kom hon inn á júst hendan spurningin. Vit hava biðið hana grundgeva nærri fyri hesum sjónarmiðið. Pakki úr Danmark Vanliga tilboðið fyri børn á eini summarstevnu er tivoli. Men spurningurin er, um hetta [...] vaksnum fyri eitt ávíst gjald í ein hálvan tíma. Hetta er í hvussu so er nakað ið børnini tíma, og sum samstundis er mennandi fyri tey. Og so er hetta heldur ikki serliga kostnaðarmikið fyri fyriskipararnar [...] veruleikanum er nakað tilboð, tí tað tivoli inniber er, at børn skulu standa og brúka 200 krónur eftir einari lítlari løtu fyri at sleppa at lata nakrar løkur upp ella at rulla nakrar seðlar upp. Hetta er ikki
fjør. Kjartan Mohr er bátsformaður umborð á Jarnbardi, og tað er hann, sum veit hesi tíðindini. Men hann er skjótur at leggja afturat, at nú má eingin heingja hann upp á nakað, tí hann er spildurnýggjur í [...] Kappróður Menninir á Jarnbardi gjørdu leygardagin sum kvinnurnar umborð á Jarnbardi. Teir vunnu sína kapping. At Jarnbardur vinnur á somu stevnu bæði við monnum og kvinnum kemur ikki fyri á hvørjum ári [...] tá ið teir aftur fáa høvi at kappast. Elsti maður umborð er bátsformaðurin, sum er 27. Stýrimaðurin er 16, og hinir eru har ímillum. Manningin er henda: Kristian Eysturoy, Schønning Hentze, Ásmund Zachariassen
fylgir við. Og tá róðurin er av, og dreingirnir umborð á Junkaranum hava vunnið, so verður móttøkan fyrireikað, mammurnar baka køkur, bygdahúsið er opið, og hvørt flagg er vundið á stong, tá bilarnir koma [...] teirra, sum fylgir væl við, er Jóna Petersen. Í løtuni er hon næstformaður í róðrarfelagnum, og í ár stendur Junkarin henni serliga nær, tí hon er mamma at tveimum av teimum, sum á øllum stevnunum higartil [...] nógv frá flaggdegnum av og til norðoyastevnu, men síðani tá hava teir ikki vant so nógv, men tað er skil í, og teir vita akkurát, hvat tað er, sum teir taka sær fyri. Báturin er í Vestmanna, og eina ferð um
avstað á klokkuslagnum, sum er ásett at kappróðurin skal byrja, er nógv økt, og tað er neyvan nakað at ivast í, at tað, sum hevur við fyrireikingarnar at gera, og sum mannahond hevur ávirkan á, fer at [...] og ein fragd at vera til kappróður bæði hjá fyrireikarunum, teimum, sum kappaðust og ikki minst hjá áskoðarunum. Á ólavsøku er kappróðurin fyri tað mesta á deyðavatni, og so er spurningurin, hvussu umstøðurnar [...] Nú hava teir har vesturi gjørt nakað við hetta. Avgerð er tikin um, at halda seg til eitt túsund metra teinin, og málið er frá Giljanesi og inn á Sandavág. Hetta verður mett at vera so nógv meiri lagaligt
meistarunum umborð á Eysturoyingi hava fyri stuttum her á síðunum givið til kennar, at teir ætla sær ikki at rógva næsta ár. Nú sær tað út til, at tað eru fleiri enn teir báðir umborð á Eysturoyingi, sum [...] næsta summar. So talan er um rættan altjóða meistararógvara, sum vegleiðir føroysku meistarunum. Hetta er 10. árið, at Eysturoyingur, ið var ein av fyrstu bátunum, sum Sámal smíðaði, er við í kappingini. Um [...] 2005 vunnu teir seks ferðir (allar róðrarnar uttan á Norðoyastevnu, tá ið teir vóru næstfyrstir), í fjør vunnu teir tríggjar ferðir, og í morgin eru teir á Eysturoyingi favorittar at vinna fyri sjeyndu ferð
