Klaksvíkingar nærkast

Eftir at klaksvíkingar vunnu stórsigur á sandavágsmonnum í fimta umfari er munurin upp til havnarmenn ikki stórur, og í botninum fingu kollfirðingar óvæntað trý kærkomin stig móti hvalvíkingum

Neyðugt varð hjá klaksvíkingum at vinna stórt móti sandavágsmonnum, og tað varð júst tað sum hendi. Úrslitið varð 3.5-0,5.

Rani Nolsøe vann við svarta fólkinum móti Torkili Nielsen. Talvið sum er við í blaðnum í dag, varð sera opið og áhugavert.

Á øðrum borði vann Ólavur Simonsen í enn einaferð eyðkendum stíli móti Bernhardi Augustinussen. Ólavur offraði finnu, fekk hana aftur samstundis sum hann forðaði Bernhardi at leypa í borg. Ólavur vann í roynd og veru talvið í byrjanini.

Steintór Rasmussen ætlar sær at vinna øll talvini í ár, og hesaferð varð tað Gutti Petersen sum varð við sviðið soð. Gutti fór í longu borg og skjótt peikaði bæði bispur, riddari og frúgv hjá Steintóri móti kongastøðuni hjá Gutta. Steintór offraði kvalitet fyri hetta álop sum eisini gav úrslit.

Á fjórða borði var søgan ein heilt onnur. Tummas M. Anthoniussen og Heri Christoffersen leiktu javnleik í einum talvi, har Heri bjóðaði Tummasi javnleik fleiri ferðir. Tummas átti at vunnið í byrjanini, men misti seinni kvalitet og var heldigur at fáa javnleik.


Toftamenn knáir

Havnarmenn ætlaðu sær stórsigur mótu toftamonnum, men vóru hepnir at vinna dystin. Havnin vann 2,5-1,5.

Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jens Christian Hansen samdust um javnleik longu eftir fjúrtan leikir. Lítið er at siga um talvið, men eitt er sikkurt og tað er, at sigurin kundi fara báðar vegir, um telva varð víðari. Jens Christian hevur leikt øll fimm talvini javnt í liðkappingini.

Haldur Suni Johansen við hvíta fólkinum megnaði ikki at koppa Helga Joensen úr Toftum. Haldur fekk lítlan fyrimun, men hesin fyrimunur varð ov lítil til at vinna talvið. Helgi kom fyri seg og stóð í miðspælinum minst líka gott. Talvið endaði javnt.

Herluf Hansen úr Havn hevur vunnið øll fimm talvini í ár, og hesaferð vann hann móti Wenzeli Højgaard. Herluf fekk góða støðu við svarta fólkinum, men hevði einki avgerandi. Wenzel helt leingi støðuna saman, men kom í svára tíðarneyð og bleiv øllum rokinum mátaður.

Á fjórða borði hevði Martin Poulsen úr Havn hvalbiarprestin yvir av sær. Hvalbiarprestur hevur ikki telva í fleiri ár, men tað sigst at hann hóast alt hevur hildið telvingina við líka, og tað sást aftur í talvinum móti Martini. Talvið endaði javnt, men hvalbiarpresturin fekk fyrimun í miðspælinum og átti helst at vunnið. Men javnleik móti so frægum telvara sum Martin er heiðurligt og gott úrslit hjá hvalbiarpresti.


Kollfirðingar vinna

Ikki hevur liðkappingin í ár hilnast væl hjá kollfirðingum, men í felagsumfarinum í Klaksvík stóð ikki á. Teir møttu bert við trimum monnum, og hetta viðførdi, at Martin Brekká úr Hvalvík vann á fyrsta borði uttan dyst. Á hinum borðunum vunnu kollfirðingar.

Á øðrum borði vann Hans Kristian Simonsen heldur óvæntað móti Finnbjørni Zachariassen. Finnbjørn gjørdi mistak í byrjanini, og eftir hetta var Hans Kristian allatíð við yvirlutan. Hann vann sannførandi.

Talvið á triðja borði millum Karl Louis Johannesen úr Kollafirði og Gunnar Joensen sá leingi út til at enda javnt. Ikki fyri í endaspælinum kom avgerð. Gunnar var óneyvir og mátti lúta.

