Eitt skalvalop í Norðurnoregi seinnapartin kostaði fimm útlendskum ferðafólkum lívið. Løgreglan sigur, at skalvurin leyp stutt eftir klokkan hálvfum trý lokala tíð, og myndugleikarnir fingu stutt eftir at vita, at fimm ferðafólk úr Sveis og eitt úr Fraklandi vóru á leiðini, har skalvurin var lopin.
Seinni varð fráboðað, at ein maður úr Sveis var funnin á lívi, men at hini fimm vóru deyð. Tann sveisiski maðurin varð fluttur á sjúkrahús og hevur tað eftir umstøðunum gott, skrivar NTB.
Skalvalopið var á tí 1.300 metrar høga fjallinum Sorbmegaisa, sum er einar 60 kilometrar eystan fyri Tromsø, og sum er eitt væl umtókt ferðamál hjá bæði norskum og útlendskum skíðfólki.











