tað er landsstýrisfólkið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum meinar, at uppsøgnin kom fyri at fáa ró á samgonguna, og hann hevur ikki eina greiða meining um, um uppsøgn var rætta avgerðin.

 

- Mann hevur ivaleyst tosað saman, um hvussu mann fær kókið av grýtuni fyri at fáa ró yvir samgonguna aftur. So er mann komin til ta niðurstøðu, at hetta var nokk, soleiðis at onkur fær ábyrgdina. Hetta er at taka kókið av fyri at dempa trýstið á landsstýriskvinnuna, sigur hann. 

 

Men hann vil ikki krossfesta landsstýriskvinnuna, hóast hann er í andstøðu, og hann er vísur í, at Rigmor Dam ikki hevur vitað av teimum milliónunum, sum vórðu brúktar ólógliga í Glasir byggigøluni.

 

- Tá Landsstýriskvinnan sigur, at hon ikki visti um pengarnar, so trúgvi eg uppá tað. Eg dugi ikki at síggja, hvar Rigmor Dam hevur feilað. Men mann kann ongantíð koma frá, at eitt landsstýrisfólk altíð hevur ábyrgd av sínum játtanum. Landsstýrisfólkið hevur eisini ábyrgdina av, at mann ikki brúkar eina játtan til nakað annað, enn pengarnir eru játtaðir til. Um mann hevur fingið játtan til eini hús, kann mann ikki brúka pengarnar til at keypa bilar fyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen og sipar til flagtekjuna, sum skuldi gerast á Marknagilsdeplinum.

 

Hann heldur ikki, at avleiðingin av slíkum støðum neyðturviliga eigur at vera uppsøgnir. Hann heldur heldur, at mann sum landsstýrisfólk heldur kann fáa eina átalu.

 

- Vit eiga at vera búgvin til at kunna kjakast um, hvussu álvarsligt sovorðið er, og hvat er nokk til at krossfesta eitt landsstýrisfólk, sigur fyrrverandi løgmaður, sum kennir til trýstið, tí hann hevur verið í líknandi støðu við CIP málinum í 2014.