- Hetta standi eg ikki model til

Í gjár segði stjórin á ALS seg úr starvi. Hann hevur verið á stovninum í eitt ár. Í hesum tíðarskeiði hava 11 starvsfólk sagt upp. Eftir fund í stýrinum í gjár, gjørdi stjórin av at fara

Aftaná døgurða í gjár kom eitt skriv út til starvsfólkini á ALS. Tað var frá stjóranum, sum í brævi greiddi teimum frá, at hann hevði biðið um at verða loystur úr starvinum á ALS.

- Tað var ikki mín ætlan at gevast í stjórastarvinum, men órímiligu og skeivu atsóknirnar móti mær tykjast ikki at fáa nakran enda.

- Tí meti eg av persónligum orsøkum tað vera best at gevast, sigur Sjúrður Horsdal m.a. í brævinum.


Fer ikki at sita

hendur í favn

Við Sosialin sigur Sjúrður Horsdal, at hann ikki vil gera stórvegis viðmerkingar til tað, sum er farið, men at tað er ein lætti at avgerðin nú er tikin.

Hann hevur einki starv at fara til, men væntar ikki at fara at sita hendur í favn. Sjúrður Hordal er útbúgvin innan búskap og grannskoðan.

Hvørt tað er skrivingin um arbeiðsviðurskiftini á ALS, sum er orsøkin til at stjórin nú fer frá, vil hann ikki siga.


Starvsfólkaflýggjanin

Veruleikin er, at tað í fjør vóru 27 fólk á stovninum, og at nú eru bert 20 starvs-fólk eftir. Tey, sum eru farin úr starvi, dylja ikki, at viðurskiftini hjá teimum gjørdust so ótolandi,a t tey ikki høvdu annan møguleika, enn at fara.

Av teimum 11, sum fóru úr størvum á ALS, sita seks heima við hús. Tey fóru ikki, av tí at annað starv var teimum í boðið.

Sjálvur heldur Sjúrður Hordal, at tað hevur gingið væl á ALS, síðani hann var settur í starv.

- Arbeiðsloysisskipanin hevur eina trupla fortíð við nógvari feilumsiting og ónøktandi tænastustøði. Eg havi roynt at bøtt um hetta, og meti sjálvur, at nógv er komið burturúr, sigur Sjúrður Horsdal, og nevnir greiðari lógargrundarlag, broytingar á arbeiðsávísingini og at bygnaðurin er gjørdur meira tænastuvinarligur.

Í vár varð umhugsað at lækka starvsfólkatalið við uppsagnum, men stjórin valdi heldur at lata hetta henda við náttúrligari frágongd, og eitt ávíst uppruddingararbeiði varð sett í verk.

- Uppruddingararbeiðið hevur sjálvandi verið strævið hjá starvsfólkunum, sum hava umsitið málini gjøgnum árini, sigur Sjúrður Horsdal, sum heldur, at eingin grundað orsøk er til tá atsókn, sum hevur verið førd ímóti honum persónliga. Tað hevur hann nú tikið avleiðingarnar av. Hann hevur ikki hug at stan-da modell til slíkt longur.


Formaðurin ikki at hitta

Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Karin Kjølbro, formanni í stýrinumfyri ALS, men hon er ikki at hitta fyrr enn á middegi fríggjadagin.

Jákup Danielsen, stýrislimur sigur, at uppsøgnin hjá Sjúrða Horsdal er tikin til eftirtektar. Hósdagin verður stýrisfundur. Hann hevur onga viðmerking til málið í løtuni.