Forsetin í Nigeria, Goodluck Jonathan, gjørdi í dag av at lýsa undantaksstøðu í fýra landspørtum har norðuri í landinum, eftir at yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram hevur skipað fyri fleiri atsóknum.
Forsetin sigur, at hann hevur givið ovastanum fyri herinum boð um at taka øll neyðug stig fyri at steðga áganginum. Forsetin umrøddi Boko Haram sum ein krabbameinssvull, sum skal beinast burtur. Sambært eygleiðarum minnir felagsskapurin um al-Qaeda.
Fyrr í dag vitjaði Goodluck Jonathan eina kirkju, har eitt bumbuálop sjálvan jóladag kostaði 37 fólkum lívið og særdi 57 onnur. Í gjár brast ein bumba uttan fyri eina muslimska mosku. Eitt fólk doyði, og fleiri vórðu særd.










