? Norðingar í Hvalba? Hvat er tá galið?
Speiska viðmerkingin, vit báðir myndamaðurin fingu við rámandi suðuroyardialekt, tá vit komu til Hvalbiar, rakti væl.
Tað er í so sjáldan, at ítróttarfjølmiðlarnir eru á staðnum, tá spælt verður í Suðuroynni, og tað hevur sjálvandi eisini sínar orsøkir. Eins og í fótbólti skal tað sum oftast ganga skjótt fyri seg, tá eitt blað skal gerast, og tað tekur lutlfalsliga langa tíð at ferðast millum Havnina og Suðuroynna, tá ein frammanundan ikki hevur so nógvar tímar at geva av. Tað skal helst vera ein serlig orsøk til at fara.
Og tað var eisini hesaferð. Søga varð skrivað í Hvalba henda leygardagin. Fyri tað fyrsta skuldi VB fyri fyrstu ferð royna seg í altjóða fótbólti, og harafturat varð grasvøllurin í Hvalba fyri fyrstu ferð nakrantíð karmur um ein altjóða fótbóltsdyst.
Og sigast má, at elddópurin var væleydnaður. Alt gekk upp á stás, bæði áðrenn, undir og eftir dystin. At VB tapti 0-3 var væntandi, men karmarnir rundan um riggaðu sera væl, og útlendsku gestirnir høvdu eisini alt gott at bera fyriskiparunum.
Annars var eitt tað fyrsta, vit funnu útav í Hvalba, at leikskráin, sum VB gav út til dystin, kostaði 10 krónur. Tað hildu vit vera eitt sindur løgið, tí aðrastaðni í landinum er hon ein gáva frá heimaliðnum til áskoðararnar. So hevði tað verið ólíka lættari hjá VB at lagt 20 krónur afturat atgongumerkjaprísinum og vunnið eina 10-krónu fyri hvønn áskoðara, sum so heldur ikki noyddist í mappuna tvær ferðir (kenslan av at missa pengar verður tvær ferðir so stór?).
Inni í Royn-høllini var alt klárt til tann stóra dystin. Ein kaffimunnur við onkrum afturvið stóð á skránni klokkan hálvgum trý, og hálvan tíma seinni byrjaði so dysturin.
Og tað var ein vána byrjan fyri vágbingar og føroyingar sum heild. VB-ararnir, har av teir flestu ongar altjóða royndir høvdu, vóru alt ov bangnir fyri kekkisku yrkisleikarunum, og áðrenn nakar visti av, var 2-0 til Boby Brno.
Tað fyrsta málið var eitt sindur løgið, tí bólturin, sum varð skotin nakað úti frá, rakti í stongina inni í málhorninum og fór út aftur á vøllin. Nógv hildu, at hann fór við síðuna av, og tað gekk ein løta, áðrenn tað gekk upp fyri øllum, at nú hevði Michal Kolomaznik lagt gestirnar á odda.
Tá vóru ellivu minuttir spældir, og tríggjar minuttir seinni var aftur galið. Hesa ferð varð Zdenek Valnoha spældur ígjøgnum og skoraði til 2-0.
Ein keðilig byrjan fyri VB-liðið, sum hevði ilt við at fylgja við skjóta kekkiska spælinum. Teir hildu bóltin niðri á jørðini so at siga alla tíðina, meðan vágbingarnir runnu runt í tríkantunum uttan at fáa fatur á bóltinum.
Høvdu VB-ararnir verið eitt sindur meira royndir, høvdu teir farið eitt sindur harðari í kekkarnar og ikki loyvt teimum at spælt sítt kombinatiónsspæl.
Við tveimum málum fyrsta korterið var vandi fyri, at her fór at enda heilt galið hjá VB, og at Brno fór at vinna stórsigur.
Men eftir hetta kom VB meira við í dystin, samstundis sum kekkarnir tóku sær eitt sindur meira av løttum. Eystureuropeisku gestirnir syrgdu kortini fyri, at tað ongantíð bleiv veruligur vandi á ferð framman fyri teirra egna málmanni, har málverjin Lubos Pribyl annars var rættiliga løgin ? fyri ikki at siga láturligur ? at síggja, tá hann eini tvær ferðir fór flákrandi út úr brotsteiginum at skalla bóltin burtur.
Tá eini 20 minuttir vóru spældir, sendi Dan Djurhuus ein langan bólt fram í høgru síðu til Jón Paula Olsen, ið sum oftast var einsamallur frammi í álopinum. VB-toppskjúttin gav sær ov góðar stundir við bóltinum, og so var tann møguleikin burturspiltir, tí kekkarnir alla tíðina vóru eitt vet kvikari enn vágbingarnir.