Jógvan Martin Joensen, Kollafjørður, hevur verið á flatlondum í nøkur ár, men hevur ikki gloymt mannagongdina. Hann vann nevnliga móti Bergi Magnussen. Jógvan Martin varð trýstur mestapartinum av talvinum, men Bergur ofraði ov nógv, og bleiv móti endanum mátaður.


Støðan eftir fimm umfør:

Havnin 16,5 stig

Klaksvík 15

Toftir 8

Hvalvík 8

Sandavág 6,5

Kollafjørð 6


Sum tað sæst á støðuni í fyrstu deild, er eingin ivi um hvør kappast um FM-heitið. Heili sjey stig eru frá annað- til triðja pláss. Úrslitið hjá kollfirðingum økir um spenningin í botninum, og eru teir fullmannaðir, ja so kann talan vera um eitt triðja pláss hjá teimum tá alt er avtornað.

Næsta umfar verður avgerandi, tí tá bresta klaksvíkingar og havnarmenn saman í Klaksvík, og tá vilja feløgini bæði prógva hvørt felag veruliga er best.


2. deild

Tveir dystir vóru hetta vikuskifti: Klaksvík-Havnin 3 og Vestmanna-Runavík.

Havnin 3 vann ein tepran 2,5-1,5 sigur móti klaksvíkingum. Hesin sigur førkar Havnina hálvt stig framum Klaksvíkina, men er helst ikki nokk til at blanda seg í toppinum.

Vestmenningar vunnu heili 3,5-0,5 móti runavíkingum. Á fyrsta borði vildi Meinhard Danielsen úr Runavík ikki bakka fyri altjóða meistarinum John Rødgaard. Talvið varð sera drúgt, og ikki fyri farið var um sætta tíma gavst Meinhard. Objektivt sæð var talvið allatíðina javnt, men Rødgaard hevur helst mangan telva seg frá javnari støðu til vunna støðu, og tað varð júst tað sum hendi.

Hálva stigið runavíkingar fingu varð á øðrum borði, har Brandur Jacobsen leikti javnleik móti John Jacobsen, Vestmanna.

Samson Højgaard var aftur at síggja hjá vestmenningum, og hansara verk lá ikki eftir.


Støðan eftir fimm umfør:

Vestmanna 11,5 stig

Havnin 2 9

Runavík 7

Havnin 3 6,5

Klaksvík 6


Líkt er til, at vestmenningar vera aftur at síggja í fyrstu deild komandi kappingar ár. Um Rødgaard telvar við hvørt umfar, verður ringt hjá kappingarneytunum at fylgja við.


3. deild

Bert ein dystur í triðju deild varð hetta vikuskifti, og hann var millum Havnina 4 og Klaksvík. Havnarmenn vunnu heili 4-0, og hava tískil lagt seg klárt á odda í deildini. Havnarmenn høvdu styrkt sær liðið við unglingaføroyameistarinum Olaf Berg. Hann vann móti veterananum Vagn Heldarskarð.

Havnin 5 liggur á øðrum plássi. Vestmenningar hava telva ein dyst minni enn havnarliðini, og kunnu tí taka annað plássi aftur frá Havnina 5, við at vinna stórt móti Róki í útsetta dystinum.


Flóvin á ferð

Flóvin Tór Næs hevur um jóltíðir telva við í stórari opnari kapping í Groningen, Hollandi. Hendan kapping endaði gamlaárskvøld.

Flóvin fekk ringa byrjan, hevði eitt skifti bert tvey stig eftir seks umførum, men reistist og endaði kappingina við 50% skoru, 5,5 av 11.

Flóvin sigur sjálvur, at hann er hampuliga væl nøgdur við avrikið, men kundi sjálvsagt verið eitt sindur betri. Hann fór eitt sindur upp í rating, og tá kann úrslitið ikki vera so galið.

Í løtuni er Flóvin niðri í Linares, Spania, har hann telvar við í einari stórari kapping. Hann hevur í skrivandi løtu telva trý talv og hevur tvey stig. Hetta er flott, og sunnudagin vann hann móti góðum finskum telvara, ið nevnist Olli Salmensu. Fyrsta umfar tapti hann móti sterkum stórmeistara.

Eftir hesa kapping sum endar 16. Januar, fer hann at taka sær av løttum í nakrar dagar, áðrenn hann síðst í mánaðinum fer til aðra kapping í Spaniu. Kappingin Flóvin í løtuni telvar í finnur tú á: www.ciudadfutura.com/superajedrez/linares2000.htm