Fíggjarmál
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Gongdin hjá Føroya Banka í einum truplum fíggjarmarknaði er góð. Tað metir Jan Otto S. Holm, ið er sjálvstøðugur fíggjarráðgevi. Hann heldur tað vera fleiri sunnheitstekin at hóma í frágreiðingini hjá Føroya Banka fyri fyrsta ársfjórðing. Henda gongdin er sera góð, samaborið við Eik Banka.
- Tað fyrsta er, at Føroya Banki hevur ein solvens á 20 prosent, meðan Eik Banki hevur ein solvens á 10 prosent. Solvensurin er tann kapitalurin, tú hevur at standa ímóti við, um tað gongur illa úti í heimi. Kravið er 8 prosent, og tá tú kemur niður móti 10 prosentum, byrja alarmklokkurnar spakuliga at ringja, greiðir Jan Otto S. Holm frá.
Samanborið við Eik Banka, sum legði sín roknskap fyri fyrsta ársfjórðing fram í gjár, sendur Føroya Banki jalig signal til marknaðin, meðan Eik Banki ikki beinleiðis útstrálar sunnheit.
- Føroya Banki hevur økt um niðurskrivingar úr 16,5 milliónum til 22,6 milliónir. Her hevur Eik økt um niðurskrivingarnar við 63 milliónum krónum. Men her haldi eg at raksturin hjá Eik í Danmark er ein orsøk til at niðurskrivingarnar hjá Eik eru so stórar, og hetta er ein orsøk til at Eik er komið í ta støðu, at teir noyðast at fara við í Bankapakka II, sigur Jan Otto S. Holm.
- Meðan Eik Banki ikki júst útstrálar sunnheit, eru fleiri positiv tekin at hóma hjá Føroya Banka, og hetta er eitt gott signalvirði at senda marknaðinum.
Føroya Banki onga orsøk at fara við
Føroya Banki hevur onga orsøk at fara við í Bankapakka II sambært Jan Otto S. Holm.
- Teir hava so góðan solvens, at eg dugi ikki at síggja nakra orsøk hjá Føroya Banka at fara við í Bankapakka II, um teir ikki hava stórar ætlanir um at vaksa. Er tað eitt ynski at vaksa út yvir ta balansu, teir eru á í dag, so kunnu teir fara við. Spurningurin er, hvørji ynski bankin hevur fyri framtíðar vøkstur, um teir meta at teir kunnu vaksa nóg nógv við verandi kapitali, ella um teir vilja vaksa enn meira, sigur Jan Otto S. Holm.