Ummæli
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Seinastu trý vikuskiftini hevur tónleikakappingin FM08, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, verið hildin í Reinsarínum á Tórsgøtu. 22. og 29. november vóru undanumførini, sum hvør sendu tríggjar bólkar víðari í finaluna. Tann 6. desember var finalan, har seks bólkar kappaðust um at sleppa fimm dagar í studio Oyravox við teknikara. Garasjurokkbólkurin Moby the Pink Pilot (MTPP) stóð seg best og streyk avstað við vinninginum. Nummar tvey varð metalbólkurin Collapse, og poprokk bólkurin 3st endaði á 3. plássi. Hinir bólkarnir, ið luttóku í finaluni, vóru Moustache, Reverb og Oniontree. Dómararnir vóru Niels Galán, Lena Andersen og Terji Rasmussen.
Breitt úrval
Reinsaríið var fult leygarkvøldið. Ein rúgva av foreldrum, systkjum, vinfólki og bara reint áhugaðum vóru møtt upp fyri at fáa við, hvørjum hendan fyrsta FM08 finalan fór at borðreiða við. Tónleikaliga úrvalið var eisini rættiliga breitt. Vit hoyrdu seks púra ymiskar bólkar heilt frá metalli til punkrokk til sveimandi hippie guittarspæl og røddir. Og eg haldi, at tað var júst hendan diversitetin, ið mær dámdi best við kvøldinum. Bólkarnir vóru flest allir úr høvuðsstaðarøkinum, lutvíst ungir og lítið hoyrdir áður (líka undantikið MTPP, sum spældi á G! Mini í summar. Collapse, 3st og Oniontree luttóku eisini í ársins GBOB kapping í oktober) og við heilt hvør sínari ljóðmynd. Tað er altíð stuttligt at síggja frískar spírar koma fram í tónleikaumhvørvinum.
Stóð royndina
Hetta var eitt deiliga niðri á jørðini tiltak. Einki kommersielt snoll, bara avslappandi huglag í ráðum og góðum umstøðum, har ein slapp at hoyra eitt sindur av tí, ið rørir seg í føroysku tónleikaundirgrundini fyri tíðina. Ljóðið kundi heilt sikkurt verið væl betri, men tað kann ein altíð bera yvir við til eitt so lítið og óroynt tiltak, sum heilt sikkurt er vert at fara aftur til næsta ár.
Á netinum
Á fabrikkin.fo kanst tú síggja video av vinnarabólkinum. Vitja annars eisini kappingina á myspace.com/fm08tonleikakapping.
Og vitja teir tríggjar fremstu bólkarnar á hesum myspace síðunum:
• MTPP: myspace.com/mobythepinkpilot
• Collapse: myspace.com/collapseofficial
• 3st: myspace.com/3stfan