- Hetta dámar mær ógvuliga væl

- Eg vænti ikki, at eg fari at stilla upp aftur til kommunuval, sigur Sonni á Horni, sum stórtrívist í tí arbeiði, hann nú hevur hjá NCC.

 

- Eitt borgarstjórastarv er fýra ár í senn, og nú hevði eg sitið tvær setur sum borgarstjóri. Tá tú ert farin at halda, at tú eigur kommununa, er tíðin komin til at gevast. 

Tað sigur Sonni á Horni, sum hevur verið borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu seinastu átta árini. Hann sat eisini í kommununi eitt skeið, áðrenn hann gjørdist borgarstjóri.

Eftir kommunuvalið hin 10. november í fjør, valdi meirilutin í býráðnum nýggjan borgarstjóra, sum hesaferð gjørdist Dávur Juul. Sonni á Horni er tó framvegis í býráðnum, og tað hevur hann einki ímóti, tó at arbeiðsdagurin nú er ein annar.

Í dag starvast fyrrverandi borgarstjórin hjá NCC í Sandoynni, sum byggir Sandoyartunnilin. Í arbeiðstíðini býr hann í einari av barakkunum, sum standa í Skopun, har arbeiðsmenn hjá NCC í Sandoynni búgva.

- Hetta, eg fáist við nú, er ikki nýtt fyri mær, tí eg havi fingist við hetta áður. Viðhvørt koyri eg dumpara, og viðhvørt arbeiði eg inni á verkstaðnum, sum vit hava her við tunnilsmunnan í Traðardali. 

Sonni á Horni sigur, at arbeiðsdagarnir eru langir, og arbeitt verður fleiri dagar út í eitt. Síðan hava teir frí í nakrar dagar. Men, alt hetta dámar honum sera væl, og hann heldur, at hetta er eitt fjølbroytt og gevandi arbeiði. 

##med2##

Fyrrverandi borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu hevur áður arbeitt við tunnilsbyggingum, men tá hevur talan verið um vatnveitingartunlar í samband við verkætlanir hjá SEV í Eysturoy.

- Mær dámar væl at koyra, og mær dámar væl smiðjuarbeiði. So, hetta, eg nú geri, eg nakað, eg stórtrívist við, sigur Sonni á Horni.

Spurdur, um hann møguliga fer at bjóða seg fram aftur eina aðru ferð sum borgarstjóraevni í Fuglafjarðar kommunu, sigur hann, at tað er ógvuliga ivasamt.

- Tað vænti eg ikki, og eg vænti heldur ikki, at eg fari at stilla upp aftur til kommunuval. Tá tú hevur sitið tríggjar setur, harav tvær sum borgarstjóri, er tíðin helst komin til at gevast - í øllum førum á ovastu rók.

Sonni á Horni sigur, at hann brennur framvegis fyri tí arbeiði, sum liggur fyri framman í Fuglafjarðar kommunu, og hann er glaður fyri høvi framvegis at vera ein partur av hesum arbeiði.