Fyrrverandi forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen segði á tíðindafundi í dag, at tá tað snýr seg um skattamálið hjá Helle Thorning-Schmidt, er hann reinur um hendurnar.
Hann segði, at tað seinasta, sum er komið fram í málinum, er sera álvarssamt, og at fyrrverandi skattamálaráðharrin Troels Lund Poulsen hevur onga framtíð í Vinstra, um hann hevur latið fjølmiðlunum loyniligar upplýsingar um skattaviðurskiftini hjá Helle Throning-Schmidt.
Men fyrrverandi forsætisráðharrin vildi ikki siga, um hann var á nøkrum fundi um skattamálið hjá táverandi andstøðuleiðaranum. Hóast hann fekk hendan spurningin fleiri ferðir, sýtti hann fyri at svara.
Eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at Lars Løkke Rasmussen tóktist ikki sørt kroystur á tíðindafundinum.