Hinvegin er talan um 10 ára gamla sonin hjá omanfyrinevnda leikara. Fyri at lesarin ikki skal ørkymlast meira enn gott er, skal eg beinanvegin siga frá, at talan er um triðja ættarlið við sama navnið, og at teksturin niðanfyri tískil kann gerast eitt sindur fløkjasligur at lesa.
Seinastu fýra árini hevur familjan búleikast í Aberdeen, har pápin hevur virkað sum tannlækni, og sjálvsagt hevur lítli Oddmar tí gingið í skúla har á staðnum.
Í Skotlandi er tað soleiðis, at so at siga allir skúlar hava eitt fótbóltslið, og luttaka hesi so ymsum kappingum móti øðrum skúlum. Bestu leikarar á ymsu skúlunum verða síðani úttiknir til úrvalslið, og gongst nóg væl, verða kanska boð eftir teimum seinni, við tað at tað fyrst og fremst er á hesum úrvalsliðum, at stóru feløgini leita eftir leikarum, sum møguliga skulu mynda fyrsta lið felagsins í framtíðini.
Í so máta kann sigast, at Oddmar er komin hálvan veg á fótbóltsleið sínari, við tað at hann seinasta ár var við á einum liði, sum var sett saman av bestu næmingunum úr býarpartinum, har tey búgva, sum er í útjaðaranum av Aberdeen.
Bestu leikararnir úr ymsu økisliðnum, verða seinni, um teir vera mettir at hava nóg góð evni, úttiknir til eitt býarlið, og er tað serliga úr hesum býarliðum, at stóru feløgini finna sínar framtíðar leikarar.
Hálvan veg
Sum nevnt, leikar Oddmar á einum av sonevndu økisliðunum, og ikki kann sigast annað enn, at hann hevur staðið seg sera væl higartil. Tað er nevnliga soleiðis, at á hvørjum ári verður ein leikari úr hvørjum liðið kosin til besta leikara, og seinasta ár fall hesin lutur á 10 ára gamla føroyingin, hóast liðfelagar hansara eru upp í 12 ára gamlir.
Tá dystir verða leikti, eru sjey leikarar á hvørjum liðið, og spælt verður um hálvan vøll, eins og vit kenna tað her heima, og eins og pápin hevur Oddmar funnið sær mitt á vøllinum, haðani hann kann stýra sínum viðleikarum, soleiðis at hesir fáa nakrar bóltar at arbeiða við.
Ikki eftir ongum
Ikki er tað eftir ongum, at lítli Oddmar hevur fingið síni fótbóltsevni, tí umframt at hann er triða ættarliðið við sama navni, er hann eisini triðið Oddmar í røðini, sum roynir seg við rundu leðurkúluni.
Abbin var í fleiri ár at síggja á besta B36 liðnum, og umframt at vinna okkurt heitið har, leikti hann eisini við klaksvíkingum í nøkur ár, og har spurdust eisini heiðursmerki burturúr.
Annar Oddmar í røðini smæddist heldur ikki burtur, og m.a. var hann seinast í sjeyti árunum í danska U-16 landsliðshópinum, umframt at hann eisini var at síggja á føroyska A-landsliðnum fyrst í áttatiárunum. Seinasti landsdysturin kom tó fleiri ár seinni, tá hann fyri einastu fer var við í altjóða skrásettum dysti niðri á Cypern í 1993, tá Føroyar á flaggdegnum máttu lúta 3-1 fyri heimaliðnum.
Her heima var hann fyri tað mesta at síggja í hvíta B36 búnanum, men fyrsta partin av nítiárunum var hann inni á Toftum, har hann var við í hópinum, tá B68 í 1992 gjørdist føroyameistarar. Orsakað av skaðum leikti hann tó ikki nógvar dystir hetta árið.
Nú er so triðja ættarliðið koma fyrsta stigið á fótbóltsleiðini, og nógv verður lagt fyri. Vant verður tvær ferð hvørja viku, umframt at dystir skulu leikast við bæði skúla og økisliðum. Enn er lítli Oddmar ov ungur til at skriva sáttmála við nakað felag, men um evnini røkka nóg langt, koma vit helst at hoyra meira um hetta komandi árini.