KAPPRÓÐUR
Tá ið 10-mannaførini eru farin um málið undir Skipafelagnum ikki so seint seinnapartin í morgin, verður punktum sett fyri róðrarárið 2007.
Longu undan síðsta startinum verður tosað um, hvussu tað fer at verða næsta ár. Uppundir Ólavsøku hevur tað ofta verið at hoyrt um rógvarar, sum ikki hava ætlað sær at taka eitt tørn afturat.
Men so hevur tað víst seg, tá ið nakrar vikur eru farnar, at hugurin at venja og kappast er kyknaður aftur.
Veruleikin í hesum hevur við sær, at tað ikki altíð er so lætt at fáa greiðar útmeldingar. Rógvarnir eru varnir at siga, um teir nú fara at gevast ella ikki.
Tveir av óføru meistarunum umborð á Eysturoyingi hava fyri stuttum her á síðunum givið til kennar, at teir ætla sær ikki at rógva næsta ár. Nú sær tað út til, at tað eru fleiri enn teir báðir umborð á Eysturoyingi, sum vit glæsiligu sigursrøðini í ár siga kappróðrinum farvæl – fyribils í hvussu so er:
- Vit hava ikki tosað um hetta. Men tað liggur í kortunum, at tað eru fleiri, sum ætla sær at mynstra av. Vit eru fleir, sum eru omanfyri tredivu og dygst upp undir tredivu. Hugurin at venja og rógva er, sum hann altíð hevur verið. Tað vísir seg tó, at tá ið menn arbeiða við at seta føtur undir egið borð, so verður avlopstíðin lítil.
Hetta sigur Sámal Hansen, sum man vera ein tann best kendi innan kappróðurin tey seinastu árini. Hann hevur áður róð við Eysturoyingi. Nú hevur hann í nøkur ár hildið um stýrisvølin, og so er hann tann, sum tey seinnu árini hevur smíðað flestu kappróðrarbátarnar.
Hjá teimum, sum vilja vera fremstir og bestir, fer nógv tíð til kappróðurin:
- Vit venja hvønn dag. Í ár hava vit verið hvønn dag uttan sunnudag í bátinum. Sunnudagarnar hava vit vant í maskinunum. Aðrar dagar hava vit umframt í bátinum viðhvørt eisini vant í maskinunum og viðhvørt styrkisvant, greiðir Sámal frá.
Ludvík Justinussen, sum er ein av teimum, ið nú ætlar at leggja árina, hevur staðið fyri venjingunum. Hetta hevur hann gjørt í samráði við danska Eskild Ebbesen. Eskild er framvegis aktivur rógvari. Nú stríðist hann við at kvalifisera seg til OL í Kina næsta summar. So talan er um rættan altjóða meistararógvara, sum vegleiðir føroysku meistarunum.
Hetta er 10. árið, at Eysturoyingur, ið var ein av fyrstu bátunum, sum Sámal smíðaði, er við í kappingini.
Um tað í morgin við sigri eydnast at seta punktum fyri fína árinum, so verður tað 33. FM sigurin hjá Eysturoyingi. Tey fyrstu árini – 1998-2002 – vóru seks FM róðrar á skránni. Síðani 2003 hava sjey FM róðrar verið á hvørjum ári. Eysturoyingur vann allar seks róðrarnar í 1998, og í 1999 endurtóku teir bragdið. Í 2002 vunnu teir tveir róðrar, í 2003 tríggjar, í 2005 vunnu teir seks ferðir (allar róðrarnar uttan á Norðoyastevnu, tá ið teir vóru næstfyrstir), í fjør vunnu teir tríggjar ferðir, og í morgin eru teir á Eysturoyingi favorittar at vinna fyri sjeyndu ferð í ár.
Eingin hevur verið við at vunnið allar 32 sigrarnar. Men um tað í morgin eydnast at vinna, so fara Ludvík Justinussen og Tóroddur Vang at mynstra av Eysturoyingi við 31 gullmedaljum. Tað er met. Teir báðir vóru ikki við í 2002. Sámal Hansen var ikki við í 2002, og hann var ikki við í fjør. Tað vil siga, at bátasmiðurin og stýrimaðurin fer at eiga 28 gullkrónur sum minni um gylta skeiðið við Eysturoyingi – um tað fer at eydnast at vinna í morgin.
Kvígur tú fyri framtíðini hjá Eysturoyingi spyrja vit Sámal Hansen, sum svarar, at hann er bjartskygdur:
- Heiðabáturin hevur staðið seg framúr væl í ár. Tað er upplagt, at teir fara at hjálpa teimum, sum verða eftir umborð hjá okkum. Tjaldurs dreingirnir royndu seg fyrstu ferð í fjør. Teir hava havt stóra framgongd, og tað kann væl hugsast, at onkrir teirra hava hug og evni at halda fram. Og so eru tað aðrir, sum hava hildið frí í ár, og sum kanska fara at fáa hug og umstøður at taka eitt tørn afturat næsta ár, heldur Sámal Hansen.










