Tað er ein knallhørð kapping millum peningastovnarnar í Føroyum.
Kundagrundarlagið er ikki so ógvusliga stórt og teir eru, eftir útlendskum mátistokki, nógvir í tali.
Higartil hevur tað verið so, at bankin (fyrr bankarnir) høvdu deildir í hvørjari bygd - næstan í hvussu er. Sparikassarnir harafturímóti hava samstarvað so mikið væl innanhýsis, at teir ikki hava havt deildir á økinum hjá hvør øðrum.
Sparikassarnir eru tríggir í tali. Føroya Sparikassi hevur, sum tann størsti, havt deildir í flestu bygdum í meginøkinum og í smáplássunum, meðan Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt deildir í ávíkavíst Klaksvík, Leirvík, Vági og Porkeri.
Men innan stutta tíð kemur ein broyting á hesum øki.
Suðuroyar Sparikassi til Havnar
Suðuroyar Sparikassi, sum annars bert hevur hildið seg sunnanfjørðs, letur innan stutta tíð upp eina deild í Havn.
Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, váttar fyri Sosialinum, at so er.
? Jú, tað er rætt at vit arbeiða við slíkum ætlanum, sigur hann.
Hvør er orsøkin til at tit taka hetta stigið?
? Kundagrundarlagið hjá Sparikassanum hevur fyri tað mesta verið suðuroyingar. Meginparturin av teimum býr her suðuri, meðan nakrir teirra búgva norðanfjørðs. Og tað er m.a. fyri at veita teimum eina betri tænastu at vit lata deildina upp í Havn, sigur Mikkjal Sørensen.
Hann leggur afturat, at tað sjálvandi eisini er fyri at økja um kundagrundarlagið hjá Sparikassanum, at teir nú fara norður um fjørðin.
Nøgdir við
úrslitið higartil
Úrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa hevur verið gott seinastu nógvu árini.
Ikki kann tað sammetast við úrslitini hjá Føroya Banka og Føroya Sparikassa, til tað er Suðuroyar Sparikassi alt ov lítil, men tá deildin er latin upp í Havn, so skuldi verið ein møguleiki fyri at bæði umsetningur og úrslit bankans fara at økjast.
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa metur í hvussu er, at tað í øllum førum er nóg stórt kundagrundarlag í Havn til at teir taka hetta stigið.
Mikkjal Sørensen vil ikki dagsseta nær deildin hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn letur upp, men tað verður um stutta tíð.
Skóbúðin hjá Dánjali er har frammanundan og áðrenn Sparikassin kann fara undir sítt virksemi í hølun-um er óiva neyðugt við umvælingum og broytingum.
Vit fara at frætta nærri um ætlaninar seinni.