bólturin var nærri við at fara út til innkast enn í málið. - Ja, tað var eitt risaproblem at burturforklára í skiftirúminum eftir dystin. Bólturin kom í eini keðiligari hædd, og eg kláraði ikki at »time’a« [...] Í fyrra hálvleiki leikti hann høgri bakkur, men HB fekk als ikki tamarhald á spælinum. Eftir útskifting í hálvleikinum og flyting av Jákupi framm á miðvøllin, gjørdist søgan ein heilt onnur. - Um alt virkaði [...] virkaði optimalt í verjuni, so kundi eg havt ligið sum ein rættiliga offensivur bakkur, men har vóru alt for nógvir snøklar, sum ikki riggaðu. Og so bleiv tað ikki nóg gott, hvørki í verjupartinum ella
eg at raksturin hjá Eik í Danmark er ein orsøk til at niðurskrivingarnar hjá Eik eru so stórar, og hetta er ein orsøk til at Eik er komið í ta støðu, at teir noyðast at fara við í Bankapakka II, sigur Jan [...] Gongdin hjá Føroya Banka í einum truplum fíggjarmarknaði er góð. Tað metir Jan Otto S. Holm, ið er sjálvstøðugur fíggjarráðgevi. Hann heldur tað vera fleiri sunnheitstekin at hóma í frágreiðingini hjá Føroya [...] Banki hevur onga orsøk at fara við í Bankapakka II sambært Jan Otto S. Holm. - Teir hava so góðan solvens, at eg dugi ikki at síggja nakra orsøk hjá Føroya Banka at fara við í Bankapakka II, um teir ikki hava
Collapse, 3st og Oniontree luttóku eisini í ársins GBOB kapping í oktober) og við heilt hvør sínari ljóðmynd. Tað er altíð stuttligt at síggja frískar spírar koma fram í tónleikaumhvørvinum. Stóð royndina Hetta [...] sum Margarinfabrikkin skipar fyri, verið hildin í Reinsarínum á Tórsgøtu. 22. og 29. november vóru undanumførini, sum hvør sendu tríggjar bólkar víðari í finaluna. Tann 6. desember var finalan, har seks [...] var júst hendan diversitetin, ið mær dámdi best við kvøldinum. Bólkarnir vóru flest allir úr høvuðsstaðarøkinum, lutvíst ungir og lítið hoyrdir áður (líka undantikið MTPP, sum spældi á G! Mini í summar
sum í onkrum grannalandi, har børn fara í skúla sum 6 ára gomul og hava so 10 ára tvungna skúlagongd? Tað er bara ein forskjóting í mun til okkara skipan. Ein slík loysn burdi ikki merkt tað stóra í pengum [...] Harafturat eru tey flestu 6 ára gomlu frammanundan í onkrum slag av almennari røkt, so har verða pengar spardir, um skúlabyrjan verður eitt ár fyrr. Alt í alt er uppskotið hjá Jógvan á Lakjuni um at byrja [...] Gamaní hava summar kommunur dugað betri enn aðrar, og tað er júst her vandin við fólkaskúlanum liggur. Vit kunnu ikki forsvara, at standardurin í fólkaskúlanum skal variera, alt eftir hvørt tað er henda kommunan
stengurnar hjá Partick Thistle, Kenny Arthur, hevur júst fingið eina skurðviðgerð í knænum. Tí er tað sera óvist, um hann verður klárur til fyrsta dystin í landskappingini tann 9. august. Nýggi venjarin hjá [...] landsliðsmálverjanum. Skotska blaðið Daily Record skrivaði í síðstu viku, at hann komandi dagarnar skal venja við skotska felagnum Partick Thistle. Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Jákupi Mikkelsen [...] Sosialinum, at Jákup Mikkelsen komandi dagarnar fer at vera í Partick Thistle. Venjingardystur leygardagin Leygardagin skal Jákup verja málið í einum venjingardysti ímóti enska 1. deildar felagnum Bradford
