Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, kunngjørdi seinnapartin, at hann hevði gjørt av at seta hægstu yvirgangstilbúgving í verk í Suðurfraklandi orsakað av skottilburðinum á einum jødiskum skúla í morgun, har trý fólk doyðu.
Fronsku myndugleikarnir halda, at maðurin, sum skjeyt trý børn og eitt vaksið fólk uttan fyri tann jødiska skúlan í býnum Toulouse, er tann sami, sum skjeyt tríggjar hermenn nakað norðan fyri Toulouse fyri einari viku síðani. Myndugleikarnir siga, at skammbyrsan, sum bleiv brúkt ta ferðina, er tann sama, sum bleiv brúkt í morgun, og í báðum førunum var gerningsmaðurin á motorsúklu.
Myndugleikarnir hava sett millum 50 og 60 løgreglufólk at leita eftir drápsmanninum.