Tá fyrri hálvleikur leið móti endanum, hevði lítli teknikkarin Milan Pacansa eitt brandskot, sum brast í tríkantssamankomingina. Hevði hann farið inn, hevði tað verið eitt vakrari mál enn nakað, sum enn er skotið í HM-kappingini.
Men ta ferðina var eydnan við VB, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 2-0 til Boby Brno.
VB meira ágangandi
Í seinna hálvleiki var VB eitt sindur meira ágangandi og komu nógv meiri við í dystin. Tá eitt korter var spælt, hevði Magni Magnussen, sum man hava eitt tað besta skotið í landinum, eina góða roynd, sum endaði omanfyri, men annars var lítið av kjansum til vágbingarnar, sum sjáldan fingu spælið veruliga at koyra.
Kekkarnir høvdu eitt skot á stongina, og Bjarni hevði eina frálíka bjarging, tá ein kekki skallaði niðureftir eftir hornaspark.
Tá tíggju minuttir vóru eftir, kom triðja málið í dystinum, og tað var eisini kekkiskt. Tað var Jan Palinek, sum fekk høvdið á eftir høgt fríspark innfyri úr vinstru síðu, tá eftiransingarnar hjá VB, sum annars vóru komnar væl upp á pláss í seinna hálvleiki, sviku.
Dysturin endaði, og vágbingar vóru ikki alt ov keddir av úrslitinum, sum bleiv nøkulunda, hvat ein kundi vænta. 3-0 er einki stórtap, og VB-liðið hevði ikki gjørt sær fyri skommum.
Tað høvdu vertirnir úr Hvalba so avgjørt heldur ikki gjørt. Alt gekk sum tað skuldi, og hvalbingar, sum eru sera ernir av, at vøllurin hjá teimum nú er altjóða góðkendur, kunnu ivaleyst vænta sær fyrispurningar frá fleiri føroyskum feløgum um at brúka vøllin í altjóða kapping. Tað frættist enntá, at ein fyrispurningur longu er komin frá B36 um at leiga vøllin, tá liðið seinni í ár skal spæla Europa Cup-dyst fyri meistaralið, og B36-venjarin Tomislav Sivic (sum fyrr hevur vant VB) var eisini millum áskoðararnar í Hvalba.
Annars var meginparturin av áskoðarunum suðuroyingar, sum vóru alt ov kvirrir, tá liðið hjá teimum hevði tørv á stuðuli.
Bjarni: Málini ov bílig
Aftan á dystin fekk eg eitt lítið prát við VB-málverjan og liðskiparan Bjarna Johansen, sum eisini var eitt sindur vónsvikin av vantandi stuðulinum frá áskoðarunum.
Annars helt Bjarni, at okkurt av málunum, kekkarnir fingu, var heldur bíligt, og iðraði seg eisini um onkran feil, hann sjálvur hevði gjørt.
Men hann helt eins og hinir VB-ararnir, at úrslitið var á góðari leið og als ikki nøkur skomm fyri VB í teirra fyrsta altjóða dysti.
Venjarin hjá Boby Brno ? hann eitur Karel Vecera ? var enn blíðari og kallaði spælið hjá VB »excellent«.
Ein hevði hug at snerkja eitt sindur, men helt sær kortini, hóast harra Vecera var yvirdrivið blíður, tí »excellent« var spælið hjá VB í øllum førum ikki?
Vóru ferðatroyttir
Brno-venjarin helt annars, at vøllurin kundi verið betri og vísti á, at hann ikki var á sama støði, sum teir vóru vanir við heimanífrá. Hann vísti eisini á, at kekkiski hópurin hevði havt eina langa ferð, og at teir tí vóru eitt sindur ferðatroyttir og ikki fóru 100 prosent inn til uppgávuna (seinni leygarkvøldið vóru kekkarnir ein túr við báti saman við vágbingunum, og Karel Vecera, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr í sambandi við kekkiska landsliðið, segði, at hann ætlar sær at koma aftur sum ferðamaður saman við familjuni).
VB-venjarin Milan Milanovic, sum skifti seg sjálvan út, tá fimm minuttir vóru eftir, helt at úrslitið var realistiskt, men at hansara spælarar høvdu havt ov stóra virðing fyri mótstøðumonnunum.
Hann var betri nøgdur við seinna hálvleik og vónaði, at viðhaldsfólkini eisini vóru nøgd, tí tey høvdu uppiborið eitt gott úrslit.
Milan Milanovic fer í næstum frá sum venjari hjá VB, og hann helt, at tað var ein góður endi fyri hann at standa á odda fyri liðnum í einum altjóða dysti.
VB skal spæla returdystin í Kekkia longu komandi leygardag. Hann kemur heim aftur við VB, tí vikuskiftið eftir skulu teir spæla útsetta landskappingardystin móti B36 í Vági, og tað verður so seinasti dystur hjá fyrikomandi jugoslavanum við róðrið.