vælgerðandi endamál. Tað er konufólkið í Vági, vit tosa um. Fáa staðni í landinum mann konufólkið standa so frammiliga í bygdarmyndini og í bygdarlívinum sum í Vági. Ikki tí: Í býráðnum, har lokalpolitiskar avgerðir [...] kvinnulistan í Vági og fekk fyrstu kvinnuna valda í býráðið. Tað var fyrst í áttatiárunum. Nú er tað eldrasambýli Næsta stóra takið hjá Matmøðrafelagnum er at savna pengar inn til eitt eldrasambýli í Vági. Tí [...] hvønn krók í bygdini. Eitt tað fyrsta stóra takið hjá felagnum var at seta á stovn kvøldskúla í Vági. Tað var longu seinast í fimtiárunum at Vágs Matmøðrafelagið skipaði fyri kvøldskúla í bygdini við
upp í Vági, er nógv virksemi av bæði einum og øðrum slagi, ikki bara hjá Vágs Skipasmiðju. 19 mans í arbeiði Spurdur, um Vágs Skipasmiðja hevur merkt nakað til, at vit nú so smátt eru komin inn í oljuvinnuna [...] Í 1995 keyptu Gudmund Jacobsen, sum er stjóri, Hans Ziskasen og Mortan Mortensen Vágs Skipasmiðju frá Ídnaðargrunninum. Tá hevði einki arbeiði verið á skipasmiðuni í longri tíð, so eitt og annað var at [...] g« sum liggur við bryggju, meðan hetta arbeiðið verður gjørt, og einaferð í august skal brunnbáturin »Tjørnunes« leingjast. Í næsta mánað verður sektiónin gjørd, og tá hon er liðug, verður so »Tjørnunes«
Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn [...] Toftum tíðliga í kappingini, men síðani hevur tað gingið verri enn illa, og hjá fuglfirðingum er støðan ikki frægari: Teir hava als ikki vunnið í landskappingini í ár. Tvey leikbann eru í Gøtu í morgin. Søren [...] millum stengurnar í morgin. Eisini Hans Fróði Hansen, sum gjørdist sjúkur beint eftir túrin við landsliðnum í Estlandi, er komin fyri seg og spælir allarhelst í týdningarmikla dystinum í morgin. Úrslitið
nevndin í Vágs Bóltfelag fíggjarstøðuna hjá felagnum fram fyri virknu limunum. Nevndin metti fíggjarstøðuna at vera hættisliga, og tiltøk máttu setast í verk fyri at varðveita peningaligu trygdina í felagnum [...] venjari ella spælari í VB meir. Tað er sjálvandi spell fyri vágbingar, at teir missa Milanovic, sum hevur verið ein góður styrkur á liðnum, umframt at framgongdin innan fótbóltin í Vági hevur verið eyðsæð [...] i arbeiðið hjá Tomislav Sivic við kappingarbyrjan í fjør. Sum dømi kann nevnast, at Milanovic í sínum fyrsta árið sum venjari hjá VB fekk liðið við í eina altjóða europeiska kapping, og tað hevur VB ongantíð
um uppá nummar eitt og tvey frá Norðoyastevnu. Hvessingur vann í Klaksvík, men megnaði ikki at halda Jarnbardi aftanfyri seg í Runavík. Í Runavík gjørdist Gongurólvur nummar trý og munurin millum hesar [...] uppaftur størri. Vágsgentur hava í hvussu er nakað at vísa í Sundalagnum. Tær skulu vísa áskoðarunum at okkurt var sum tað ikki skuldi verða seinasta vikuskifti. Bátarnir liggja í hesi røð: 1.Drekin 2.Fípan [...] forða teimum í at vinna allar stevnurnar í ár, men um tað verður nóg mikið er so ein annar spurningur. Higartil hevur so púra eingin spenningur verið millum 10-mannaførini. Bátarnir liggja í hesi røð: 1
