Kvívík hevur ofta gjørt vart við seg í kappróðri. Har munnu búgva eini fýra hundrað fólk, og tá útvarpið sigur frá kappróðri sært tú so at siga ikki fólk í túninum. Nøkur fá fylgja kappróðrarfólkinum kring landið, og restin situr tætt at lurtinum og fylgir við. Og tá róðurin er av, og dreingirnir umborð á Junkaranum hava vunnið, so verður móttøkan fyrireikað, mammurnar baka køkur, bygdahúsið er opið, og hvørt flagg er vundið á stong, tá bilarnir koma til bygdina við nbáti og manning.
Ein teirra, sum fylgir væl við, er Jóna Petersen. Í løtuni er hon næstformaður í róðrarfelagnum, og í ár stendur Junkarin henni serliga nær, tí hon er mamma at tveimum av teimum, sum á øllum stevnunum higartil hava vundið burturúr øllum hinum manningunum.
Tá vit høvdu hana í telefonini í gjár, fyrireikaði hon føðingardag, tí tann eldri av synunum, sum rógva kapp, hevði átjan ára føðingardag í gjár. Vit fingu ikki fatur á honum, tí hann var í Havnini og tók koyrikortið, og yngri beiggin var á fjalli.
Bygdamenn
manna bátin
Jóna Petersen plagar at fylgja Junkaranum runt landið, men leygardagin lá tað ikki fyri at fara á jóansøku:
? Men so upplivdi eg hina síðuna av søkini. Tað var sera spennandi at sita frammanfyri útvarpslurtið, og tað var stuttligt og áhugavert at vera við í tí partinum, sum fyrireikaði móttøkuna, tá teir komu aftur til bygdina.
Jóna Petersen sigur, at tað hesi seinnu árini hevur verið trupult at manna bátarnar, og tá tað hevur eydnast, so hevur tað ofta fyri tað mesta verið soleiðis, at teir fægstu hava verið kvívíkingar.
? Vit halda sjálvsagt altíð við Junkaranum og Kvívíkingi, men tá tað eru kvívíkingar, sum manna bátarnar, so er tað sjálvsagt nakað serligt. Í ár er ein kollfirðingur umborð, meðan hinir seks eru úr Kvívík, og tað haldi eg er væl klárað av so lítlari bygd.
Venja teir nógv?
? Eg veit ikki, um eg skal fara í bløðini við tí. Kappróðarfólki dámar væl at halda okkurt fyri seg sjálvan. Jú, jú, teir vandu nógv frá flaggdegnum av og til norðoyastevnu, men síðani tá hava teir ikki vant so nógv, men tað er skil í, og teir vita akkurát, hvat tað er, sum teir taka sær fyri. Báturin er í Vestmanna, og eina ferð um vikuna síggja vit hann her útfyri, um líkindi eru til tað.
Gylt tíðarskeið
Tað skal rógvast um plaseringarnar og stigini á Vestanstevnu og á ólavsøku, og sjálvandi fara allar manningarnar at leggja alt tað teir eiga í fyri at røkka fremsta plássinum, men tað skal vilja heilt ófatuliga illa til hjá dreingjunum umborð á Junkaranum, um teir ikki standa við FM steypinum, tá ólavsøkuróðurin er av, og alt bendir á, at tað longu á vestanstevnuni í Miðvági annan leygardag verður greitt, at Junkarin verður fyrsti FM vinnarin í 1998.
Gera teir tað, so er tað fyrstu ferð síðani 1976, at Junkarin við dreingjum vinnur FM (við gentumanning hevur hann framvegis fyrsta FM heitið til góða). Tí spyrja vit Jónu Petersen, um gongdin fer at verða tann sama hjá róðrarfelagnum í Kvívík, sum hon var í sjeytiárunum. Tá vunnu dreingirnir umborð á Junkaranum FM í 1975 og í 1976, og so tók áttamannafarið Kvívíkingur við. Teir vóru púra suverenir og vunnu FM í fýra ár á rað ? í 1978, 1979, 1980 og í 1981.
? Tað hevði verið stuttligt, og tað vóna vit, men tað velst um, hvussu tað verður við fólkinum. Í ár hava teir somu sjey verið umborð á Junkaranum alla tíðina, og tað er heilt øðrvísi enn undanfarin ár. Okkurt árið hava teir skift so nógv fólk, at einir átjan hava verið við á seks stevnum, og tá sigur tað seg sjálvt, at úrslitið kann ikki vera gott.
Hinir hanga uppií
Sigurin hjá Junkaranum á jóansøku var eins sannførandi, sum hann hevur verið á hinum stevnunum.
Men tað vóru fleiri, sum vóru við í kappingini. Blikur og Drekin vóru tættir og kappaðust saman við Báruni um annað plássið, og so mundi tað vera sera hugaligt, bæði fyri klaksvíkingar og fyri føroyskan kappróður í síni heild, at Fípan Fagra endaði á fimta plássi og harvið kom uppá stigatalvuna.