m til, at Stjørnan í løtuni er heitast favoritturin at vinna FM-heitið. Í hvussu so er skulu mótstøðuliðini vísa nakað væl meira enn Tjaldur, um tey skulu gera sær nakrar sum helst vónir um at fáa stig [...] uttan at taka nakað frá Tjaldrinum kann sigast, at tað hevði verið meira enn ein risa sensatión, um tær høvdu skalað mótstøðuliðnum úr Klaksvík. Gjørdu skjótt av Klaksvíksgentur hildu helst ikki, at tær [...] tær á heimaliðnum eisini loyvi til at vera eitt sindur við í spælinum. Sum vera man, so var ferðin á spælinum nógv minni seinasta hálvan tíman, við tað at útiliðið so at siga longu hevði fingið tað, sum
tí nú vísti máltalvan brádliga sama tal hjá báðum liðum. VÍF megnaði tó at svara aftur at enda, og hóast VB var nær við at vinna tær aftur, so gjørdist tað ikki meira enn næstan, og kundu vestmanangenturnar [...] hinum komu aftan á 3 metur kast, so einki er at ivast í, at Regina gjørdi eitt megnar arbeiði í verjupartinum. Trupulleikin fyri vágsgenturnar var tó tann, at VÍF eisini hevur aðrar dugnaligar leikarar á [...] hálvrunnin var alt annað enn líkt til, at áskoðararnir skuldu fáa ein sera spennandi og undirhaldandi seinna hálvleik at síggja. Í fyrra hálvleiki hevði gongdin verið tann, at heimaliðið hevði sett reyð/bláa
seinna hálvleiki, og aloftast orsakað av, at verjan trekti inn móti miðjuni, fyri at verja fyri Ingu ella Ileanu. Tað skal tó ikki á nakran hátt takast frá Katrin, at hon var sera trygg, tá hon fekk møguleikan [...] tá teir frættu úrslitið av Hálsi, og sannlíkt er eisini, at fyri kyndilsliðið hevur tapið við sær, at tær nú fyrst og fremst mugu hugsa um at vinna seg fram um VÍF á stigatalvuni. Hetta hava tær kanska eisini [...] móti júst VÍF. Neistaliðið er hinvegin um at koma rættuliga fyri seg nú, og tá Ileana Manolescu tykist gerast betri fyri hvønn dyst, kann skjótt henda, at tær fara at leita móti stjørnunum. Dysturin í tølum:
(12-15) Fyri kollfirðingar var tað av alstórum týdningi, at teir fingu okkurt suður aftur við sær, tá teir sunnudagin vitjaðu í Runavík. Talan var nevnliga um ein av teimum dystum, sum teir máttu vinna, um [...] Nú er so bøtt eitt sindur um hesa støðuna, tí sunnudagin var Rúni Nolsøe fyri fyrstu ferð at síggja á KÍF liðnum. Hetta tykist at vera ein góður styrkur hjá kollfirðingum, og tá Jákup Dam samstundis var [...] eydnaðis eisini. Rúni við Størsti trupulleikin hjá Kollfirðingunum higartil í ár hevur helst verið, at liðið so at siga onga breidd hevur havt, og tískil hevur tað verið sera strævið, tá leikarar hava sitið uttanfyri
sonin hjá omanfyrinevnda leikara. Fyri at lesarin ikki skal ørkymlast meira enn gott er, skal eg beinanvegin siga frá, at talan er um triðja ættarlið við sama navnið, og at teksturin niðanfyri tískil kann [...] sínum viðleikarum, soleiðis at hesir fáa nakrar bóltar at arbeiða við. Ikki eftir ongum Ikki er tað eftir ongum, at lítli Oddmar hevur fingið síni fótbóltsevni, tí umframt at hann er triða ættarliðið við [...] seinni, við tað at tað fyrst og fremst er á hesum úrvalsliðum, at stóru feløgini leita eftir leikarum, sum møguliga skulu mynda fyrsta lið felagsins í framtíðini. Í so máta kann sigast, at Oddmar er komin
