Í dag fara teir báðir stjórnarflokkarnir í Íslandi, Samfylkingin og VG, at halda innanhýsis fundir, har teir fara at leggja seinastu hond á eina ætlan um broyting í stjórnini. Teir báðir flokkarnir vilja [...] alment, men sambært íslendsku fjølmiðlunum hava flokkarnir gjørt av at lækka ráðharratalið úr tíggju í átta. Avleiðingin av tí er, at ráðharrin í fiskivinnu- og landbúnaðarmálum, Jón Bjarnason (myndin) [...] (myndin), og ráðharrin í búskapar- og handilsmálum, Árni Páll Árnason, fara úr stjórnini, og at eingin kemur í teirra stað. Tað er ikki komið fram, hvør av hinum ráðharrunum skal røkja málsøkini hjá teimum báðum
Jonathan, gjørdi í dag av at lýsa undantaksstøðu í fýra landspørtum har norðuri í landinum, eftir at yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram hevur skipað fyri fleiri atsóknum. Forsetin sigur, at hann hevur givið ovastanum [...] ovastanum fyri herinum boð um at taka øll neyðug stig fyri at steðga áganginum. Forsetin umrøddi Boko Haram sum ein krabbameinssvull, sum skal beinast burtur. Sambært eygleiðarum minnir felagsskapurin um
dag. -Eg eri sannførd um, at um vit arbeiða saman, fara vit at halda fram á teirri demokratisku kósini, segði Suu Kyi aftan á fundin í gjárkvøldið. Hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at ein amerikanskur uttan [...] Fyri einum ári síðani hevði tað verið púra óhugsandi, at andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, hevði fingið amerikanska uttanríkisráðharran, Hillary Clinton, á vitjan. Men í gjárkvøldið hittust tær [...] í Burma ella Myanmar, sum landið eisini verður rópt. Vitjanin hjá Hillary Clinton kom í lag, eftir at hernaðarstýrið hevði framt ymsar nýskipanir og latið Aung San Suu Kyi sleppa úr húsavarðhaldinum.
Almenna valnevndin hevur kunngjørt, at valluttøkan í fyrsta umfari var 62 prosent, og tað má sigast at vera sera nógv, tá hugsað verður um, at knappliga 10 prosent plagdu at velja, tá Hosni Mubarak hevði valdið [...] valdið. Tíðindafólk siga, at tað vóru ikki so nógv fólk í valhølunum í morgun. Tjóðartingsvalið í Egyptalandi er í trimum umførum og endar ikki fyrr enn í januar. Fyrsta umfar og umfarið í dag og í morgin
tíðindafundi í dag, at tá tað snýr seg um skattamálið hjá Helle Thorning-Schmidt, er hann reinur um hendurnar. Hann segði, at tað seinasta, sum er komið fram í málinum, er sera álvarssamt, og at fyrrverandi [...] andstøðuleiðaranum. Hóast hann fekk hendan spurningin fleiri ferðir, sýtti hann fyri at svara. Eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at Lars Løkke Rasmussen tóktist ikki sørt kroystur á tíðindafundinum.
útlendskum ferðafólkum lívið. Løgreglan sigur, at skalvurin leyp stutt eftir klokkan hálvfum trý lokala tíð, og myndugleikarnir fingu stutt eftir at vita, at fimm ferðafólk úr Sveis og eitt úr Fraklandi [...] Fraklandi vóru á leiðini, har skalvurin var lopin. Seinni varð fráboðað, at ein maður úr Sveis var funnin á lívi, men at hini fimm vóru deyð. Tann sveisiski maðurin varð fluttur á sjúkrahús og hevur tað eftir
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, kunngjørdi seinnapartin, at hann hevði gjørt av at seta hægstu yvirgangstilbúgving í verk í Suðurfraklandi orsakað av skottilburðinum á einum jødiskum skúla í morgun [...] siga, at skammbyrsan, sum bleiv brúkt ta ferðina, er tann sama, sum bleiv brúkt í morgun, og í báðum førunum var gerningsmaðurin á motorsúklu. Myndugleikarnir hava sett millum 50 og 60 løgreglufólk at leita [...] morgun, har trý fólk doyðu. Fronsku myndugleikarnir halda, at maðurin, sum skjeyt trý børn og eitt vaksið fólk uttan fyri tann jødiska skúlan í býnum Toulouse, er tann sami, sum skjeyt tríggjar hermenn nakað
heldur uppá, at lyftini um nýskipanir eru bara tóm orð. Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum roynir semju í Sýrialandi vegna ST og Arabisku Samgonguna, sigur, at hann bíðar eftir at frætta úr Damaskus [...] Forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, sigur nú, at tjóðartingsval verður í landinum tann 7. mai. Í februar bleiv ein nýggj stýrisskipan góðkend á fólkaatkvøðu, og eftir henni kunnu fleiri flokkar stilla [...] Damaskus í dag. -Eg havi latið teimum fleiri beinleiðis uppskot, og nú bíði eg eftir at frætta, sigur Annan, sum er í turkiska høvuðsstaðnum Ankara, har hann tosar við sýrisku andstøðuna.
avgerð tikin um at seta Brynhild Næs Petersen sum samskipara av mentanarvikuna. Eftir ætlan skal henda mentanarvikan fara av bakkastokki í september mánaði í ár. Ætlanin er, at Brynhild kemur at arbeiða 3/4 [...] starvið. Hon kemur at arbeiða tríggjar teir fyrstu mánaðirnar við fyrireikingum og tilrættalegging av mentanarvikuni. Og skal so standa fyri vikuni, tá hon verður - og síðani eina viku eftir, at mentanarvikan
seinastu valhølini aftur. Allar meiningakanningar vísa, at Vladimir Putin, forsætisráðharri, fer at vinna valið. Tær seinastu kanningarnar siga, at hann fær umleið 60 prosent av atkvøðunum. Hendir tað, verður [...] umfari. Skuldi tað hent, at einki valevni fær meiri enn 50 prosent, verður seinna umfar ímillum tey valevnini, sum fáa flest atkvøður í hesum umfarinum. Men tað er lítið, sum bendir á, at tað verður neyðugt