Tveir triðingar av stutta róðrarárinum eru farnir afturum. Og síggja vit róðrarárið higartil út frá sjónarmiðnum hjá teimum, sum leggja nógva orku og brúka nógva tíð til at fyrireika kappingarnar og einstøku róðrarnar, so kunnu vit ikki siga annað, enn at tað hevur gingið væl, og at talan hevur verið um støðuga framgongd, og tað skulu teir í Róðrarsambandinum og teir, sum fyrireika róðrarnar á ymsu stevnunum hava rós fyri.
Tað er ikki neyðugt at fara so ógvuliga nógv ár aftur í tíðina fyri at finna fram til kappingar og róðrar, har umstøðurnar ikki altíð vóru so hepnar, og tey, sum eru tilkomin minnast m. a. tá tað onkuntíð kom soleiðis fyri, at onkur bátur glapp burturímillum í kappingini, og tað so at siga bar ikki til at fáa hann innímillum aftur, tí avgerðirnar hvíldu bara á tí, sum nakrir persónar høvdu sæð á málinum, eingin upptøka var av róðrinum, og tá ivamál vóru, so var tað kanska tann, ið var raskastur at bera sína áskoðan fram, sum fekk sína plasering ígjøgnum.
Alt hetta er søga fyri fleiri árum síðani. Í Róðrarsambandinum verður eitt veldugt arbeiði gjørt fyri at fáa ítróttarliga og praktisku partarnar í róðrunum at vera so góðar, sum tað á nakran hátt ber til. Onkuntíð kiksar tað, sum vit t. d. sóu tað á norðoyastevnu í ár, men so skulu stevnufyrireikararnar og teir í RSF eiga tað til rós, at teir taka trupulleikarnar upp beinanvegin fyri at syrgja fyri, at trupulleikarnir verða beindir av vegnum, áðrenn tað verður kappast næstu ferð.
Tíðin og
róðurin
Eftir norðoyastevnuróðurin varð gjrt burturúr, at róðrartíðin var alt ov long. Ta ferðina vóru meiri enn fýra tímar frá tí, at fyrsta startskotið skuldi latast av, og til tíggjumannaførini komu á mál.
Í Fuglafirði tók tað tveir tímar at avgreiða allar róðrarnar. Tað skal takast við, at eingir innleiðandi róðrar vóru í Fuglafirði, og at tað bara í einum føri var neyðugt at leggja bátarnar tvær ferðir. Tað var í kappingini millum 8-mannafør, tá allir bátarnir uttan ein so at siga lupu avstað, tá startdómarin hevði rópt klárir og áðrenn skotið brast.
Medvitið um hvussu nógv tað hevur at siga at fáa fyrstu bátarnar avstað á klokkuslagnum, sum er ásett at kappróðurin skal byrja, er nógv økt, og tað er neyvan nakað at ivast í, at tað, sum hevur við fyrireikingarnar at gera, og sum mannahond hevur ávirkan á, fer at verða bøtt um stútt og støðugt.
Veðrið og umstøðurnar
Onkuntíð hevur róðrarkarmurin verið ov vánaligur orsaka av umstøðum, sum fyrireikararnir ikki hava nakað sum helst við at gera. Men í ár hevur veðrið verið í parti við stevnufyrireikarum og kappróðrinum. Prikkurin yvir inum í so máta varð settur í Fuglafirði, har tað var blikalogn og ein fragd at vera til kappróður bæði hjá fyrireikarunum, teimum, sum kappaðust og ikki minst hjá áskoðarunum.
Á ólavsøku er kappróðurin fyri tað mesta á deyðavatni, og so er spurningurin, hvussu umstøðurnar fara at roynast í Sandavági komandi leygardag. Higartil hevur kappróðurin í Sandavági verið frá Presttanga og inn á Sandavág, men hetta hava hvørki stevnufyrireikararnir ella róðrarfólkið verið serliga væl nøgd við. Vágahavið er ikki altíð so friðarligt, og tað hevur verið ivast í umstøðunum.
Nú hava teir har vesturi gjørt nakað við hetta. Avgerð er tikin um, at halda seg til eitt túsund metra teinin, og málið er frá Giljanesi og inn á Sandavág. Hetta verður mett at vera so nógv meiri lagaligt fyri áskoðararnar, enn gamli teinurin var, og tað verður eisini mett, at hetta fer at vera betri fyri kappróðrarnar.
Vestanstevna er fjórða hvørt ár í Sandavági, og leygardagin verður nýggja málið roynt fyri fyrstu ferð í FM kappróðri. Í fjør høvdu teir ein royndarróður á nýggja málinum, og tað er m.a. út frá tí kappingini, at teir hava gjørt av at brúka hetta málið leygardagin. Og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast.
Onkur hevur borið upp á mál, at tað hevði verið so upplagt, at kappróðurin var í Miðvági, tá vestanstevnan er í Sandavági, men tað hava stevnufyrireikararnir ikki hildið, og út frá sjónarmiðnum hjá teimum, sum leggja nógva orku í at fyrireika stevnuna í Sandavági, er hetta væl skiljandi.