Valhølini í níggju av teimum 27 landspørtunum í Egyptalandi lótu upp í morgun, tí í dag og í morgin er annað umfar av tjóðartingsvalinum, sum byrjaði fyri einari viku síðani.
Almenna valnevndin hevur kunngjørt, at valluttøkan í fyrsta umfari var 62 prosent, og tað má sigast at vera sera nógv, tá hugsað verður um, at knappliga 10 prosent plagdu at velja, tá Hosni Mubarak hevði valdið. Tíðindafólk siga, at tað vóru ikki so nógv fólk í valhølunum í morgun.
Tjóðartingsvalið í Egyptalandi er í trimum umførum og endar ikki fyrr enn í januar. Fyrsta umfar og umfarið í dag og í morgin umfatar høvuðsstaðarøkið í Kairo og Alexandria.