Í Vági er tað konufólkið sum heldur lívinum gangandi

Fáa staðni í landinum er konufólkið so frammaliga í bygdarlívinum sum í Vági. Tær stovnaðu kvøldskúla millum tey allarfyrstu í Føroyum. Og nýggjasta ódnartakið hjá teimum er at savna pening saman til eldrasambýli í Vági

Tær skipa fyri pensionistakvøldum, hugnakvøldum, kvøldsetum og sjónleiki. Tær hava stóran, fjølbroyttan handil.

Tær eiga tvey hús.

Og tær savnað hundraðtúsundtals krónur inn til ymisk vælgerðandi endamál.

Tað er konufólkið í Vági, vit tosa um.

Fáa staðni í landinum mann konufólkið standa so frammiliga í bygdarmyndini og í bygdarlívinum sum í Vági.

Ikki tí: Í býráðnum, har lokalpolitiskar avgerðir verða tiknar, eru tær ikki so væl mannaðar, hava bara tveir sessir av níggju.

Men alla aðrastaðni í bygdini eru tær ógvuliga sjónligar.

Ikki minst tær tríggjar, Torgerð Suðuroy, Elin Jacobsen og Ebba Vágsheim, sum vit hittu uppi á loftinum í nýggja, stásiliga Heimavirkinum, sum varð tikið í brúk fyri stuttum.

­ M.a. eru tað konufólk sum standa á odda fyri næstan øllum handilslívinum í bygdini, sigur ein teirra, sum avgjørt ikki hevur smæðst burtur, Torgerð Suðuroy, nevndarlimur

Hon heldur, at tað eru konufólk, sum stjórna einum 80% av øllum handlunum í bygdini.


Brutu slóð í felag

Tað er ikki minst ígjøgnum einasta kvinnufelag í Suðuroynni sum heild, Vágs Matmøðrafelag, at konufólkini hava gjørt vart við seg í Vági.

Vágs Matmøðrafelag varð stovnað í 1957, sama ár sum útvarpið.

Og síðani tað hevur felagið ment seg og hevur breitt seg til at kalla hvønn krók í bygdini.

Eitt tað fyrsta stóra takið hjá felagnum var at seta á stovn kvøldskúla í Vági.

­ Tað var longu seinast í fimtiárunum at Vágs Matmøðrafelagið skipaði fyri kvøldskúla í bygdini við skeiðum í veving, seyming, matgerð o.ø. sigur Elin Jacobsen, sum er formaður í Matmøðrafelagnum.

­ Hetta var - um ikki tann fyrsti, so ein av teimum allarfyrstu, skipaðu kvøldskúlunum í landinum.

­ Felagið skipaði fyri og rak kvøldskúlan líka til tað almenna tók yvir langt uppi í sekstiáruum.

Síðani tá hevur felagið ment seg og virksemið er blivið meiri fjølbroytt hareftir.

Eitt skiftið høvdu tey Hotellið ?Bakkan³ í Vági, sum tey høvdu keypt, men tí virkseminum góvust tey við

Men Matmøðrafelagið eigur nú kortini tvey hús í Vági.

Í øðrum hava tær heimavirki og annað virksemið.

Í hinum húsinum hava og reka tey m.a. dagtilhald til pensionistar.

Har ber til hjá pensionistum at koma tveir seinnapartar um vikuna at hugna sær við ymsum ítrivi.

Matmøðrafelagið tók stig til at stovna pensionistafelagið og av øðrum, føstum tættum í virkseminum hjá konufólkum kann nevnast, at tey halda veitslu fyri pensionistunum eina ferð um árið.

Hvønn vetur er eisini vanligt at tey skipa fyri ymsum tiltøkum og smærri skeiðum.

Tað hevur heldur ikki verið óvanligt, at Matmøðrafelagið skipar fyri hugnakvøldum, kvøldsetum og sjónleiki, ofta saman við sjónleikarafelagnum.

Og vit nevndu býráðspolitikk í áðni og at kvinnurnar áttu tveir býráðssessir av níggju.

Tað var eisini matmøðrafelagið sum tók fekk konufólkið á tað politiska landkortið í Vági.

Tí tað var Matmøðrafelagið, sum á sinni tók stig til tann fyrsta kvinnulistan í Vági og fekk fyrstu kvinnuna valda í býráðið. Tað var fyrst í áttatiárunum.


