Tíðindaskriv:
Tað er liðin 4 ár síðan Guðrið lat útgávuna ”Gult myrkur” úr hondum, sum var sera væl móttikin og var m.a kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023. Nú er Guðrið aftur aktuell við nýggjari útgávu ”Sýrublað”, sum kemur út 10. apríl. Høgni Lisberg hevur staðið fyri framleiðsluni og upptøkum og tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur, við íblástri frá country, reggae og rokki. Fyrsta staklagið á útgávuni er lagið ”Oyralippan” sum m.a snýr seg um álitið og sambandið í millum tvey mennsikju, sum dyppa saman.
“Vit vildu gera eitt summarligt reagge popp lag, fylt við “good vibes” spæligleði og spontanitetið, sum riggar væl til sensuella og spælandi tekstin hjá Beinir” sigur Guðrið um lagið










