Oddagrein· Góð ráð um fólkaskúlan

Hóast PISA kanningin sjálvandi hevur sínar veiku síður, eins og flestu kanningar hava tað, so liggja Føroyar so niðarliga, at einki er at ivast í, at føroyski fólkaskúlin er eftirbátur í mun til tey lond, ið liggja ovarliga. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, men tað skerst ikki burtur, at Føroyar er eitt tað landið í heiminum, har børn fara síðst í skúla. Nærum alla aðra staðni byrjar skúlagongdin tað árið børn fylla 6 ár ella áðrenn tað. Lítið er at ivast í, at hetta hevur nakað at siga.

Hví ikki gera sum í onkrum grannalandi, har børn fara í skúla sum 6 ára gomul og hava so 10 ára tvungna skúlagongd? Tað er bara ein forskjóting í mun til okkara skipan. Ein slík loysn burdi ikki merkt tað stóra í pengum, tí vit hava sum er eina fólkaskúlaskipan við 10 árgangum. Gamaní er tíggjunda árið ikki fyri øll, men við einari 10 flokka skipan frá 6 ára aldur, vildi tað ikki merkt so nógv annað enn ein justering av pensumi. Harafturat eru tey flestu 6 ára gomlu frammanundan í onkrum slag av almennari røkt, so har verða pengar spardir, um skúlabyrjan verður eitt ár fyrr. Alt í alt er uppskotið hjá Jógvan á Lakjuni um at byrja skúla sum 6 ára gomul eitt skilagott hugskot, sum sjálvsagt ikki loysir allar trupulleikar í fólkaskúlanum, men er eitt stig á rættari leið. Onnur átøk skulu sjálvandi til, so sum styrkjan av fakligheitini við t.d. eftirútbúgving av lærarum og kanska meiri spesialisering hjá tí einstaka lærarnum.

 

Tað er eitt álvarsmál, tá ein partur av okkara ungdómi kann karakteriserast sum funktionellir analfabetar. Hetta álvarsmál krevur álvarstiltøk, tí vit gera ongum eina tænastu við at lata sum einki ella halda áfram í sama spori. Tað er landspolitisk undanstøkking at tosa um at leggja tann frammanundan kroysta fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita. Kommunurnar hava t.d. ikki megnað at loyst barnaansingartrupulleikan nóg skjótt og á nøktandi hátt. Gamaní hava summar kommunur dugað betri enn aðrar, og tað er júst her vandin við fólkaskúlanum liggur. Vit kunnu ikki forsvara, at standardurin í fólkaskúlanum skal variera, alt eftir hvørt tað er henda kommunan ella handa kommunan, ið umsitur einstaka skúlan. Hvussu skal t.d. ein kommuna, ið ikki eingongd klárar at bjóða barnaansing í hálva tíð, klára at umsita ein fólkaskúla, sum krevur fleksibilitet og framhaldandi menning?

 

Okkara ráð skulu vera at hava ein fólkaskúla, sum verður umsitin av landinum við hægstu landspolitisku raðfesting tey næstu árini. Tað er gjøgnum útbúgving, at okkara framtíð skal tryggjast her á landi, og um fólkaskúlin, ið er fundamentið, ikki er nóg góður, so kunnu vit spara okkum at tosa um hægri útbúgvingar og granskingarparkir.

 

Sosialurin