Nú er tað eldrasambýli

Næsta stóra takið hjá Matmøðrafelagnum er at savna pengar inn til eitt eldrasambýli í Vági.

Tí tiltakinum hava tey arbeitt við í næstan tvey ár nú og hava skipað fyri bingo, lutaseðlasølu o.ø.

Men stríðið hevur eisini borið frukt, tí nú standa yvir 130.000 krónur á bólk til eldrasambýli.

Kommunan hevur tikið væl undir við tankanum og arbeiðir eisini av fullum huga fyri at sambýlið skal blíva veruleiki.

Yvirhøvur er kommunan skjót at stuðla tiltøkum, sum felagið tekur stig til.

Fyrireikingarnar eru komnar so mikið langt, at roknað verður við, at okkurt fer at henda longu í ár.

Kommunan hevur eitt stykkið til endamálið úti á Marknoyri, uttast í bygdini.

Tað er eitt stykki, har møguleikarnir at byggja út seinni, eru heilt góðir, skuldi tað blivið neyðugt.


Eru flutt í nýggj hús

Alt hetta hendir ímeðan Matmøðrafelagið hevur bygt nýtt hús til Heimavirkið, sum er tað einasta í Suðuroynni.

Matmøðrafelagið fór undir heimavirkið í 1983, men víðkaði handilin seinni til eisini at umfata aðrar vørur.

Umframt at selja heimavirkaðar vørur, fingu tey eisini hondkeypssøluna av apotekaravørum, táið tann, sum hevði tær áðrenn, gavst.

Og av tí, at ongin veruligur bókahandil er í Suðuroy hava tey eisini fingið sær bøkur at selja og hava nú mestsum allar, føroyskar bøkur á hylluni.

Tey hava eisini eitt sindur av pappírsvørum.

Og skuldi nakar havt brúk fyri steintoyið til 300 fólk, hevur Matmøðrafelagið tað eisini til leigu.

Tað vil siga, at eisini við handlinum brutu tey partvís upp úr nýggjum og fóru undir nakað, sum ikki var frammanundan

Annars selja tey alskyns heimavirkaðar vørur úr øllum landinum, bundin pløgg, pløgg úr skinni, og lutir, sum eru virkaðir úr træi, steini o.ø.

Tað gongur soleiðis fyri seg, at fólk koma til Heimavirkið við tí, tey hava, og so selur handilin tað fyri tey afturfyri eina ávísa upphædd.

Tey siga, at tey hava sum oftast nokk av hosum og sikum, sum er lætt at binda, at selja

Men tey mangla oftani handskar, og annað smátt, sum er lætt at senda.

So vita tey, sum eru røsk at binda tað.

Tey siga, at handilin hevur gingið hampiliga væl, men at tað kom ordiligur stígur í tá ið mvg kom.

­ Tað er harmiligt at landsins myndugleikar ikki kunnu stuðla føroyskum heimavirkaðum vørum meiri við m.a. at lækka mvg á teimum sigur Ebba Vágsheim, nevndarlimur.

Tað var eisini eitt bakkast, táið flakavirkið læt aftur, tí tá hevði fólk ikki so nógvar pengar um hendi longur- og flakafólkið vóru eisini trúgv í heimavirkinum at keypa báði hosur, troyggjur o.a.

Men húsið, sum handilin var í var gamalt og milt sagt ikki nakað prýði fyri bygdina. Kommunan duldi heldur ikki fyri, at hon vildi helst hava húsið niðurtikið, men so kundu tey altíð byggja nýtt á grundini

Og tað hava tær nú gjørt.

Fyri stuttum varð nýggja heimavirkið, sum Jóannes við Ósagarð hevur smíðað, latið upp.

Umframt handilin, hava tær fingið stásiligt loft, sum tey ætla at brúka til ymisk endamál, eitt nú smærri, mentanarlig tiltøk, kafé, har fólk skulu kunna fáa ein kaffimunn og ein kakubita afturvið. Ella tað kann brúkast til okkurt heilt annað.

Í kjallaranum er tvey almenn wc, brúsa, vaskimaskina og turkitrumla, ein lítil køkur og korttelefon til ferðafólk. Tann partin av kjallaranum leigar Býráðið, men Matmøðrafelagið umsitur tað.

Nýggja húsið hevur Suð-uroyar Sparikassi fíggjað.