Kristina Háfoss hevði í týsdagssosialinum eina viðmerking, um torføru støðuna, føroysku peningastovnarnir eru í, orsaka av stóru kreppuni í alivinnuni. Tjóðveldistingkvinnan vísir millum annað á, at p [...] váða, teir hava tikið í alivinnuni. Hon heldur, tað er undrunarvert, at føroysku peningastovnarnir nú tosa um, at alivinnan tørvar almennan pening, tá teir síðstu mongu árini júst hava ávarað ímóti, at [...] fólkafloksmonnunum Greiðan skilna Kristina Háfoss er rættiliga avgjørd í sínum máli viðvíkjandi spurninginum um almennan pening í alivinnuni. Hon metir tað verða av stórum týdningi, at tað er greiður skilnaður
mánaðir fáa øll 16.000 húskini í Føroyum bóklingin um týdningin av krossi Kristusar ?Frá Minus til Pluss?, í postinum. Ímynda tær: Orðið um krossin, orðið um frelsu, kemur inn í hvørt heim. Hetta er evangeliinótin [...] nógva forbøn. Vit eru júst í ferð við at fyrireika bønarketuna, og eg var ógvuliga rørdur av at hoyra hvussu Guds børn rópa til Gud fyri sínum egna fólki. Vit vita, at Gud svarar bønum í Jesu navni, og vit [...] eru vend móti Jesusi ? upphavsmanninum til missiónsboðið! Til dagin í dag eru vit farin frá undri til undur, men enn restar nakað í. Sum kunnugt, kemur alt tiltakið, íroknað prenting, postgjald og upp
ligið og bíðað eftir, at verkfallið skuldi verða avblást. Fríggjadagin framførdu limir í bólkinum tónleik av fløguni í hølunum hjá Tutl, ið gevur fløguna út. Aftur við fekst kaffi og enskar karamellur. Uttan [...] poppfløgu, eina góða og gjøgnumførda poppfløgu, og tað smæddust teir ikki fyri at standa við í Vikuskiftissendingini í ÚF. Poppserfrøðingurin Óli Poulsen hevur við blandipultin givið fløguni síðsta skump rætta [...] minna okkum um menn, sum Chris Rea. Men niðri í Tutl var eingin Óli Poulsen at pussa kantarnar og heldur ikki guitarleikarin var til staðar, tí hann er niðri í lestrarørindum. Magni megnaði tó at fáa ølklaverið
privatum og almennum stovnum tikin við í nevndararbeiðið hjá landsstýrismanninum? Er ætlanin at seta løgtingslóg um yrkisskúlar, sum fyri stuttum varð samtykt í tinginum, í gildi fyri Fiskivinnuskúlan, so vinnan [...] skúlans? Arbeiðið steðgað Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður upplýst, at ein verkætlanarbólkur mannaður av núverandi og fyrrverandi lærarum á Fiskivinnuskúlanum hevur í vetur arbeitt við eini ætlan [...] neyðug fyritreyt, í ætlanunum hjá verkætlanarbólkinum at menna Fiskivinnuskúlan til ein Menningardepil fyri Fiskaídnað og Havbúnað, siga Hans Pauli Strøm og Jógvan Durhuus at enda í viðmerkingunum.
mánaðir uttan sigur í landskappingini komu tvey stig afturat upp í fastandi stigaposan, tá uppflytararnir vunnu á GÍ/Tjaldrinum. VÍF vann sum so ofta fyrr nevnt steypakappingina, men í landskappingini er [...] sum eitt korthús og hevði undan dystinum móti GÍ/Tjaldrinum tapt seks ferðir upp í slag ? m.a. móti júst GÍ/Tjaldrinum í Runavík. Men sunnudagin eydnaðist tað so aftur, og tá sigurin so kom, var hann ruddiligur [...] Sunrid Gleðisheygg, sum longu í byrjanini av hálvleikinum var farin at raka málið, skeyt tvær ferðir tvey mál á rað, og knappliga var »trygga« leiðslan hjá VÍF minkað burtur í einki. 14-8 bleiv til 14-13