skipari á 200 tons fiskibátinum Explorer, við heimstað í Cape Town í Suðuramerika, og hevði verið við í tvey ár. Teir høvdu siglt í 10 dagar og høvdu 85 tons í lastini, tá teir vóru tiknir og førdir til Reunion [...] umframt bert at ganga hendur í lummma. Eg stytti mær stundir við at spáka í býnum, havi gittar við og skrivi sangir - mest andaligar sangir. Í løtuni er HM-kappingin í sjónvarpinum, og tað bøtir um [...] fram við einari lítlari oyggj í indiska havinum. Hann visti bert ikki, at ein kunngerð 1. januar 1998 varð sett í gildi, sum segði, at tá skip koma inn um 200 fjóðringarmarkið í fronskum sjóøki, skulu teir
tann størsti, havt deildir í flestu bygdum í meginøkinum og í smáplássunum, meðan Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt deildir í ávíkavíst Klaksvík, Leirvík, Vági og Porkeri. Men innan stutta [...] tá deildin er latin upp í Havn, so skuldi verið ein møguleiki fyri at bæði umsetningur og úrslit bankans fara at økjast. Stjórin í Suðuroyar Sparikassa metur í hvussu er, at tað í øllum førum er nóg stórt [...] vnarnar í Føroyum. Kundagrundarlagið er ikki so ógvusliga stórt og teir eru, eftir útlendskum mátistokki, nógvir í tali. Higartil hevur tað verið so, at bankin (fyrr bankarnir) høvdu deildir í hvørjari
verið væl fyri til dystin í dag. Í gjárkvøldið høvdu teir lætta venjing í Vági, og fyrrapartin í dag skuldu teir royna vøllin í Hvalba og eta døgurða saman. Karmarnir skuldu verið í lagi, og so er bert at [...] U18-landsliðnum. Hinir hava ikki spælt í altjóða fótbólti fyrr. Óhepnasti maður í Vági í hesum døgum man uttan iva vera Eyðun Kjærbo, sum keikti fótin undir venjing fyrr í vikuni og hevur gingið á høkjum síðani [...] so lætta sum gjørligt. Kekkiski hópurin lendi í Vágum í gjár og kom til Suðuroyar í gjárkvøldið, har teir skulu búgva í Øravík, til teir fara avstað aftur í morgin. Kekkarnir skutu annars upp, at VB rindaði
sum streyk avstað við FM-heitinum í fjør, er ikki eins væl fyri í ár, og ein fær varhuga av, at fleiri av teimum eru mettir aftan á árið í fjør. Í morgin kemur GÍ í Gundadal, og tað kann gerast ein rættiliga [...] men heiðursmerkini og pláss í Europa skuldu verið í eygsjón, ikki minst um tað eydnast at fáa trý stig í morgin. Oddaliðið og steypavinnararnir úr HB skulu í dag spæla í Sumba, og tað kann gerast ein [...] Landskappingin í fótbólti nærkast summarsteðginum, og eitt er í øllum heilt greitt. HB verður eisini nummar eitt aftan á 8. umfar, sum verður í dag og í morgin. Eftir knúsandi 4-0 sigurin á KÍ seinasta
eisini hesaferð. Søga varð skrivað í Hvalba henda leygardagin. Fyri tað fyrsta skuldi VB fyri fyrstu ferð royna seg í altjóða fótbólti, og harafturat varð grasvøllurin í Hvalba fyri fyrstu ferð nakrantíð [...] meira ágangandi Í seinna hálvleiki var VB eitt sindur meira ágangandi og komu nógv meiri við í dystin. Tá eitt korter var spælt, hevði Magni Magnussen, sum man hava eitt tað besta skotið í landinum, eina [...] Milan Milanovic fer í næstum frá sum venjari hjá VB, og hann helt, at tað var ein góður endi fyri hann at standa á odda fyri liðnum í einum altjóða dysti. VB skal spæla returdystin í Kekkia longu komandi