Landskappingin í fótbólti nærkast summarsteðginum, og eitt er í øllum heilt greitt. HB verður eisini nummar eitt aftan á 8. umfar, sum verður í dag og í morgin.
Eftir knúsandi 4-0 sigurin á KÍ seinasta sunnudag eru fýra stig frá HB niður til næsta lið, so eingin kann taka havnarliðið hetta vikuskiftið, sjálvt um HB skuldi tapt dystin í Sumba í dag.
Nærmasta liðið er nú NSÍ, sum vann 2-0 á B36 á Skálafjarðarstevnuni seinasta leygardag. Eins og HB skal NSÍ eisini til Suðuroyar, har teir sunnudagin skulu spæla á Tvøroyri móti botnliðnum TB.
Umframt, at HB verður oddalið aftan á hetta umfarið, er tað eisini 99 prosent greitt, at TB er botnlið aftan á sunnudagin, eisini um teir vinna á NSÍ. Tvørámenn hava bert fingið tvey stig burtur úr sínum fyrstu sjey dystum, og málúrtøkan sær heldur ikki serliga tespilig út. Trý stig eru upp til ÍF á næstniðasta plássi, sum eisini hevur væl betri málmun enn TB.
Sostatt liggja tvørámenn sera einsamallir í botninum, og fyri hvønn dyst sum gongur uttan sigur, verður tað tyngri og tyngri. Tað verður heldur ikki lættari við øllum leikbannunum, sum regna oman yvir TB-liðið. Í dystinum móti B68 seinasta vikuskiftið hevði TB-venjarin Zoran Pavlovic allar sínar menn tøkar fyri fyrstu ferð síðani í 1. umfari móti VB. Men dysturin var ikki gamal, tá Óli Johannesen fekk sítt annað gula kort í dystinum, og so var liðugt fyri hansara viðkomandi. Tá so málverjin Magni Hentze noyddist út við skaða í hálvleikssteðginum, og útileikarin Pól F. Joensen mátti í málið at standa, var eisini liðugt hjá TB, sum at enda tapti 0-5.
NSÍ yvirhálaði bæði KÍ og B36 seinasta vikuskiftið, og um teir vinna á Tvøroyri, sær tað gott út hjá teimum ungu monnunum av Runavíkarleiðini. NSÍ byrjaði árið væl, men tapti so sannførandi í tveimum dystum á rað móti HB og KÍ. Men síðani er glið komið á aftur, og NSÍ er aftur við í heiðursmerkjastríðnum.
Klaksvíkingar
á Svangaskarð
KÍ var nógv betri í steypafinaluni mikukvøldið enn teir vóru í landskappingardystinum sunnudagin, og teir vóru eitt sindur óhepnir við at tapa 2-0. Í morgin skulu klaksvíkingar á Svangaskarð at spæla móti B68, sum liggur ovarlagari enn tey flestu høvdu væntað um hetta mundið. Toftaliðið er nummar fimm, men tað eru bert tvey stig upp til silvurplássið, sum kann røkkast við sigri, samstundis sum NSÍ og B36 tapa.
Liðið, sum streyk avstað við FM-heitinum í fjør, er ikki eins væl fyri í ár, og ein fær varhuga av, at fleiri av teimum eru mettir aftan á árið í fjør. Í morgin kemur GÍ í Gundadal, og tað kann gerast ein rættiliga áhugaverdur dystur, tí meðan GÍ-ararnir kanska vóru eitt sindur mettir í fjør, man svongdin vera komin aftur nú.
Tá B36 og GÍ spældu í Havn í fjør, vann B36 5-2, og var hetta kanska tann mest týðandi sigurin av teimum øllum, tá samanumkom. Tað hevur eisini týdning hjá B36 at vinna í morgin, tí annars kann gloppið upp til toppin gerast í so stórt.
Men GÍ hevur heldur ikki ov nógv at geva av. Gøtumenn kunnu neyvan vera nøgdir við teirra avrik higartil í ár, men móti ÍF seinasta vikuskiftið vunnu teir aftur fyri fyrstu ferð síðani 10. mai. Kanska ein ábending um, at GÍ nú er á veg ? ivaleyst ov seint til at gerast føroyameistari, men heiðursmerkini og pláss í Europa skuldu verið í eygsjón, ikki minst um tað eydnast at fáa trý stig í morgin.
Oddaliðið og steypavinnararnir úr HB skulu í dag spæla í Sumba, og tað kann gerast ein lumpisligur dystur fyri havnarliðið, hóast teir mugu metast sum greiðir favorittar í dag.
Men sumbingar hava víst, at teir eru tungir at syfta á heimavølli, og til stuttleikar kann nevnast, at tey fýra málini, sum sterka HB-verjan hevur latið inn í ár, øll eru skorað av suðuroyarliðum?
Tann 10. mai vann HB 4-3 á TB, og 1. juni endaði dysturin móti VB í Vági 1-1. Annars hava ávikavist B36, NSÍ, GÍ, B68 og KÍ roynt at skora móti HB, men uttan eydnu. Ein góð ábending um, at verjan hjá HB telist millum tær sterkastu í landinum.
Einastu verjurnar, sum koma nær teimum fýra málunum hjá HB, eru B36 og B68, sum hava latið sjey mál fara inn í skeiva endanum higartil í ár. Á veiku síðuni liggur TB, sum hevur tapt 26 mál í sjey dystum ? tað er næstan fýra mál pr. dyst.
Hinvegin hevur TB verið raskari at skora enn fleiri onnur lið, og tað at teir hava gjørt trý av teimum fýra málunum, sum higartil eru skotin móti HB, prógvar, at tað ikki er har, hundurin hjá TB liggur grivin.