Sundalagsstevnan líktist norðoyastevnuni á fleiri økjum: veðrið at rógva kapp var av tí besta, og vinnararnir í øllum fimm róðrunum vóru teir somu, sum teir vóru í fyrstu stevnuni. Spurningurin er so, um somu bátarnir fara at vinna hvørja ferð.
Næstu trý vikuskiftini verður kappróður á skránni hvønn leygardag, og um vinnarabátarnir vera teir somu hvørji ferð, so verður tað longu annan leygardag meiri ella minni greitt, hvørjir bátar fara at vinna FM, og so fer eitt sindur av spenninginum burtur. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við hesum. Tað er kortini greitt, at í so at siga øllum róðrunum í Hósvík vóru vinnararnir so mikið sannførandi, at tað skal ganga heilt øðrvísi, um onkur annar sakl vinna í stevnunum, sum standa fyri framman.
Tíðin avmarkað
Hvat viðvíkur róðrartíðini var munur á teimum báðu fyrstu stevnunum. Allir partar vóru misnøgdir við, at róðrartíðin á norðoyastevnu var longri enn tríggjar tímar, men hesa ferð gekk betur.
Síðsta skotið í kappróðrinum í Sundalagsstevnuni í Hósvík leygardagin varð latið av, tá Nólsoyingur sum tað fimta og síðsta tíggjumannafarið kom á mál. Tá var klokkan akkurát hálvgum seks, og tað vil siga, at tveir og ein hálvur tími vóru gingnir frá tí at fyrsti róðurin var ásettur at vera og til fimti og síðsti róðurin var fingin frá hondini.
Teir í Róðrarsambandinum ynskja, at tíðin verður uppaftur styttri, men teir ásanna samstundis, at tað verður torført at avmarka tíðina nógv meiri enn so.
Størsti róðurin var tann millum fimm mannaførini við gentumanningum, har luttøkan var seytjan bátar, ið er tað mesta, sum tað er loyvt at hava í einum og sama róðri, og tað tók eina góða løtu at fáa tann róðurin frá hondini:
? Okkara menn gjørdu eitt gott arbeiði í Hósvík. Men teir noyddust at sleppa fasta startinum, tá gentumanningarnar skuldu leggjast. Tað var eitt lot inn á stýriborðsbógvin, og hetta var nóg mikið til at órógva gentumanningarnar. Tíverri vísir tað seg, at summar teirra hava sera ilt við at fáa bátarnar at skikka sær, soleiðis sum dómararnir vilja hava tað at vera, staðfestir Hannis Joensen, formaður í RSF, sum annars var stak væl nøgdur við tað, sum leygardagin fór fram í Hósvík.
Fløggini og
róðursmenninir
Men formaðurin í RSF undrar seg samstundis yvir, at tað hjá fleiri manningum sá út til at ganga so illa at halda seg til róðrargeilirnar, sum vóru væl merktar. Í Hósvík høvdu teir gjørt sær stóran ómak, soleiðis at tað umframt boyurnar, sum vístu veg, vóru stengur, ið so at siga vístu síðulinjurnar á róðrarøkinum. Men hóast hetta so fóru fleiri bátar norðanfyri ta norðaru stongina, tá gentumanningarnar róðu, og eisini tá seksmannaførini við monnum og áttamannaførini kappaðust.
Arnbjørn Madsen hevur róð kapp í nógv ár. Í fjør var hann fyrstu ferð valdur til høvuðsdómara, og í ár hevur hann verið høvuðsdómari bæði í Klaksvík og Hósvík, og komandi leygardag skal hann royna at halda skil á suðuri á Trongisvágsfirði.
? Hvør báturin hevur millum tíggju og tólv metrar at rógva á, men hjá fleiri er tað trupult at halda seg á hesum økinum, og so er vandin stórur fyri, at teir renna í onkrar aðrar, og tað er harmuligt, um tað skal ganga út yvir ósekar manningar, at tað eru manningar uppií, sum ikki megna at halda seg á sínum teigi. Tíbetur róðu komu eingir bátar í bland leygardagin, men í fleiri førum var tað tætt við.
Men gera tit nóg nógv fyri at varskógva bátarnar um, at vandi er á ferð?
? Eg vil siga tað soleiðis, at undir róðrinum gera vit ikki annað, men tíverri hjálpir tað ikki altíð nóg væl. Vit kunnu rópa á eina manning og biðja teir snara kósini, og tað hjálpir, meðan vit gera tað, men so skjótt, sum vit fara frá aftur og til onkrar aðrar bátar, so er galið aftur. Í Hósvík høvdu bátarnir hug til at snara í bakborð, og tað var orsøkin til, at fleiri bátar vóru alt ov norðarlaga á, tá teir komu á mál.
Myndugleikin
Tað er upp til høvuðsdómaran at meta um, nær tað er neyðugt at geva kort, og hann skal eisini gera av, um róðurin skal skjótast av, um tveir bátar stoyta saman, men hóast hvøuðsdómarin sambært reglarnar hevur stóran myndugleika, so eru tað fyrst og fremst manningarnar, ið skulu syrgja fyri, at alt gongur fyri seg, sum tað skal.
? Nógvir bátar ganga snórabeint og stýra væl, men hjá summum er hetta ein stórur trupulleiki, og í síðsta enda verður hetta ein trupulleiki hjá øllum. Eg undri meg yvir, at tað ikki umborð á øllum bátunum verður gjørt meiri fyri at tryggja, at báturin gongur beint, tí styttsti teinurin verður altíð tann snórabeini. Viðhvørt er trupulleikin tann, at báturin rennur skeivt, og viðhvørt er trupulleikin tann, at manningin ger, at báturin rennur skeivt. Men í báðum førunum er tað uppgávan hjá róðursmanninum at syrgja fyri, at tað verður stýrt eftir kósini, vísir Arnbjørn Madsen á, og í hesum sambandi vísir hann á ein annar trupulleika, sum ikki so sjáldan ger seg galdandi:
? Stýrimaðurin hevur eina týdningarmikla uppgávu, men hetta hugsa manningarnar ikki altíð so nógv um. Vit síggja ofta, at heilt ungir dreingir stýra, og tá hevur ivaleyst meiri verið hugsað um at fáa ein lættan mann at sita í reingini, heldur enn at fáa ein stýrimann, sum hevur tann myndugleikan, sum skal til.