- Hetta er gleðiligt!

Á tíðindafundi á Kambsdali í vikuni, segði Dánjal Vang, býráðslimur, at Alv hevur góðar møguleikar at menna fólk teoretiskt við Áir og praktiskt á Kambsdali

Arbeiðsmarknaður

 

- Tað er gleðiligt, at tit eru farin undir at gera tann “rúmliga arbeiðsmarknaðin – enn rúmligari”.

Soleiðis tók Dánjal Vang, býráðslimur til á tíðindafundi á Kambsdali, nú Alv hevur keypt vinnubygning frá Fuglafjarðar kommunu.

- Eg haldi ikki, at ávís almenn arbeiðspláss hava verið rúmlig mótvegis teimum fólkum, sum hava skerdan arbeiðsførleika.

Hann vísir til frásagnir um tvørandi forstáilsi fyri hesum fólkum, sum hava verið bornar fram í fjølmiðlunum.

- Vit øtast um óneyðugu og harðrendu framferðina, legði hann aftrat.

Men hóast alt, segði hann, so eru sólskinssøgur, har almenn og privat arbeiðspláss hava fólk við skerdum arbeiðsførleika í arbeiði.

- Í nógvum førum hava partarnir stóra nyttu og gleði av hvørjum øðrum.

Dánjal vísti á, at í Danmark ger IBM eitt stórt arbeiði fyri teirra arbeiðsfólk, sum gerast sjúk.

- Tey gera alt, so viðkomandi, ið gjørdist sjúkur, kann koma aftur í sítt gamla starv, fulla ella niðursetta tíð – ella viðkomandi verður settur at røkja eitt annað starv í fyritøkuni.

Býráðslimurin segði, at tey 25 fólkini, sum koma at arbeiða á Kambsdali, hava eina realkompetansu, sum tey ella onnur ikki hava fingið eyga á.

- Tí er alneyðugt, at ávís fólk gera sær ómak at finna fram dygdirnar hjá hesum fólkum, sum skulu manna hesi arbeiðsplássini.

Hann segði, at eftir at hesi fólk eru ment teoretiskt og praktiskt, er ikki óhugsandi, at tey fara víðari til eitt starv hjá tí almenna ella privata – ella gera sítt egna virki.

- Alv hevur góðar møguleikar at menna fólk teoretiskt við Áir og praktiskt á Kambsdali. Hetta gevur fólki uppaftur betri møguleikar úti á arbeiðsmarknaðinum.

Dánjal Vang segði seg ikki ivast í, at vinnulívið og tað almenna fer at taka væl ímóti hesum nýggju arbeiðsplássum, og at allir partar fara at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum.

- Fuglafjarðar býráð fer av øllum alvi at gera sítt til, at hetta fer at eydnast, segði býráðslimurin.