ferðir. Tummas átti at vunnið í byrjanini, men misti seinni kvalitet og var heldigur at fáa javnleik. Toftamenn knáir Havnarmenn ætlaðu sær stórsigur mótu toftamonnum, men vóru hepnir at vinna dystin. Havnin [...] Johansen við hvíta fólkinum megnaði ikki at koppa Helga Joensen úr Toftum. Haldur fekk lítlan fyrimun, men hesin fyrimunur varð ov lítil til at vinna talvið. Helgi kom fyri seg og stóð í miðspælinum minst líka [...] hana aftur samstundis sum hann forðaði Bernhardi at leypa í borg. Ólavur vann í roynd og veru talvið í byrjanini. Steintór Rasmussen ætlar sær at vinna øll talvini í ár, og hesaferð varð tað Gutti Petersen
og tað er at fegnast um. Martin Mourtisen stjórnar orkstrinum og Bjarni Restorff hevur verið kórvenjari hjá Nýggjárskórinum. Løgmaður stjórnar At siga, at Anfinn Kalsberg ikki er vanur at stjórna, er [...] tiltakið og sum hava hildið á hesi árini. Eisini fegnaðist hann um, at so mong ungfólk teljast millum tónleikararnar. Hartil er at siga, at hesaferð vóru ikki so nógvir útlendskir tónleikarar við, sum onkutíð [...] av tónleikarunum og er tað gleðiligt, at arbeiðið, sum verður gjørt í Musikskúlanum, nú byrjar at hómast og bera ávøkst. Hesi ungu eru uppæld í Musikskúlanum og vinna sær virðismiklar royndir til tílíkar
hava kommunuval, so tað er einki at ivast í, at kommunumálið verður flutt fram á dagsskránni. Ikki fyri at koma við umberingum, so er tað hin vegin rættiliga tungt at arbeiða sum andstøða í føroyskum politikki [...] Jørgensen varð í sínari tíð saman við øðrum settur av flokkinum til at skipa fyri einum uppleggi um kommunapolitikk. Hetta førdi so seinni til, at vit fingu eitt liðugt uppskot um eina nýskipan á kommunalpolitiska [...] vit samanbera kommunumálið við eitt nú sjálvstýrismálið, so er einki at fara skeivur í, at tað hevur eydnast okkum munandi betur at hava verið við í kjakinum um sjálvstýri við okkara uppskoti um eina
vit vinna 10 - 0 ella 1 - 0. Vit skulu bara vinna, staðfestir hann. Og Høgni Hoydal væntar, at Føroyar fara at vinna, verður farið til samráðingar við breiðari politiskari semju. Hann vísir á, at Føroyar [...] vænta, at landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina einaferð í mars. Tað hevur verið frammi, at danska stjórnin ynskir fýra vikur at fyrireika seg til samráðingarnar í, eftir at sam [...] hann ásannar, at tað fer ikki at ganga so ógvuliga long tíð til farast kann til Danmarkar at samráðast. Trupulleikarnir loysast undir samráðingunum Høgni Hoydal vísir á, at tað ikki nyttar at heingja seg
hoyrdist týðuliga, at teir elska at spæla sín tónleik, og sum áhoyrari merkti tú, at her l1 nakað aftan fyri tónleikin. Við nýmótans tónleikinum er tað mangan so, at tú hevur tað kenslu, at tónleikurin bara [...] gjørdur fyri at vinna sær pening, men hetta kann ikki sigast um The Dubliners. At teir fimm írarnir fingu sær eina hvíld, tá ið teir høvdu spælt í okkurt um ein tíma, tóktist heldur ikki til at ávirka lagið [...] ungir longur Tað var beinan vegin, at glaði tónleikurin hjá The Dubliners hevði fingið so at siga hvørja sál at reisa seg úr áhoyrarasessinum, og stóðst tú væl fyri, kundi tú eygleiða, hvussu øll áhoy