Neistin-Kyndil 23-22
(11-9)
Tá Katrin á Neystabø í seinastu sekundunum leyp inn frá veinginum og setti bóltin í kyndilsmeskarnar, vóru allir áskoðararnir á gosið.
Neistin hevði fyri aðru ferð í ár bast føroyameistarunum og grannunum úr Kyndli, og nú eru blákløddu genturnar av álvara farnar at tevja ferðilin av heiðursmerkjum.
Javnt alla tíðina
Tað sást beinan vegin í dystinum, at her ætlaði hvørgin parturin at geva seg. Leikararnir á báðum liðunum tóktist at vera sera uppsettar, og viðførdi hetta samstundis, at spælið til tíðir gjørdist nakað óskipað.
Kyndilsliðið var eitt sindur broytt í mun til vanligu uppstillingina, við tað at Lotte Sørensen, sum vegna sjúku ikki hevði vant alla vikuna, sat á beinkinum, tá dysturin byrjaði.
Eftir einar 10 minuttir gjørdi Flemming tó av at koyra hana á vøllin, og ikki vóru nógv sekund farin, áðrenn hon við dagsins detalju hevði spælt Jensiu fría, so henda kundi toga Kyndil upp á liðina av neistanum. Nakað sum annars hendi fleiri ferðir í dystinum.
Neistin hevði nevnliga stavnin framman fyri Kyndil so at siga alla tíðina. Einar tvær reisur mundi Kyndil vera frammanfyri, men báðu ferðinar var gleðin stokkut, og so tók neistaliðið aftur leiðsluna.
Munurin var tó ongantíð serliga stórur, og nervin fór tískil ongantíð úr dystinum. Seinnu ferðina Kyndil var á odda, vóru 6 minuttir eftir at leika, men 4 minuttir seinni, var Neistin aftur 2 mál frammanfyri.
Kyndil svaraði enn einaferð eftir, men tá Katrin so í seinastu sekundunum setti seinasta bóltin í málið, var ov seint hjá føroyameistarunum.
Annars skal viðmerkjast, at høvdu kyndilskvinnurnar ikki verið so grammar eftir at skora, tá tær javnaðu til 22-22, hevðu úrtøkan kanska verið 1 stig betri. Ístaðin fyri at nýta seinasta hálva minuttin til álopið, skundaðu tær sær móti neistaverjuni.
Tær fingu eisini mál burtur úr hesum, men skjóta álopið hevði við sær, at neistakvinnurnar nú høvu 20 sekund til seinasta álopið, og tí fingu betri stundir til at gera avgerandi málið.
Helena avgjørdi dystin
Á neistaliðnum vóru mest eyðsýndu útileikararnir uttan iva Inga og Ileana, sum alla tíðina vóru ein støðug hóttan móti kyndilsverjuni. Hetta førdi eisini við sær, at sum dysturin leið, fekk Katrin á Neystabø alt meira pláss úti á veinginum, har Palma annars hevði sera gott tak á henni í fyrra.
Av teimum seks málunum, sum Katrin fekk í dystinum, vóru fimm skotin í seinna hálvleiki, og aloftast orsakað av, at verjan trekti inn móti miðjuni, fyri at verja fyri Ingu ella Ileanu. Tað skal tó ikki á nakran hátt takast frá Katrin, at hon var sera trygg, tá hon fekk møguleikan úti frá veinginum.
Meira enn nakar annar var tað tó Helena Dam í neistamálinum, sum slóðaði fyri sigrinum til eldra høvuðsstaðarliðið. Nú sat eg ikki og taldi, hvussu ofta hon bjargaði skotroyndum frá kyndilskvinnunum, men talið hevði í hvussu so er verið sera høgt.
Hjá Kyndli mundi Lotte vera mest eyðsýndi leikarin, hóast Ann Hansen eisini gjørdi rættuliga um seg, tá tað ráddi um at skjóta mál.
Tað er rættuliga eyðsýnt, hvussu nógv Lotte hevur at siga fyri álopsspælið hjá Kyndli. Sjálv er hon ein støðug skothóttan, sum ikki himprast við at royna seg, um verjuleikararnir ikki ansa nóg væl eftir, og harumframt dugur hon sera væl at síggja teir møguleikar, sum standast av, at verjuleikararnir ansa somikið væl eftir henni.
Gáva til Stjørnuna
Uttan iva mundu klaksvíkingar vera sera fegnir, tá teir frættu úrslitið av Hálsi, og sannlíkt er eisini, at fyri kyndilsliðið hevur tapið við sær, at tær nú fyrst og fremst mugu hugsa um at vinna seg fram um VÍF á stigatalvuni.
Hetta hava tær kanska eisini møguleikan til annan mikudag, tá tær á heimavølli skulu leika móti júst VÍF.
Neistaliðið er hinvegin um at koma rættuliga fyri seg nú, og tá Ileana Manolescu tykist gerast betri fyri hvønn dyst, kann skjótt henda, at tær fara at leita móti stjørnunum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø 6 (2), Inga F. Danberg 5 (1), Ileana Manolescu 5, Mildrið Jacobsen 4, Marjun Jógvansdóttir 2, Gunnleyg Berg 1
Kyndil: Ann Hansen 9 (1), Lotte K. Sørensen 4 (1), Jórun Ludvig 2, Beinta Sørensen 2, Rakul N. Joensen 2, Jensia Petersen 2, Palma Peteresen 1
Brotskøst:
Neistin 6, Kyndil 2
Útvísingar:
Neistin 1, Kyndil 2
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten Andersen