Kappróðurin skal vera vinarligur móti áskoðarunum

Kappróður: Róðrarsambandið kennir seg væl fyrireikað til róðrarárið, og teir hava gjørt nógv burturúr at fáa umstøðurnar á ymsu plássunum so eins, sum tað ber til

So føgur í Føroyum er summarins mynd, plagar at ljóma í útvarpinum upp undir kappróðrarnar. Tá tað er komið fram til kappróðrarárið, er summar í Føroyum. Fyrsti FM róðurin verður í Klaksvík seinnapartin í dag, og harvið verður tað ramasti álvari hjá fleiri hundrað kappróðrarfólkum fram til ólavsøkuaftan, tá sætti og síðsti FM róðurin er lokin, og tað verður greitt, hvør stóð seg best í 1999.

Róðrarsamband Føroya, RSF, hevur høvuðsábyrgdina av róðrunum, og teir hava í langa tíð fyrireikað seg til nýggja róðrarárið. Millum annað hava teir havt fundir við dómararnar, við umboð fyri bátsmanningarnar og við stevnufyrireikararnar saman við dómarunum.

? Sammett við so nógvan annan ítrótt so er tað í kappróðrinum sera nógv treytað av veðrinum, hvussu tað eydnast í tí einstaka førinum, men vit arbeiða alla tíðina uppá at betra tað, sum vit eru harrar yvir, sigur Hannis Joensen, formaðurin í RSF.

Teir, sum ferðast kring landið og hava ábyrgd av kappróðrinum, vita sjálvsagt, at tað er ymiskt, sum tað liggur fyri at fyrireika og avgreiða róðrarnar. Royndirnar í ymsu støðunum eru ymiskar, og á fundunum við ábyrgdarpersónar hava teir í RSF roynt at formidla góðu royndirnar frá einum staði og til hini.


Gera skjótari av

Ofta hevur verið funnist at, at tað tekur alt ov langa tíð at avgreiða róðrarnar, og tað hevur verið víst á, at tað er sera lítið vinarligt fyri áskoðararnar at vera framvið róðrarøkinum í einar tríggjar tímar og brúka tað mesta av tíðini til at bíða í.

? Veðrið spælir nógv inn her, men vit í RSF vilja ógvuliga fegnir hava, at tað verður gjørt skjótari av. Tá tað stendur í skránni, at kappróður er klokkan trý, so skal tað merkja, at startskotið fyri fyrsta róðrinum verður latið av klokkan trý og ikki, at tað verður farið undir at fyrireika fyrsta róðurin klokkan trý, sigur formaðurin í RSF.

Um tað fer at eydnast seinnapartin í dag at avgreiða róðrarnar, soleiðis at alt verður liðugt eftir tveimum tímum ? hetta er málið hjá RSF ? er kortini eitt sindur ivasamt, tí tað vera tveir róðrar eyka. Átjan gentumanningar hava boðað frá luttøku. Teir í RSF hava sett seytjan bátar sum hægsta mark í einum og sama róðri, og tað hevur við sær, at tað verður neyðugt við tveimum innleiðandi róðrum og einari finalu hjá gentunum.

Undanfarin ár hevur tað tikið drúgva tíð at flyta fasta startin frá túsund metra málinum og út á fimtan hundrað metra máli, men tí trupulleikanum sleppa teir undan hesa ferð, tí teir hava tveir fastar startir ? ein á 1500 og ein á 1000 metra málinum.

? Síðusøkkini og alt annað, sum er tengt at startinum verður lagt út frammanundan, men tað ber ikki til at leggja fasta startin á túsund metra málið fyrrenn Dúgvan er komin úr Leirvík, hagani hon fer klokkan 13.40.

Í Klaksvík hava 10-mannaførini altíð róð tvey túsund metrar, men tað ber ikki til longur, tí alivirksemið undir Kunoyar landinum er stórt og hevur breitt seg nógv. Reglarnir siga nú, at tað ber til at rógva 1500 metrar hjá 10-mannaførunum, og hetta verður fyri fyrstu ferð praktiserað seinnapartin í dag.

Annars fara størstu bátarnir í ár at rógva tvey túsund metrar í Hósvík, á Tvøroyri og á Fuglafirði, meðan teinurin í Sandavági og á ólavsøku verður eitt túsund metrar.

Høvuðsdómari í dag verður Gunnbjørn Joensen. Máldómari verður Sigurd Andreasen, og úti á startmálinum verður tað uppgávan hjá tveimum klaksvíkingum, sum nú búgva aðra staðni at fáa bátarnar at liggja sum teir skulu. Hesir báðir eru Hallur Ellingsgaard og Jákup Sørensen.


Spenningurin

Á øllum stevnunum uttan á norðoyarstevnu liggja bátarnir, sum á undanfarnu stevnu hava kappast um oddasessin, við síðuna av hvørjum øðrum í miðjuni. Á norðoyastevnu verður lutur kastaður um røðina, bátarnir skulu liggja í, og tað vil siga, at tað kann fara at vera stór fjarstøða millum bestu bátarnar.

Men einki er at ivast í, at tað verður rættuliga spennandi. Hugurin at rógva er stórur, og so fer tað at vísa seg, hvussu sigrarnir verða býttir kring landið.

Størsti spenningurin knýtir seg altíð at 10-mannaførunum. Í fjør stóð eingin teimum á Eysturoyingi kurl. Einki er at ivast í, at teir á Skálafjørðinum aftur í ár eru væl fyri ? teir hava mest sum somu manningina ? men aðra staðni hava teir eisini gjørt nógv við tað, t.d. umborð á Vestmenninginum og Havnarbátinum, og so ætla teir á Tvøroyri sær at vera við í ár. Teir hava latið ein nýggjan Suðuroying smíðað. Báturin er ikki heilt klárur enn ? teir rokna við, at hann verður klárur til jóansøkuna - og í dag møta tvørámenn upp við Suðuroyinginum, sum er frá 1937. Tvørábáturin, sum teir ongantíð vóru heilt nøgdir við, er farin av landinum.

Breiddin í kappingini hevði verið uppaftur størri, um Kjølur og Skálabáturin, sum báðir hava staðið seg væl í fleiri av undanfarnu árunum, eisini vóru við, men hvørki í Sundalagnum ella á Skála hava teir vant við 10-mannafarinum.