Í dag fara teir báðir stjórnarflokkarnir í Íslandi, Samfylkingin og VG, at halda innanhýsis fundir, har teir fara at leggja seinastu hond á eina ætlan um broyting í stjórnini.
Teir báðir flokkarnir vilja ikki siga nakað alment, men sambært íslendsku fjølmiðlunum hava flokkarnir gjørt av at lækka ráðharratalið úr tíggju í átta. Avleiðingin av tí er, at ráðharrin í fiskivinnu- og landbúnaðarmálum, Jón Bjarnason (myndin), og ráðharrin í búskapar- og handilsmálum, Árni Páll Árnason, fara úr stjórnini, og at eingin kemur í teirra stað. Tað er ikki komið fram, hvør av hinum ráðharrunum skal røkja málsøkini hjá teimum báðum.
Sambært fjølmiðlunum verður broytingin endaliga staðfest á stjórnarfundi í morgin.