Tosa ikki um meistaraheiti

Jákup á Borg var størsti munurin á HB í fyrra hjálvleiki og seinna. Ella rættari plaseringin av Jákupi.

Í fyrra hálvleiki leikti hann høgri bakkur, men HB fekk als ikki tamarhald á spælinum. Eftir útskifting í hálvleikinum og flyting av Jákupi framm á miðvøllin, gjørdist søgan ein heilt onnur.

- Um alt virkaði optimalt í verjuni, so kundi eg havt ligið sum ein rættiliga offensivur bakkur, men har vóru alt for nógvir snøklar, sum ikki riggaðu. Og so bleiv tað ikki nóg gott, hvørki í verjupartinum ella álopspartinum, sigur Jákup.

Aftur hesaferð byrjaði HB trilvandi í verjuni, og lótu – eins og í steypafinaluni – mótstøðuliðið sleppa fram til tríggjar risamøguleikar. Munurin hesaferð var bert tann, at GÍ tók bert av tí eina.

- Ja, mann kann siga, at vit sluppu við skrekkinum. Umframt málið høvdu teir skot á stongina og ein púra frían møguleika, sum teir so ikki skora upp á, sigur liðskiparin hjá HB.

Hann fegnast tó um, at Mortan úr Hørg og Rasmus Nolsøe reageraðu sum teir gjørdu, eftir at báðir vóru skiftir út í hálvleikinum av steypafinaluni og ikki byrjaðu inni mógi GÍ.

- Teir vóru irriteraðir av verða skiftir út, og teir reageraðu við at spæla aggresivt og vísa stóran vilja tá teir komu inn, og tað er júst soleiðis, mann eigur at reagera, metir Jákup.

HB megnaði at venda dystinum við lít, men hóast teir nú eru komnir upp á triðja plássið, verður einki tosað um meistaraheitið.

- Nei, tað hugsa vit ikki so nógv um. Fyri tað fyrsta er munurin so stórur, og hartil skulu vit vinna tvey lið aftur. So tá støðan gjørdist sum hon gjørdist, hava vit sett málið eftir at vinna heiðursmerki, og so taka vit tað annars, sum tað kemur, sigur Jákup á Borg.

Sjálvur fekk hann ein risamøguleika at økja til 5-1, men bólturin var nærri við at fara út til innkast enn í málið.

- Ja, tað var eitt risaproblem at burturforklára í skiftirúminum eftir dystin. Bólturin kom í eini keðiligari hædd, og eg kláraði ikki at »time’a« tað nóg væl. Tíbetur hevði tað so einki at siga, men hann skuldi altso sitið, sigur Jákup á Borg.