Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fer nú til Grønlands at hitta grønlendska stjórnarleiðaran, Jens-Frederik Nielsen.
Hon hevur hitt Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, og nú fer hon so til Grønlands.
Tað var amerikanski forsetin, Donald Trump, sum herfyri segði seg hava gjørt eina rammuavtalu um Grønland og Arktis við Nato-aðalskrivaran.
- Vit vilja byggja víðari á okkara samstarv fyri at styrkja verjuna og ræðing í Arktis, skrivar Mark Rutte á X, fyrrverandi Twitter.
Ætlanin var, at allir teir norðurlendsku forsætisráðharrarnir skuldu luttaka á Grønlands-túrinum, men tað verður ikki á hesum sinni.
Sum skilst, fer danski forsætisráðharrin úr Brüssel til grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk, longu í dag.
Einki er frætt um smálutirnar í vitjanini hjá Mette Frederiksen í Grønlandi, har hon fer at hitta Jens-Frederik Nielsen.
Trýstið, sum hevur verið, lætti nakað mikudagin í vikuni, tá amerikanski forsetin segði, at USA fer ikki at brúka hervald fyri at tryggja sær Grønland.











