Mikudagin gav Aria endiliga út fløguna, ið annars hevði ligið og bíðað eftir, at verkfallið skuldi verða avblást. Fríggjadagin framførdu limir í bólkinum tónleik av fløguni í hølunum hjá Tutl, ið gevur fløguna út. Aftur við fekst kaffi og enskar karamellur.
Uttan at taka nakað frá nøkrum, so kann hetta sigast at hóska, tí tónleikurin er av slagnum, ið summi kalla søtan og hann er á enskum. Men væl ljómar og tað eru ikki bert tónar á fløguni, ið smelta í oyrunum. Eisini eru eitt sindur harðari tónar og løg, har tónleikararnir prógva sínar dygdir.
Aria hevur megnað at gera ein poppfløgu, eina góða og gjøgnumførda poppfløgu, og tað smæddust teir ikki fyri at standa við í Vikuskiftissendingini í ÚF. Poppserfrøðingurin Óli Poulsen hevur við blandipultin givið fløguni síðsta skump rætta vegin og úrslitið er væl ljómandi poppur. Lagið Roof Top kan væntast at náa ein sess millum 15 tær bestu. Nøkur løg hava vit hoyrt áður, t.d. Analja, har tónleikararnir veruliga geva tí kræsna lurtaranum eitt uplivilsi. At tónleikararnir ikki júst hava arbeitt saman um løgini skapar ein ymiskleika, ið ikki er nakað minus fyri fløguna. Heldur hinvegin, vit fáa tær mjúku balladurnar, Toto kendar tónar við góðum guitartónum frá Petur Hans og Magni leiðir okkum inn á leiðir, ið minna okkum um menn, sum Chris Rea.
Men niðri í Tutl var eingin Óli Poulsen at pussa kantarnar og heldur ikki guitarleikarin var til staðar, tí hann er niðri í lestrarørindum. Magni megnaði tó at fáa ølklaverið at syngja við einglarødd og tá Jógvan legði sang og guitar afturat og Erik legði botn í við bassi, so var alt, sum tað skuldi.
Ein væleydnað framførsla og ein hugnaløta, ið Aria kom væl frá. Fitt av fólki leitaði innar og onkur nýtti møguleikan at fáa limirnar í Aria at seta nøvn síni á fløguhúsan.
Aria verður væntandi at hoyra kring landið í summar. Aria ætlar tá møguliga eisini at vitja støð, ið bólkar ikki so ofta hava á ferðalistanum, so eitt nú sandingar og vágafólk, fyri at nevna nøkur, kunnu byrja at gleða seg.
Aria hevur eisini egna heimasíðu á alnótini, ið ein kann vitja, um ein ikki hevur tol at bíða, til klaksvíkingarnir setvna kring landið. Adressan er:
www.aria.fo










