Fyri einum ári síðani hevði tað verið púra óhugsandi, at andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, hevði fingið amerikanska uttanríkisráðharran, Hillary Clinton, á vitjan. Men í gjárkvøldið hittust tær báðar í Rangoon, og tær skulu eisini hava fund í dag.
-Eg eri sannførd um, at um vit arbeiða saman, fara vit at halda fram á teirri demokratisku kósini, segði Suu Kyi aftan á fundin í gjárkvøldið.
Hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at ein amerikanskur uttanríkisráðharri er í Burma ella Myanmar, sum landið eisini verður rópt. Vitjanin hjá Hillary Clinton kom í lag, eftir at hernaðarstýrið hevði framt ymsar nýskipanir og latið Aung San Suu Kyi sleppa úr húsavarðhaldinum.











