VÍF-GÍ/Tjaldur
24-14 (9-4)
So eydnaðist tað loksins aftur hjá VÍF. Eftir tveir mánaðir uttan sigur í landskappingini komu tvey stig afturat upp í fastandi stigaposan, tá uppflytararnir vunnu á GÍ/Tjaldrinum.
VÍF vann sum so ofta fyrr nevnt steypakappingina, men í landskappingini er liðið dottið saman sum eitt korthús og hevði undan dystinum móti GÍ/Tjaldrinum tapt seks ferðir upp í slag ? m.a. móti júst GÍ/Tjaldrinum í Runavík.
Men sunnudagin eydnaðist tað so aftur, og tá sigurin so kom, var hann ruddiligur, 24-14. Endaliga úrslitið var kortini eitt sindur misvísandi, tí tá tíggju minuttir vóru eftir, var støðan 14-13 til VÍF!
Men við trimum skjótum málum fór heimaliðið upp á 17-13. GÍ/Tjaldrið fekk tikið eitt mál innaftur, men seinastu fimm minuttirnar fekk VÍF ikki færri enn sjey mál, meðan liðið úr Gøtu og Runavík einki fekk.
Fyrri hálvleikur hevði annars verið sera málfátækur. Serliga hjá GÍ/Tjaldrinum gekk illa, og bert fýra ferðir eydnaðist tað teimum at finna málið. Av hesum fýra málunum skeyt Beinta Joensen tey trý.
VÍF legði seg á odda 6-2 og vann hálvleikin 9-4. Í byrjanini av seinna hálvleiki vóru ikki nógv tekin um, at støðan fór at broytast munandi. Liðini skiftust nøkulunda um at skora, men við støðuni 14-8 tók GÍ/Tjaldrið veruliga dik á seg. Sunrid Gleðisheygg, sum longu í byrjanini av hálvleikinum var farin at raka málið, skeyt tvær ferðir tvey mál á rað, og knappliga var »trygga« leiðslan hjá VÍF minkað burtur í einki. 14-8 bleiv til 14-13. GÍ/Tjaldrið spenti bogan høgt, men hann brast, og VÍF kom fyri seg aftur.
Ioana Rapa er millum toppskjúttarnar í kappingini, men sunnudagin skeyt hon bert tvey mál ? bæði upp á brotskast. Jacklin Durhuus skeyt níggju, og so gjørdi unga Nikolina Joensen eisini vart við seg við at skjóta sjey mál.
Hjá GÍ/Tjaldrinum skeyt Sunrid Gleðisheygg seks mál ? øll í seinna hálvleiki ? meðan Beinta Joensen skeyt fimm.
Fyri VÍF hevði úrslitið ikki so øgiliga nógv at siga, burtursæð frá at tað sjálvandi altíð ræður um at vinna. GÍ/Tjaldrið er framvegis aftast, og dysturin móti VB næsta leygardag fær altavgerandi týdning fyri víðari lagnuna hjá felagsliðnum hjá eysturoyingum.