30.564 starvsfólk í desember — 380 fleiri enn árið fyri

Í desember vóru 378 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 1,3 prosent

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

 

Tað skrivar Hagstovan.

 

Í desember vóru 30.564 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 378 starvsfólk, ella 1,3 prosent, fleiri enn desember árið fyri. 

 

Í desember vóru góðir 15.600 menn og slakar 15.000 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 145, ella 0,9 prosent, fleiri menn og 233, ella 1,6 prosent, fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.

 

Tvær tær størstu vinnugreinarnar eru "Heilsu- og almannaverk" og "Almenn umsiting og verja", sum báðar eisini høvdu ein vøkstur í starvsfólkaskara samanborið við desember árið fyri. Størsti vøkstur í tali í desember var í "Heil- og smásølu; umvæling av akførum" við 124 persónum. 

 

Í byggivinnuni er talið hinvegin minkað, har tey vóru 98 persónar færri samanborið við sama mánað árið fyri. Hetta er ein minking á 3,6 prosent.

 

Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør. 

 

Býtið er eisini ymiskt býtt á økini. Næstan helvtin, 47 prosent, av teimum sum búgva í Suðuroyar-, Vága og Suðurstreymoyar økjum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Í Norðoya og Eysturoyar økjum eru tey 37 prosent.

 

Meira útgreinaði hagtøl um øki og starvsfólk eru á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

 

Um starvsfólkahagtølini

 

Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri,  búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil)  eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki. 

 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. 

 

 

Orðalýsingar:

 

  • Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
  • Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar.
  • Undir privatum ræði fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
  • Undir almennum ræði fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"

 

Lesið meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her