við róðrunum og stuðla teimum á tann hátt • Kappróður er somuleiðis ein partur av mentan og samleika okkara. • Og so er hetta eisini ein gomul ítrótt, sum haraftrat er tjóðarítróttur okkara! _____________ [...] nærum borið á lógvum. Í ár er kortini fyrstu ferð, at hesar fýra genturnar - Silja, Klara, Sára, Ruth Jórun og tvær aftrat - skulu setast við árar umborð á Katlu at kappast við javnaldrar teirra á firðum og [...] - Ja, koyr á. Kom so - 1-2-3, og so spurta vit eitt sindur! Róðursmaðurin umborð á Katlu - Ólavur Nybo av Viðareiði - veit hvat tað snýr seg um. Og hann vil fegin hava genturnar umborð á Katlu at rógva
gera, tá ein hugsar um, at tað er ein stevna. Vakthavandi á politistøðini við Sandin í Klaksvík sigur, at hann metir, at tað hava ikki verið eins nógv fólk á norðoyastevnu eins og undanfarin ár. Uttan iva [...] Niklas á Líðarenda bríkslaði stevnudystin í gongd, var hýrurin á øllum teimum hvítt og blátt klæddu áskoðarunum sera góður. Men sum dysturin leið, so sníkti mjørkin seg millum teir 22 leikararnar á vøllinum [...] leitað sær upp á takið á Roykivirkinum. Teir vórðu bidnir um at koma niðuraftur áðrenn nakar teirra fekk skaða. Eini tvær fráboðanir hava eisini verið um bardaga, men tá politiið kom á staðið var onki
sum ger fyrimyndarligt arbeiði og er á varðhaldi, og tað er Fróðskaparsetur Føroya og tey, sum har starvast. Men henda løtan er ikki bara ætlað slíkum práti. Nú er stevna, Norðoyastevna, sum plagdi at [...] sum ofta er hent, at tvey hittast og gerast góð. At enda ynski eg øllum góða norðoyastevnu, tað sum eftir er av henni. Men meg minnist heimasandsmann, sum helt fyri, tá ið hann hitti fólk á veg á stevnu: [...] røðu her í dag, setti eg heilahvirluna á gongd at finna og skipa okkurt viðkomandi at bera fram. Oftast er úrslitið ein hópur av leysum orðum. Og á stevnu sum hesari er ítróttur sjálvsagt orð. Men vit eru
Sørensen. Spenningurin Á øllum stevnunum uttan á norðoyarstevnu liggja bátarnir, sum á undanfarnu stevnu hava kappast um oddasessin, við síðuna av hvørjum øðrum í miðjuni. Á norðoyastevnu verður lutur kastaður [...] og út á fimtan hundrað metra máli, men tí trupulleikanum sleppa teir undan hesa ferð, tí teir hava tveir fastar startir ? ein á 1500 og ein á 1000 metra málinum. ? Síðusøkkini og alt annað, sum er tengt [...] Hósvík, á Tvøroyri og á Fuglafirði, meðan teinurin í Sandavági og á ólavsøku verður eitt túsund metrar. Høvuðsdómari í dag verður Gunnbjørn Joensen. Máldómari verður Sigurd Andreasen, og úti á startmálinum
hann royna at halda skil á suðuri á Trongisvágsfirði. ? Hvør báturin hevur millum tíggju og tólv metrar at rógva á, men hjá fleiri er tað trupult at halda seg á hesum økinum, og so er vandin stórur fyri, at [...] aðrar bátar, so er galið aftur. Í Hósvík høvdu bátarnir hug til at snara í bakborð, og tað var orsøkin til, at fleiri bátar vóru alt ov norðarlaga á, tá teir komu á mál. Myndugleikin Tað er upp til høvuðsdómaran [...] Tíðin avmarkað Hvat viðvíkur róðrartíðini var munur á teimum báðu fyrstu stevnunum. Allir partar vóru misnøgdir við, at róðrartíðin á norðoyastevnu var longri enn tríggjar tímar, men hesa ferð gekk betur